hósdagur 9. juni 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 64
15
ár eru 48 yvirgangsálop framd í
Turkalandi.
Tað ógvusligasta álopið var í
Ankara, 10. oktobur, tá 102 fólk
lótu lív. Heini Harryson sigur, at
tað loypti hvøkk á tey seks.
– Hetta skuldi vera ein hugna
ligur túrur. Vit vóru trý pør, sum
skuldu fara og hava øll smá børn,
so nú fóru vit at ivast. Vit høvdu
jú hug at njóta býin, at fara út at
eta á matstovum og annað um
kvøldið, men nú vóru vit farin at
ivast í, um vit mundu megnað at
njóta tíðina. Fóru vit alla tíðina
at ganga og hyggja eftir monn
um við ryggsekkum og vápnum
og bumbum, spyr Heini Harryson.
Harumframt skuldi G20 topp
fundur vera í Turkalandi sam
stundis, sum kanska kundi verið
eitt mál fyri yvirgangsálopum.
Tað er júst hetta, sum er
fremsta avleiðingin av yvirgangi
og í mongum førum kanska eisini
fremsta endamálið.
Endamálið við yvirgangi er
eittans – at skapa ótta. Málið í sjálv
um sær er ikki at spreingja eitt flog
far, at drepa nakrar teknarar ella
steðga eini konsert og skjóta frá
hond. Yvirgangsálopini spæla ein
leiklut í eini størri heild, tað er eitt
tól fyri at røkka einum endamáli.
Alfred Hitchcock, meistarin
innan ræðufilmar, verður endur
givin fyri at hava sagt, at ræðslan
er ikki í sjálvum brestinum, men
í varhugan av brestinum (The
terror is not in the bang, it is in
the anticipation of the bang). Tað
er júst hesum, yvirgangskroppar
gera sær dælt av. Við at fremja
yvirgangsálop loypa teir ótta
á fólk, óttan fyri, at hetta kann
henda aftur, nær sum helst, hvar
sum helst.
– Tað endaði við, at tað als ikki
hevði verið hugnaligt at farið
avstað, um ein bara gekk og óttað
ist yvirgangsálopini, sigur Heini
Harryson.
#ParisOnFire
Endin var, at tey seks valdu at
broyta ætlanirnar, einans eina viku
áðrenn fráferð. Heldur enn at fara
til Istanbul, lá leiðin til Verona.
– Vit høvdu nærmast givið upp
og slept øllum ætlanunum um at
fara, tá vit frættu, at eitt maraton
skuldi vera sama vikuskifti í
Verona í Italia. Tí lá leiðin hagar í
staðin, greiðir Heini Harryson frá.
Ferðaseðlarnir vóru broyttir og tey
byrjaðu aftur at gleða seg.
Um kvøldið 13. novembur setir
flogfarið seg í Italia og beinanvegin
frætta tey um álopini í París. Alt
kvøldið fylgja tey tíðindastreym
inum og hoyra um ræðuleikan,
sum fer fram í gøtunum í franska
høvuðsstaðnum, har seks yvir
gangsmenn loypa á ein konsersal,
eitt fótbóltsstadion og fleiri mat
stovur og skjóta frá hond.
Heini Harryson sigur, at tað var
ein serlig kensla at sita í Verona og
vita, at tað var júst hetta, sum var
orsøkin til, at tey valdu at fara til
Italia heldur enn Turkalands.
– Vit sótu á hotellkamarinum
og fylgdu við hesum her. Nú var
yvirgangurin kortini komin nær
og enn nærri kendist tað, tá tað
frættist, at eini yvirgangsmaðurin
var flýddur til Italia, sigur hann.
Um
allan
heim
byrjaðu
fólk at vísa sín stuðul til París.
#Parisonfire,
#prayforparis,
#VivelaFrance, #JesuisParis og
#notafraid gingu sína sigursgongd
á sosialu miðlunum. Eisini í Verona
tóku fólk stuðulsútsagnirnar til
sín.
Fýrverk loypti hvøkk á
Morgunin eftir skulu tey seks so
møta til start í maratonrenningini
í Verona. Álopini kvøldið fyri seta
sjálvandi sín dám á huglagið og tað
er eyðsæð, at mong hugsa um yvir
gangsálopini. Áðrenn maraton
renningin byrjar, fáa allir lut
takararnir eisini eitt klistrimerki
at seta á klæðini, til minnis um
álopini í París.
– Vit renna fyri París ella okkurt
líknandi, stóð á klistrimerkinum.
Meðan vit so standa og festa hetta
klistrimerki á klæðini, brestir onk
ur nakað av fýrverki skamt har
frá. Fjáltur kom á alla fjøldina.
Tað merkist øgiliga væl á øllum,
sum vóru har, at tey gjørdust sera
bangin av hvølla brestinum, men
fólk komu skjótt fyri seg aftur,
sigur hann.
Heini Harryson ásannar, at
ávirkanin frá yvirganginum merk
ist enn í dag, og hevur spælt ein
leiklut í fyrireikingunum til árliga
túrin.
– Vit hava avgjørt, at í ár fara
vit til Portugal, langt burtur frá
yvirganginum í Miðeystri. So yvir
gangurin ávirkar heilt víst, hvagar
man leggur leiðina, sigur Heini
Harryson.
– Eg eri spentur upp á, hvat
hendir í Frankaríki, nú EM verður.
Eg havi altíð hugsað, at eg kundi
hugsað mær at fari til eitt slíkt
tiltak, kanska tikið børnini við,
men tað er ikki tað sama longur,
sigur Heini Harryson og minnir
á, at eina álopið 13. novembur var
rættað móti júst Stade de France,
leikvøllinum, sum skal hýsa bæði
fyrsta dystinum fríggjakvøldið og
finaluni 10. juli.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
– Eg eri spentur upp á, hvat
hendir í Frankaríki, nú EM
verður. Eg havi altíð hugsað,
at eg kundi hugsað mær
at fari til eitt slíkt tiltak,
kanska tikið børnini við,
men tað er ikki tað sama
longur, sigur Heini Harryson
MYND: ÁLVUR HARALDSEN