hósdagur 9. juni 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
16
SKATTAMÁLIÐ
EIK
SIGUR
ÓSATT!
Odd Bjellvåg
Í roknskapinum hjá Eik Banka fyri 2011 stendur svart upp á hvítt, at
Fíggjarligt Støðufesti hevur tikið tapið á tær 514 milliónirnar og hevur
sent rokningina víðari til bankarnar í bankapakka 1, hóast leiðslan í Eik
sigur nakað annað. – Einki hendi 30. september, sum kann geva nýggja
bankanum rætt til skattliga frádráttin á 514 milliónir, sigur Odd Bjellvåg,
grannskoðari og fyrrverandi nevndarformaður í gamla Eik Banka
BARBARA HOLM
H
vat hendi um mánaðar
skiftið september/
oktober í 2010? Nær
byrjaði nýggi bankin
sítt virksemi, og hvør eigur tapið
av hasum góðu 500 milliónunum,
sum Eik banki roynir at draga frá
sum skattligt tap?
Øll minnast vit helst myndir
nar og upptøkurnar frá tí tíðar
skeiðnum í 2010, tá ið gamli Eik
Banki fór av knóranum, og alt
samfelagið helt ondini, meðan
samráðst varð um, hvussu ella um
Eik skuldi halda fram.
Tann 30. september 2010 kom
fíggjarliga illveðrið hjá gamla
Eik banka til skarpskeringar, og
bankin varð noyddur at skrivað
undir eitt avhendingarskjal. Eitt
skjal, sum staðfesti, at bankin var
til reiðar at avhenda sítt virksemi
til Fíggjarligt Støðufesti ella til
eina fyritøku, sum Fíggjarligt
Støðufesti peikaði á.
Og júst hatta – avhendingar
skjalið – er tað, sum er kjarnan
í skattamálinum, heldur Odd
Bjellvåg – maðurin, sum stóð á
odda fyri avhendingini.
– Tað mest umráðandi í hesum
skattamálinum er at siga, at einki
hendi tann 30. september sum
so. Tað einasta vit gjørdu var at
skriva undir uppá, at vit fóru at
avhenda bankan til Fíggjarligt
Støðufesti í nærmastu framtíð, og
tað gjørdu vit so tann 14. oktober,
sum er veruligi byrjunardagurin
hjá nýggja bankanum, sigur Odd
Bjellvåg.
Orsøkin til, at tað hevur týdning
júst, hvat formelt hendi tann 30.
september 2010 er, at stovningar
dagurin fyri nýggja bankan er av
gerandi fyri, um nýggi bankin – Eik
Banki Føroyar – hevur rætt til at
draga hasar góðu 500 milliónirnar
frá í skatti ella ikki.
– Nýggi Eik Banki Føroyar
varð stovnaður 12. oktober og 14.
oktober vórðu aktiv og passiv hjá
kollsilgda bankanum avhendað til
nýggja partafelagið. Orsøkin til, at
aktiv og passiv ikki vórðu sett inn í
nýggja felagið 12. oktober eru nøkur
formel skjøl, sum skuldu fáast til
vega. Men tá aktiv og passiv hjá
kollsilgda bankanum vórðu sett
í nýggja felagið, vóru smáar 1,5
milliardir í eginogn í felagnum, og
tað var byrjunarjavnvágin, sigur
Odd Bjellvåg.
Talið 1,5 milliard hevur týdning,
tí Fíggjarligt Støðufesti setti 2
milliardir í eginogn í nýstovnaða
felagið tann 12. oktober. Men tá ið
virksemið – tað sum felagið varð
Tað er einki
at ivast í, at
raksturin hjá
gamla Eik Banka
heldur fram
til 14. oktober.
Og tapið á 500
milliónir hoyrir
gamla bankanum
og harvið
Fíggjarligum
Støðufesti til«
Odd Bjellvåg
Framhald á næstu síðu
– Mær vitandi hevur
Fíggjarligt Støðufesti
sent rokningina fyri hasar
514 milliónirnar til hinar
bankarnar í bankapakka 1.
Also er tað drigið frá eina
ferð, sigur Odd Bjellvåg
MYND: ÁLVUR HARALDSEN