Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 18 stovnað til at gera – var sett í, so vóru góðar 500 milliónir minni í kass­anum, og byrjunarjavnin varð dag­førdur fylgjandi. – Og tann rokningin fór til bankarnar í bankapakka 1, og teir hava drigið tað frá í sínum rokni­ skapi. Sambært rokni­skap­inum hjá Eik í 2011 hevur Fíggjarligt Støðu­festi goldið hetta tapið – og tikið tað við í tapsuppgerðina, sum gamla Eik leiðslan er stevnd eftir, sigur Odd Bjellvåg, grannskoðari. Men er tað so ikki júst so, sum Eik leiðslan hevur ført fram? At felagið misti 500 milliónir fyrsta dagin? – Um so var, at nýstovnaði bankin hevði átti hatta tapið á 500 milliónir, so skuldi tað framgingið av rokni­skapinum yvir virksemi fyrstu tíðina. Also tað skuldi verið sjón­ligt í virkseminum hjá bank­ anum, hví bankin misti hasar pengar­nar. Tað sæst ikki nakað í rokn­skap­inum hjá nýggja bank­ anum um, at bankin hevur tikið hatta tapið. Hinvegin framgongur, at Fíggjar­ligt Støðufesti hevur goldið tapið, sigur Odd Bjellvåg. Men tað, sum hevur størstan týdning í skattamálinum er, hvør keypsavtalan millum Fíggjarligt Støðufesti og TF Holding var. – Mær vitandi hevur Fíggjarligt Støðufesti sent rokningina fyri hasar 514 milliónirnar til hinar bankarnar í bankapakka 1. Also er tað drigið frá einaferð, sigur Odd Bjellvåg. Men hvør var so avtalan millum Fíggjarligt Støðufesti og TF Holding um eventuellar skatta­ frá­dráttir? Má vera skattasvik Vikuskiftis Sosialurin hevur fleiri ferður áður prentað eitt skjal, sum varð gjørt av grannskoðarum hjá Fíggjarligum Støðufesti, í samband við skattligu viðurskiftini hjá ný­ stovnaða bankanum. SKJAL 1 The transfer of assets and liabilities will be treated as a taxable transfer. This implies that the tax basis for the acquired assets and liabilities should correspond to the values attributed to the assets and liabilities in the opening balance sheet of October 14th 2010 assuming that these assets correspond to fair market value. … No tax assets (including tax losses carried forward) or liabilities will correspondingly exist as of the opening balance sheet date. Hetta skjalið og onnur við hevur Vikuskiftis Sosialurin prentað áður. Hesi bera boð um, at nýggi bankin ikki kann draga skatt­lig tap frá, sum stava frá tíðini áðrenn byrjunar­dagin 14. oktober. – Tað er einki at ivast í, at rakst­ urin hjá gamla Eik Banka heldur fram til 14. oktober. Og tapið á 500 milliónir hoyrir gamla bankanum og harvið Fíggjarligum Støðufesti til. Eg kenni ikki keypsavtaluna mill­um Fíggjarligt Støðufesti og TF Holding, men eftir upplýsingunum, sum eru komnir fram, hevur Fíggjar­ligt Støðufesti ikki givið keyp­aranum loyvi til at yvirtaka tap frá gamla bankanum, í og við, at Fíggjarligt Støðufesti sjálvt hevur sent rokningina til bankarnar í banka­pakka 1, sigur Odd Bjellvåg. Keypstreytirnar hava týdning fyri, hvør eigur apuna í hesum mál­ inum. Tí eitt er vist – onkur hevur gjørt eitt sera álvarsamt mistak. Onkur eigur apuna Odd Bjellvåg er granskoðari og held­ur tí sera fast um, at uttan øll hugs­andi skjøl í málinum kann hann ikki siga, hvør eigur apuna. Men eitt er so sikkurt og vist, uttan at hava sæð øll skjølini í málinum, og tað er, at onkur eigur so apuna. – Um so er, at Taks gevur Eik Banka viðhald í hesum málinum, so hevur Fíggjarligt Støðufesti ein trupulleika av teimum heilt stóru, og so skal Fíggjarligt Støðufesti til at rinda hasar 500 milliónirnar aftur til bankarnar í bankapakka 1, sigur Odd Bjellvåg. Orsøkin er, at Eik ikki hevur rætt til hendan frádráttin er, at tann veruleikin bara er ov ósann­ líkur. – Ilt er at síggja, hví Eik skuldi havt rætt til frádráttin. Teir siga jú sjálvir í roknskapinum, at Fíggjarligt Støðufesti hevur goldið tapið. Men tað er væl saktans tað, sum Taks viðger nú, sigur Odd Bjellvåg. Grovt ósektni ella tilvitað svik? Óansæð hvussu víkur og vendir, so er bara ein møgulig niðurstøða frá skattamyndugleikunum, sum kann elva til, at oddamennirnir í skatta­málinum koma heilskapaðir burturúr hesum. Og tað er, um Taks gevur Eik 100 prosent viðhald í tí, sum farið er fram. Um so er, at tað er av grovum ósektni, so er tað eisini revsivert. Faktum er, at hetta málið er sera álvar­samt fyri Eik. Vikuskiftis Sosialurin hev­ur í viðgerðini av skatta­mál­inum áður ført fram, at tá tú sendir inn upp­lýsingar til skatta­myndug­leik­ arnar, so skalt tú senda so mikið, at myndugleikarnir fáa eina fulla og nøktandi mynd av støðuni. Tað er ikki nóg mikið, at siga hálvar sannleikar ella at halda partar av málinum aftur. Um so er, at Taks á onkran hátt kemur til, at Eik ikki hevur rætt til hetta, ja so kann tað merkja fleiri ting. Tað fyrsta er, at frádrátturin á 90 milliónir verður tikin aftur. Síð­ani kanst tú fáa eina bót svar­ andi til upphæddina, sum tú ætlaði at tiltuska tær. Og um talan er um skerpandi umstøður, so vera odda­persónarnir ivaleyst rætts­for­ fylgdir. Men hví velur fyrrverandi nevnd­ar­formaður í kollsiglda Eik at siga sína hugsan um hetta málið al­ment? Hava vit einki lært? Odd Bjellvåg sat í nevndini í gamla Eik Banka, sum á heysti í 2010 mátti steðgað sítt virksemi. Skjótt gjørd­ ist bygnaðurin í gamla Eik og Eik grunn­inum offur fyri hørðum at­ finn­ingum. Og um so er, at atfinn­ ingar­nar hava verið rættar, má man staðfesta, at vit einki hava lært. Tí bygnaðurin í TF Holding er helst lítið frægari enn bygnaðurin í gamla bankanum var. – Mín spurningur nú er hesin: Hava vit einki lært av gamla Eik, spyr Odd Bjellvåg. Hann vísir á, at TF Holding hev­ur eina samfelagsliga ábyrgd, tí fígg­ingar­samtakið er ogn hjá før­oysku tryggingartakarunum og er størsta fíggingarsamtakið í land­inum. – Um atfinningarnar móti bygn­ að­inum hjá gamla Eik vóru rætt­ vísar, hvørja hugsan hevur man so til bygnaðin í fleiri av stóru fyri­tøk­unum í Føroyum, spyr Odd Bjellvåg. Áður hevur Vikuskiftis Sosial­ urin víst á, at fleiri atfinningar­ sam­ar røddur eru frammi um, at Súni Schwartz Jacobsen eigur alt valdið í TF samtakinum, tí hann bæði er stjóri í Eik og í TF Holding og also er stjóri hjá nevndini, sum skal halda eftirlit við honum. Mong hava ført fram, at bygn­ aðurin í TF Holding ikki er opti­ malur, og hesum tekur Odd Bjellvåg undir við. – Eg trúði, man hevði lært nakað av tí, sum hendi í gamla bankanum. Men eg havi trupult við at fáa eyga á lærdómin, sigur Odd Bjellvåg. Tó bórust tíðindi herfyri, sum fingu Odd Bjellvåg at síggja onkran glotta fyri framman. – Eg fegnaðist um at hoyra, at lands­stýriskvinnan við fíggjar­mál­ um ætlar at seta á stovn eitt váða­ ráð. Tí eingin ivi er um, at vit hava tørv á strangari eftirliti, sigur Odd Bjellvåg. Hann sipar til tann veruleika, at føroysku fyritøkurnar eru so stórar og máttmiklar, at taka tær eitt fatalt fet skeivan vegin, ja so kann tað kosta samfelagnum óhugna­liga nógv. – Og tað sær eisini út sum, at støðan við eftirlitið er vánalig í dag, helst tí vit hava játtað ov lítið av pengum og orku til eftirlit. Og við váða­ráðum kunnu vit kanska ger­ast betur til at halda eitt vakið eyga við fyritøkum í landinum. Og tað er beinleiðis tiltrongt á fleiri økj­um í samfelagnum, sigur Odd Bjellvåg, grannskoðari og fyrr­ver­ andi nevndarformaður í gamla Eik Banka. BARBARA@SOSIALURIN.FO SKATTAMÁLIÐ ■ Odd Bjellvåg var nevndarformaður í gamla Eik Banka, tá ið hann fór á heysin um heysti 2010. Tað merkir, at Odd Bjellvåg stóð á odda, tá ið gamli bankin fór á heysin og Fíggjarligt Støðufesti skuldi yvirtaka gamla bankan. Hann sat tí á fremsta bonki, tá ið gamli bankin fór og nýggi bankin bleiv stovnaður. »Um so er, at Taks gevur Eik Banka viðhald í hesum málinum, so hevur Fíggjarligt Støðufesti ein trupulleika av teimum heilt stóru, og so skal Fíggjarligt Støðufesti til at rinda hasar 500 milliónirnar aftur til bankarnar í bankapakka 1« Odd Bjellvåg – Eg fegnaðist um at hoyra, at landsstýriskvinnan við fíggjarmálum ætlar at seta á stovn eitt váðaráð. Tí eingin ivi er um, at vit hava tørv á strangari eftirliti, sigur Odd Bjellvåg MYND: ÁLVUR HARALDSEN