hósdagur 9. juni 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
19
BARBARA HOLM
H
vussu tryggjar TF
Holding sær, at felagið
ikki hongur uppá vána
lig lán í Eik?
Hendan spurningin setti
Gunnar í Liða, stjóri í TF Holding,
Fíggjarligum Støðufesti, á einum
av fyrsta fundunum, sum var
hildin, um møguleikarnar fyri at
TF Holding fór at gerast eigari av
Eik, 5. oktober 2010.
Á fundinum vildi TF Holding
tryggja sær, at samtakið ikki
keypti Eik og eftirfylgjandi mátti
staðfesta, at bankin var nógv verri
fyri enn upprunaliga hildið.
Fíggjarligt Støðufesti svaraði,
at TF skuldi fáa atgongd til eitt
kunningarupprit um, hvat stóð á
bókunum hjá Eik, og út frá hesum
kundi TF gera sínar egnu metingar
av, hvat stóð á bókunum hjá Eik.
Fíggjarligum Støðufesti boðaði
eisini frá, at Fíggjarligt Støðufesti
for at gera allar niðurskrivingar,
áðrenn bankin varð settur til sølu.
Hetta var ein trygd fyri, at TF
Holding ikki fór at verða tikið av
bóli av, at bankin var minni verdur
enn mann helt, tá mann keypti
bankan.
Tað vil siga, at tað, sum TF
Holding keypti, var ein banki
aftaná niðurskrivingar í mun til,
hvat stóð á bókunum hjá gamla
Eik 30. September 2010.
Hetta vil eisini siga, TF Holding
visti frá byrjan, at bókaðu virðini í
gamla Eik, sum bleiv yvirtikin 30.
september 2010, ikki vóru tey røttu.
Fíggjarligt Støðufesti skuldi ganga
gjøgnum bøkurnar, og gera niður
skrivingar áðrenn nýggi bankin
yvirtók bøkurnar.
Men í skattamálinum hjá Eik
vil leiðslan fyri Eik – sum er sama
leiðsla sum í TF Holding – vera
við, at niðurskrivingarnar av virð
unum í Eik eru gjørdar í nýggja
bankanum.
Í apríl 2014 spyr TAKS Eik um
eina uppgerð av handilsvirðunum
á ognum og skyldum í samband
við yvirtøkuna av virkseminum
hjá Eik.
Eik svaraði aftur 14. mai, og
vísti Taks á, hvat stóð á bókunum
hjá gamla Eik 30. september 2010,
umframt tær báðar milliardirnar
frá Fíggjarligum Støðufesti –
samanlagt 2.024 milliónir krónur í
eginpeningi. Eik skrivar til TAKS, at
»Tað var við støði i hesum virðum,
Eik Banki var settur til sølu yvirfyri
almenninginum«.
Tað vil siga, at í samskiftinum
við TAKS vil Eik vera við, at Eik
varð settur til sølu áðrenn niður
skrivingar.
Kunningin til TAKS í mai 2014
stendur tí beinleiðis í andsøgn
tað, sum kom fram á fundinum 5.
Oktober 2010. Tá fekk TF Holding
trygd fyri, at felagið ikki kom at
hanga upp á vánalig lán í Eik,
tí Fíggjarligt Støðufesti gjørdi
allar niðurskrivingar, áðrenn
bankin var settur til sølu. Men í
samskiftinum við TAKS vil Eik
vera við, at bankin varð settur til
sølu áðrenn niðurskrivingar.
Stendur í
ársfrágreiðingini hjá Eik
Tað er ikki bara í samskiftinum
við TAKS, at Eik mistekur seg, tá ið
umræður nær niðurskrivingarnar
vórðu gjørdar. Á síðu 26 í almennu
ársfrágreiðingini hjá Eik banka fyri
2011 stendur soleiðis skrivað:
Kortini hevur Eik banki eftir
fylgjandi valt, at draga tær 514
milliónirnar frá í síni egnu skatta
uppgerð. TAKS viðgerð framvegis
málið.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
BEINLEIÐIS ANDSØGN
MILLUM SKJØLINI OG
SAMSKIFTI VIÐ TAKS
Enn eitt skjal avdúkar ósamsvar
Longu í oktober í 2010 fekk leiðslan í TF Holding at vita, at Fíggjarligt
Støðufesti átók sær niðurskrivingar og at tað tí ikki var partur av virkseminum
hjá nýggja bankanum. Tað vísa skjøl frá 5. oktober 2010