hósdagur 9. juni 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
20
Matgerð
Minnast tit, tá ið Sjónarp Føroya (ja, tað æt soleiðis tá), gjørdi »Dult kamera«-
sendingar? Hetta man hava verið mitt í 90’unum, ella fyrr, hvør veit? Kanska
havi eg bara sæð endursendingarnar frá 80’unum í 90’unum – sig so ikki at
endursendingar ikki kunna vera góðar. Og tær høvdu óiva verið enn betur í dag
TJÓÐHILD PATURSSON
G
óða Kringvarp,
Eg má viðganga,
at eg hyggi ógvuliga
sjáldan eftir sjónvarp
inum – næstan bara tá ið eg vitji
mammu, og tað er tíanverri alt
ov sjáldan. Eg hoyri heldur ikki
útvarpið. Eg eri eitt av hasum
fólkunum, sum bara duga at
gera eitt í senn. Eg dugi ikki at
lurta eftir útvarpi/tónleiki og
gera okkurt annað ímeðan; og
eg eri alt ov órólig til at sita niðri
og lurta eftir útvarpi uttan at
gera nakað ímeðan… Og tá er tað
ógjørligt, síggja tit. Tað endar
altíð við at eg sløkki útvarpið
og sissi mína óróligheit við at
yviroysa meg við arbeiði. Sunt?
Nei, møguliga ikki. Men tað
riggar, og gleðir meg, og gleði er
sunn, ikki so? Nei, orsaka góða
Kringvarp, nú spilli eg tína tíð,
tað eg vildi siga var, at eg havi
goldið Kringvarpsgjald øll árini
eg havi búð í Føroyum, men eg
steðgaði at fylgja við einaferð
miðskeiðis í 90’unum, tí hugsaði
eg at spyrja um tit møguliga
kundu gera mær tann beina
at byrja at endursenda
frá 90’unum, soleiðis
at eg kann innheinta
hini, og klára betur at
fylgja við í dag. Kanska
tit kunnu byrja við
hinum »Dult Kamera«-
sendingunum? Tær
hava ordiliga fest seg
í minnið, og at síggja
tær aftur kann kanska
motivera meg at hyggja
meira.
Takk,
Blíðar heilsanir,
Tjóðhild.
Eg minnist serliga væl ta ferðina,
tá ið sjónvarpsfólkið gav einum
tilvildarligum fólki uttan fyri SMS
ein soft-ice, spurdi um viðkomandi
kundi halda ísinum eina lítla løtu
fyri seg. Ja, segði vinarliga fólkið.
Sjálvsagt. Men eingin heintaði
ísin aftur. Ein minuttur fór, tveir,
tríggir… tíggju. Ísurin smeltaði,
og neyðars vinarliga fólk kom í
neyð. Hvat ger man? Letur ísin
renna útyvir síni klæðir? Koyrir
ísin burtur? Etur ísin? Hvat hevði
tú gjørt? Hahaha… eg sat tíbetur
hinumegin sjónvarpsskíggjan, og
eg bara flenti.
Nakað soleiðis ímyndaði eg
mær, at tað fór at síggja út, tá ið
myndirnar av hesum ísunum
skuldu takast, tí eg eri ein rættliga
seinur fotografur. Men soleiðis
bleiv tað ikki. Báðar gellurnar
á myndunum ótu ísin so mikið
skjótt, at eg fekk bara tikið nakrar
fáar myndir. Myndirnar vóru
tiknar í einum kaffisteðgi/íssteðgi
í sambandi við
HEIMA tiltakið í Nólsoy í mars. Nú
nakrar mánaðir eftir skal eg brúka
myndinar her, og ergri meg yvir at
eg ikki fekk tikið fleiri myndir.
Um eina løtu fari eg oman á
Kunningarstovuna við mynda-
tólinum at royna at fáa eina mynd
afturat. Klokkan er bara 06.36, so
eg verði allar helst einsamøll. TAÐ
fór óivað at síggja komiskari út enn
fólkini í »Dult Kamera«-filmunum…
Tjóðhild kl 7 um morgunin við ísi
í einari hond og myndatólinum í
hinum, við útstrektum armi, fyri
at royna at fáa ísin uppá myndina
(linsan í mínum myndatóli er so, at
tað eg taki mynd av má vera minst
hálvan metur burtur…. so eg má
royna at strekkja armin ordiliga
langt). Eftir myndatøkuna fari eg
at eta ísin til morgunmat. Jeps! Ís
til morgunmat! Systir mín fær eitt
sjokk, tá ið hon lesir hetta. Ein av
mínum nógvu systrum, og nógv
onnur við henni, hava fingið tað
fatan at eg altíð eti sunt. Men so
leiðis er altso ikki. Hon bleiv rættu
liga kløkk, tá ið eg fortaldi henni,
at eg fleiri ferðir um vikuna
eti sjokolátakøku til
lunch. Ikki við vilja,
men mest tí at eg
arbeiði eitt stað
við nógvum
góðum køk
um, og tá ið
nógv er at
gera, so eti
eg bara tað
sum er fyri.
Í morgun
verður tað
ísurin.
Rómaísur –
grunduppskrift
500 ml av róma
250 ml av mjólk
1 dl av sukuri
1 nips av salti
6 pasturiseraðar
eggjablommur
+ tann smakkin tú vilt hava
Koyr róman, mjólkina, sukurið
og saltið í eina grýtu. Hita upp,
lat tað ikki kóka. Lat tað bara
blíva heitt soleiðis at sukurið
upploysist. Ímeðan rørir tú tær 6
eggjablommurnar væl saman við
einum gaffli – í einum øðrum ílati.
Tá ið sukurið er upployst, hellir
tú umleið 1/3 av róma/mjólkar-
blandingini yvir á eggja-blomm
urnar – koyr eittisindur í senn,
og rør alla tíðina. Síðani stoytir
tú eggjablommurnar við róma/
mjólkarblandingini yvir aftur í í
grýtuna til restina. Set á lágan til
miðalhita og rør í alla tíð. Nú skal
veskan tjúkna. Rør væl runt alla tíð,
annars storkna eggjablommurnar
í klumpum, og tú gert røregg. Tað
er torført at forklára hvussu tjúk
blandingin skal vera… sum suppa
møguliga? Altso enn flótandi og
rennandi, men tó ikki so tunt
sum bara rómi. Royn teg fram. At
enda sílar tú blandingina (fyri at
fáa møguligar smáar klumpar úr),
og koyrir so blandingina í eina
ísmaskinu, og letur hana mala,
ímeðan ísurin frystur. Hevur
tú onga ísmaskinu, so koyrir tú
blandingina í eitt ílat, sum tú setur
í frystiskápið, og so rørir tú runt
í ísinum hvønn hálva tíma – til
ísurin er frystur. Hetta fyri at tað
ikki skulu vera ov nógvar krystallir
í ísinum, men at hann heldur verð
ur bleytur og mjúkur.
Prei
Grunduppskriftin smakkar væl
í sær sjálvum, men er enn betur við
eittsindur av ektaðari vanilju. Tað ber
væl til at koyra annan smakk í eisini. Royn
teg fram. Tú kanst koyra okkurt smakkevni
í í fyrsta stigi, tá ið mjólkin, rómin og sukurið
samankókar, ella at enda í ísmaskinuni - alt
eftir hvør smakkurin er, so riggar annað betur
enn hitt. Hjá okkum á Kunningarstovuni
í Nólsoy plaga vit at gera vaniljuís,
rabarbuís, sjokoláta&espressoís
og ein tara&lakrits-ís.
Góða Kringvarp, kann eg
fáa fleiri endursendingar?
– eg vil síggja ísin bráðna umaftur og umaftur