hósdagur 9. juni 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 64
22
Albert: – Beinini eru flott og skulpturell, men sjálv
brúgvin er grúuliga óinteressant at hyggja eftir. Hon
er jú eitt portur til Havnadal, men sær einki út sum
eitt portur. Hon kundi verið meir skulpturell. Hinvegin
má útsjóndin onkuntíð víkja fyri tí, fólkið vil; Og í dag
vil fólkið sleppa skjótt og trygt aftur og fram. Til tað
fungerar brúgvin heilt væl.
Albert: – Trappan er sera væl plaserað og hon sær gott
út. Men í einum miðbýi, vil man gjarna hava tað fjálgt
og tætt; Tað gevur eina heilt serliga miðbýarkenslu. Tá
eg standi á vaglinum við Nólsoyarpáll, kenni eg tað sum,
at eg mangli ein fjórða vegg. Síðan gamla Perlan var
rivin niður, hevur tað kenst sum ein visuellur gjøgnum
trekkur uttan Perluna – og tað er gjøgnumgangandi
í øllum miðbýnum. Miðbýurin kennist for opin, og
stóð tað til mín, so var tað tætt og fjálgt allan vegin av
Kongabrúnni og niðan á Tórsvøll. Í hesum førinum við
trappuni, kundi man bygt Perluna upp aftur, so hon
stóð á trimum beinum uppiyvir trappuni.
Tað snýr seg eisini um at tora at lata hesum ættarliðnum
framat í staðin fyri at spæla, at vit liva í 1800-talinum.
Á tann hátt hevði man fingið lív í býnum.
Albert: – Eg dugi illa at fyrihalda meg til hetta
fyribrigdið; Eg skilji rætt at siga ikki, hvat endamálið er.
Úrslitið sær grúuliga tilvildarligt og ógjøgnumtonkt út.
Kanska oyðileggur hatta í veruleikanum meir, enn tað
ger gott. Um man vil seta lit á býin, kann man brúka
skulpturar og annað – og ikki bara gera eitt hvørt eftir
einum degi.
Mentanarbýir sum París og London eru jú bygdir upp
gjøgnum árahundrað – og líka sum teir býirnir skal man
hava virðing fyri at list og mentan krevur pengar og tíð.
Hesar málingarstrípurnar eru í øllum førum ikki til gleði
fyri eygað.
Útsjónd: 3
Útsjónd: 7
Útsjónd: 1
Funktionalitetur: 8
Funktionalitetur: 8
Funktionalitetur: 4+
Brúgvin
um Sandá
Trappan
í Vágsbotni
Málingin
á Tórsgøtu
ARKITEKTUR DØMIR
Vikuskiftis Sosialurin hevur gjøgnum
gingið Havnina saman við arkitektinum
Albert Isfeld. Vit hava serliga hugt
eftir arkitektoniskum broytingum av
Havnini, og vit umrøða eisini seinasta
prýðingararbeiðið av býarmyndini.
Sumt er væleydnað og flott. Sumt er
ringt at skilja, og okkurt er beinleiðis
oyðileggjandi, sigur arkitekturin
LAGT TIL RÆTTIS: BIRGITH LASSEN