hósdagur 9. juni 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 64
23
Albert: – Bygningurin er væleydnaður fyri tað, hann
er. Man vildi hava ein modernaðan bygning, og tað fekk
man. Men eg vil siga, at vildi man ordiliga markera seg,
so kundi man bygt eini 10-11 hæddir, og so bleiv tað ein
ordiligur skulpturur í býarmyndini. Bygningurin er eitt
gott modernað óskoyti til ein annars gamlan bý – og eg
haldi faktiskt, at bygningurin er góður fyri havnina.
Albert: – Tann nýggi parturin av ítróttarmiðdeplinum
er væl eydnaður. Tórsvøllur er flottur, nýtíðarhóskandi
og funktionellur. Men økið rundanum ber brá av, at man
hevur tikið støðu til tingini, so hvørt sum formennirnir
verða valdir. Eg kundi hugsað mær, at man heldur
gjørdi eina langtíðar ætlan fyri alt økið, tí so sá økið
ikki so rótut út, sum tað ger nú. Tað er synd, tí tað
oyðileggur okkara tjóðarstadion, at tað eru plaserað
smá høsnarhús-líknandi hús og barnagarðir ymsa
staðni rundanum. Men um vit venda aftur til sjálvan
Tórsvøll, so haldi eg, at hann byrjar fáa skap og sær heilt
hampiligur út.
Albert: – Tað er so nógv skrambul í Mylnutjørn. Húsini
eru flest øll nøkur snedig typuhus, sum eru høg og
kløn. Og hóast onkur góð og flott arkitektteknað hús
eru í millum, men man hevur ikki skilt sína uppgávu.
Og tað er synd, tí tankin var ordiliga góður. Intentiónin
var at gera eina rúgvu av smáum grundstykkjum og
syrgja fyri, at húsini vóru lætt atkomilig. Ta uppgávuna
er man komin í mál við, men skuldi verkætlanin verið
fullgjørd, so hevði man plantað trø og runnar fyri at
fjálga um. Í heila tikið vildi eg ynskt, at kommunan var
meiri inni yvir slíkum verkætlanum. Man kundi kravt,
at tekningar vórðu sendar inn til arkitektar at vurdera –
um okkurt ikki var so gjøgnumtonkt, kyndi arkitekturin
rættað í tekningunum.
Útsjónd: 7
Útsjónd: 3
Útsjónd: 3
Funktionalitetur: 7
Funktionalitetur: 5
Funktionalitetur: 8
BankNordik
bygningurin
Tórsvøllur
stadionøkið
Býlingur
við Myllutjørn
UM HAVNINA
Tórsvøllur
við Myllutjørn
Vit hava biðið
Albert Isfeld
seta ein karakter frá 1-10
fyri ávikavíst útsjónd
og funktionalitet
– Trappan í Vágsbotni er sera væl plaserað
og hon sær gott út, sigur Albert Isfeld