Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 24 PERLA, POLITIKKUR OG TRAPPA HUGLEIÐINGAR Leivur Thomsen N ú er trappan í Vágsbotni við Boisensgarð lok­ sins liðug, og fólk síggja út til at hava tikið hana til sín og brúka hana sum uppihaldsstað í hjartanum í Havnini. Býráðið hevur, síðani Perlan varð tikin niður í 1983, sostatt brúkt eini 32 ár um at koma fram til hesa loysnina. Men hvat er hetta fyri eitt stað í býnum, og hví hevur so nógv kjak staðist av hesum? Vit taka sam­ anum. Trupult býarrúm Økið rundanum trappuna fun­ gerar sum sambindingarliður við nógvari ferðslu millum Vestaru Vág og Vaglið/Eystaru Vág, og tí hevur tað verið trupult at definera tað býarskipanarlilga. Gunnar Hoydal, sum var býararkitektur, tá Perlan varð tikin niður í 1983, fekk til uppgávu at finna fram til eina fyribils loysn, og soleiðis kom ein grønur blettur við einum akkeri at mynda staðið øll árini, til spakin varð settur í til núverandi loysnina við trappuni. Ymsar ætlanir Áðrenn Perlan varð brotin niður í 1983, gjørdi býráðið eina samtykt um, at okkurt nýtt skuldi byggjast á staðnum. Bundin av hesari samtykt fór Heðin Mortensen, táverandi formaður í Mentanarnevndini í býráðnum, út til almenningin at spyrja, hvat fólk vildu hava, tí býráðið visti ikki reiðiliga, hvat skuldi vera á staðnum. Arkitekturin Palli Gregoriussen varð biðin um at gera uppskot til nýggja Perlu. Hansara boð var eini hús, sum vóru munandi minni og lægri enn Perlan og við tveimum mønum. Palli gjørdi harafturat eina loysn við urtagarði og ongum húsi. Gunnar Hoydal, býararkitektur, gjørdi eitt uppskot um ein lítlan »bátahyl« og feðgarnir Eivindur Mohr og Kári Thomsen høvdu eina loysn við gróti og rennandi vatni. Á borðinum lógu soleiðis fleiri loysnir við bæði húsi og ongum húsi, men kortini varð onki av hesum uppskotum brúkt, tey komu í skuffuna at liggja, og staðið, perlugrundin, kom at liggja í óvissu í 32 ár. Núverandi loysnin hjá Zeta Arkitektum við trappuni líkist teirri frá 2012, sum Gunnar Hoydal, Mette Skjold, Hans Mortensen og Ósbjørn Jacobsen løgdu fram sum privatpersónar í slóðbrótandi uppskoti um miðbýarætlan nevnt »Havnin innanfyri Stóragarð«. Teirra uppskot innihelt eina trappu, har Mylnugøta var fylt upp, og har grótgarðurin um Boisensgarð var tikin niður, soleiðis at økið aftanfyri býráðshúsini saman við Boisensgarði kom at verða ein park. Hóast núverandi loysn líkist teirri hjá Gunnari Hoydal og Co., leggur hon upp til, at økið framhaldandi skal vera til gjøgnumkoyring við nógvari ferðslu, at uppihald og ferðsla onkursvegna skulu verða sameint. Perlan Upprunaliga var økið, har Perlan stóð, lutað sundur í fleiri smáar matriklar til bátaneyst. Um aldarskiftið 1800/1900 vórðu hesi tikin niður, og eitt stórt pakkhús í fýra hæddum reist á matriklarnar. Tað var handilsmaðurin Zacharias Heinesen, pápi William Heinesen, sum lat pakkhúsið byggja. Handilin hevði hann í húsunum, har Miðla­ húsið og nýggja matstaðið »Eta« halda til í dag. Fyri seinna heimsbardaga kom Perlan at vera gistingarhús og mat­stova – harav navnið Perlan – og tey, sum eru meira ella minni tilkomin nú, minnast ovurstóru kotilettirnar, sum matstovan borð­ reiddi við. Bæði William Heinesen og mál- arin Mikines brúktu eitt skifti eitt rúm á loftinum til at mála í. Rithøvundurin Nis Pedersen búði einaferð í húsunum sum gestur hjá Williami, ið átti Perluna. Tað sigst, at hesin Nis var dekan ov vátligur, og William hevði trupult við at nøkta hansara trongd til tað váta slagið. Soleiðis fekk Perlan eyknevnið »Den våde høne«. Kommunan yvirtók húsini fyrst í 70'unum og hevði ætlan um at umvæla tey. Fyrst stóðu húsini tóm í nøkur ár. Seinni fluttu starvsfólk hjá kommununi inn í Perluna. Havnar Jazzfelag, sum varð stovnað í 1975, flutti inn í 1981 og var ókeypis í húsinum, til Perlan varð rivin niður í '83. Kristian Blak var sentral drívmegi í felagnum. Eitt ótal av føroyskum bólkum spældu í Perluni, umframt at eitt út­ lendskt navn var á skránni hvørja viku. Tá tað var uppá tað mesta, vóru fimm konsertir um vikuna.