hósdagur 9. juni 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
25
Í 1983 varð Perlan tikin niður, tí
býráðið segði húsini vera í so ringum
standi, at tey kundi rapa nær sum
helst – hetta, hóast nýtt tak júst
var lagt á, og hóast býráðið hevði
keypt tilfar til at seta húsini í stand.
Perlan varð harafturat søgd at vera
so mishátt, eitt »skrímsl«. Men tað
vóru helst deildar meiningar um
tað, bæði hvat standinum og tí
estetiska viðvíkur.
Mentan, list og
lív miðbýnum
Jazzfelagið vildi skapa ein pall í
miðbýnum, sum veitti tónleikarum
fult listarligt frælsi. Skráin í Perluni
fevndi ikki bara um jazz men eisini
rokk, blues, funk, fólkamusikk og
spælimansmusikk, umframt at
filmar eitt nú av Fassbinder vórðu
vístir. Og so vóru kvøldsetur við
upplestri og sangi eisini. Perlan
osaði av list og kreativiteti.
Men býráðið við Poul Michel
sen á odda vildi hinvegin hava
Jazzfelagið úr Perluni og yvirhøvur
úr miðbýnum, tí grannar, Sjó-
mansheimið og onnur, klagaðu
um gangin og ólevnaðin, sum var
rundanum tiltøkini. Hetta var
partvíst orsakað av bumsunum í
býnum, sum komu í Perluna, og
jazzurin fekk av órøttum skyldina
fyri teirra ólevnað.
Hóast býráðið hevði ætlan um
at byggja nýggja Perlu, lá tað ikki
í kortunum, at Jazzfelagið skuldi
flyta inn aftur, men tað var nevnt,
at húsið skuldi verða tilhald fyri
tey eldru í býnum, og at kjallarin
skuldi verða »undirhús« fyri eldru
menninar, sum tá høvdu eitt
høli Undir Bryggjubakka kallað
»Undirhúsið«. Byráðið legði sostatt
ikki upp til, at hesin parturin av
miðbýnum skuldi verða myndaður
av ungdómi, sum man má siga, at
limirnir í Jazzfelagnum vóru.
Nýggj Perla varð sum kunnugt
ikki bygd uppaftur, og Jazzfelagið
fekk ikki boðið annað høli at vera
í. Áskoðanin hjá býráðnum var,
at eftirsum Jazzfelagið var eitt
privat felag, hevði kommunan ikki
plikt til at útvega felagnum høli -
tað kundi felagið sjálvt gera. Við
hesum politiska illvilja kom økið
við Vágsbotn at verða uttan tað lív,
sum mentanartiltøkini í Perluni
góvu – eitt lív, sum í stóran mun
verður eftirlýst í dag.
Jazzfelagið varð munandi skert,
tí mangir limir fullu frá orsakað av,
at felagið nú knappiliga varð vorðið
húsvilt. Men felagið helt treiskliga
fram og hevði aktivitetir aðrastaðni
í býnum, eitt nú í veitsluhøllini í
Havnar Klubba, sum felagið áður
hevði brúkt til tiltøk.
Tað, at onki lív hevur verið í
miðbýnum, er býráðnum sjálvum
fyri at takka. Býráðið hevur gjøg-
num tíðina flutt konsertir út í
útjaðaran, tí miðbýurin skuldi
helst vera friðarligur. Helst man
tað vera rúsdrekkalóggin, sum
varð liberaliserað í 1992, og privata
initiativið við skeinkistøðum og
live-tónleiki, sum gjørdi sítt til,
at politiska skipanin í býnum
eftirhondini fekk eyguni upp
fyri livandi rútmiskum tónleiki í
miðbýnum. Í dag gongur býráðið
sjálvt á odda við at skipa fyri kon-
sertum í miðbýnum, tí tað savnar
fólk og skapar lív og trivnað. Tíð-
irnar eru broyttar.
William Heinesen blandar seg
Tað segðist, at William Heinesen
ikki dámdi jazztónleik. Hann skal
hava sagt, at tónleikurin, sum
varð spældur í Perluni, var eitt
»barbariskt óljóð«, og at Perlan
var ein »kambfjøður í tí annars so
fríoygda andlitinum« Vágsbotni.
Hann hevði brævaskifti við
býráðið, har hann beinleiðis heitti
á politikkarar um at skipa fyri at
ríva Perluna niður. Hann skjeyt
upp, at ein »hangandi havi«, sum
er ein urtagarður settur upp í
trappuformasjón, varð gjørdur á
staðnum.
Gamaní hevur tónleikurin helst
ikki altíð ljóðað so væl, og húsið var
ikki beinleiðis nøkur arkitektonisk
perla. Men býráðið gjørdi so, sum
William Heinesen ynskti, skræddi
Perluna niður, og nú 33 ár seinni er
ein trappa við plantuvøkstri bygd
á staðnum. Hvussu nógv, býráðið
akkurát hevur lurtað eftir Williami,
er óvist, men sum heiðursborgari í
Havn og heimskendur rithøvundur
hevur hann óivað havt okkurt av
ávirkan.
Tað ironiska er, at á sama hátt,
sum William Heinesen í søguni
Glataðu Spælimenninir lýsir
trongu korini hjá tónleikarum í
Havn fyrst í síðstu øld og kamp
in hjá teimum mótvegis smátt
skornari moralismu, gerast
jazzararnir í Perluni offur fyri júst
hesum sama og verða kveistraðir
úr miðbýnum við illvilja og for-
dómum.
Vón fyri framman
Óvist er, hvussu miðbýurin hevði
verið, um Perlan hevði verið
umvæld, og aktivitetirnir har
høvdu hildið fram. Men tað er
privata inititivið, sum hevur gingið
á odda, hóast tað er paradoksalt, at
grannin fyri norðan, fyrrverandi
»Sjómansheimið«, sum klagaði um
Perluna, nú hevur bæði føroya best
útgjørdu barr og jazztiltøk hvørja
viku.
1983 var hendingarríkt. Vit
fingu Norðurlandahúsið og ein
jazzfestival árið eftir. SMS fekk
sína Perlu, og nú er ein betongkassi
í miðbýnum knappiliga kallaður
Perlan. Vit hava nú sjálvandi eisini
fingið eina trappu.
Í dag er Reinsaríið væl útgjørt
spælistað, og býráðið arbeiðir við
at umskipa miðbýin. Lívið sprettur
spakuliga aftur, og tað er vón fyri
framman.
Men tað er í øllum førum prógv
að, at tað meir enn so ber til at køva
lív við stuttkygdum politiskum
loysnum.
Men tað er
privata initi
tivið, sum hevur
gingið á odda,
hóast tað er
paradoksalt,
at grannin fyri
norðan, fyrr
verandi “Sjó
mansheimið”,
sum klagaði
um Perluna,
nú hevur bæði
føroya best út-
gjørdu barr og
jazztiltøk hvørja
viku
Leivur Thomsen