hósdagur 9. juni 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
26
Óli Jacobsen
FYRSTU BÝRÁÐS-
POLITIKARAR Í HAVN
VÓRU MERKISMENN
Hesa ferð verða umrøddir tríggir av teimum fimm limunum í fyrsta býarstýrinum í Havn í 1866
3. partur
Í
tveimum pørtum hava vit umrøtt
fyrsta borgarstjóran í Havn, A.C.
Lützen. Hesa ferð verða umrøddir
Enok Bærentsen, H.C. Müller og
Christoffer Michael Olsen, sum allir hava
havt stóran týdning í føroyska samfelag
num.
Enok Bærentsen:
Oddamaður fyri
jólafundinum í 1888
Enok Bærentsen (1831-1900) var limur í
»borgerrepræsentation« árini 1866-1870,
1872-1881 og 1897-1900.
Hans Jacob Debes greiðir frá, at Enok
var í Danmark og lærdi handilsskap. Komin
aftur til Føroya í 1856 fór hann at handla í
Havn.
Enok hevði handil Bringsnagøtu. Hann
hann hevði eisini kafé við dansi í Gamla
Danmark í Konradsbrekku. Tað kostaði 10
oyru at sleppa inn.
Tá ið Niels Winther, svágurin, legði
frá sær sum fólkatingsmaður í 1857, var
Enok valdur til fólkatingsmann, men H.
C. Müller vann á honum longu árið eftir.
Enok var løgtingsmaður í 24 ár í fleiri um
førum og varð mettur at vera leiðari hjá
vinstrabólkinum í løgtinginum.
Var høvuðsrøðari á jólafundinum
Enok var innbjóðari og høvuðsrøðari á
jólafundinum í 1888, sum byrjaði sjálvstýris
rørsluna.
Enok vísti á, hvussu tað hevði gingið
afturá við móðurmálinum. Føroyingar
høvdu sjálvir ábyrgdina. Teir virdu málið
ikki sum annað enn eitt gerandismál.
Føroyskt átti at vera skúlamálið, eisini
í undirvísingini í donskum, har miðast
skuldi eftir at læra føroyingar at lesa og
skriva danskt og at tala tað so nøkulunda.
Danska málið kundu føroyingar ikki vera
fyri uttan. Hetta var kulturmálið, sum
setti føroyingar í samband við útheimin.
Prestarnir skuldu sjálvir ráða fyri, hvat
mál teir talaði í kirkjuni. Eisini skuldi verið
loyvt at nýta føroyskt í rættinum. Tað mátti
verið lættari hjá 10-12 embætismonnum,
sum vóru málkønir frammanundan, at
lært seg føroyskt nøkulunda, enn at 11.000
føroyingar skuldu læra seg danskt so væl,
at teir allir kundu tala tað.
Tann 6. januar 1889 var aftur fundur til
tess at fyrireika stovnandi aðalfundin av
Føroyingafelag tann 27. januar.
Nú hevði rørslan fingið andróður, tí hon
varð løgd undir at vera antidonsk. Serliga
var tað røðan hjá Enok Bærentsen, sum
hann helt vera misskilta. Enok segði seg
hava meint, at undirvísingin í donskum
bygdi á ta følsku trúgv, at børnini dugdu
danskt. Tí vildi hann, at børnini skuldu læra
bæði føroyskt og danskt fyri at geva teimum
atgongd til norðurlendskar bókmentir.
Men Enok kølnaði skjótt í hesum máli.
Bert ein mánað eftir fundin noktaði
hann fyri, at hann hevði kravt føroyskt
kirkjumál. Nú legði hann eisini eftir tjóð
skaparrørsluni, og legði hana undir at vilja
beina fyri donskum í Føroyum. Tí kom eisini
ilt millum hann og Rasmus Effersøe.
Gitt varð, at Enok kann eisini hava
hugsað um framtíðina hjá sínum vónríka
soni, Christian. Hann er einasti føroyingur,
sum hevur verið amtmaður í Føroyum.
Bærentsens og Müller parti
Í 1895 heldur Enok, at einki má takast frá
donskum, tí tað hevði ført til »åndelig stag
nation.«
Um aldaskiftið hevur Dimmalætting, har
Enok var blaðstjóri 1894-1900, hug at slaka
eitt sindur í málspurninginum og heldur,
at føroyingar »ikke bør tilstræbe et »enten-
eller«, men »et både – og«.«
Enok doyði í 1901, men hann upplivdi
at síggja sonin gerast amtmann í Føroyum.
Hann skrivaði til hansara: »Gennemgående
er folk glade for din udnævnelse. Men der
er naturligvis undtagelser.« Millum hesi
undantøk var »Müller klikan«. Hetta var
andstøðan hjá Enoki. Í 1899 verður sagt, at
á tingi eru tveir flokkar: »Müllers parti« og
»Bærentsens parti.«
Enok var abbi tann kenda fólkafloks
mannin Thorstein Petersen.
H. C. Müller:
Sýslumaður og
nógv annað
H. C. Müller var limur í borgaraumboðanini
frá 1866 til 1872. Hann verður best lýstur við
brotum úr minningarorðunum hjá Rasmus
Effersøe í Føringatíðindum 6. januar 1898:
Hans Christopher Müller var føddur 2.
september 1818. Tó at tað í teirri tíðini ikki
var lætt hjá einum Føroying at samla sær
kunnskap, bilaði ikki hjá sýslumanninum.
Við sínum frálíku lærievnum og lærihuga
søkti hann sjálvur sær tann kunnskap, sum
nú nógvur peningur má gjaldast fyri.
Tað er ikki bara eiti, tá ið mann ímillum
er sagt um sýslumann Müller, at um hann
onga eksamen hevði, so kundi hann andøva
javnsíðis við lærdar menn í øllum lutum.
Sýslumaður 20 ára gamal
Í 1839, 20 ára gamal, bleiv hann settur
sýslumaður hjá pápanum, og í 1843, 25 ára
gamal, varð hann útnevndur til sýslumann í
Streymoy og bleiv tað til sín deyð. Í 1852 varð
hann valdur til løgtingsmann og tað var
hann í 28 ár. Í ríkisráðnum, landstinginum
og fólkatinginum hevur hann siti fyri
Føroyar í 30 ár. Hann var kendur sum ein
trúgvur høgramaður.
Í 1869 varð hann útnevndur til post
ekspeditør í Havn. Í mong ár var hann
agentur fyri tað danska guvuskipsfelagið
[DFDS], sum heldur skip til at flyta post til
og frá Føroyum og Íslandi. Annars hevur
hann verið settur sorenskrivari og fúti;
limur av skúlastjórnini og stjóri fyri Føroya
Sparikassa.
Granskari innan fugl og grind
Umframt tað, sum er nevnt her hevur Müller
granskað ymsar greinir av náttúrulívinum,
sum eingin annar føroyingur. Hansara
fugla- og eggsamlingar bera prógv fyri tað.
Hann hevur skrivað nógv um hetta bæði í
Siðsøga
Gravsteinurin hjá Enokki. Vinstrumegin liggja tveir eitt ára gamlir abbasynir, Erik
og Viggo, synir Christian, einasta føroying, sum gjørdist amtmaður í Føroyum
Enok Bærentsen (1831-1900)