Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 27 eingilskum og donskum bløðum, so hann er kendur víða sum náttúrugranskari. Hans­ara »fuglabók« er av útlendskum natúr­granskarum nógv mett, og í fleiri »natúrvidenskapiligum« skriftum er hetta verkið tiltikið sum kelduskrift. Bæði Zoologisk Have og Zoologisk Museum í Keypmannahavn hava frá honum fingið nógv verdar upplýsingar. Hann hevur eisini skrivað eina bók á enskum um grindirnar í Føroyum. Fyri hesa bókina fekk hann medalju við eina framsýning í Edinburgh í 1882 og í sama viðfangi eina aðra fyri fiskireiðskap. Í Berlin var hann við eina fiskiskapsframsýning. Har fekk hann eisini eina medalju. I 1874 bleiv hann Dannebrogsmaður og í 1890 ridd­ ari av Dannebrog. Tann 1. september 1893 varð hansara 50 árs heiðursveitsla sum sýslumaður hildin, og fólk frá ymsum plássum í Streymoy var komið til Havnar at halda dagin. I sama viðfangi varð send honum ein »adressa« frá fleiri hundrað monnunum í Streymoy við tøkk fyri tey 50 árini, hann hevði verið sýslumaður. Eisini væl kendur í útlondum Müller var eisini kendur í útlandinum. Á sínum ferðum uttanlands kom hann sam­ an við nógvar útlendingar, og hann stóð í vinalag við nógvar góðar menn, eisini uttan fyri Danmark. Sum dømi uppá hetta skal nevnast, at ein Eingilskmaður við sínum egna skipi tvær reisur hevur komið til Havnar fyri at vitja sýslumannin. Tó at hann soleiðis varð ærdur bæði av kongi og fólki, bleiv hann altíð hin sami týdligi maðurin, sum ikki sýntist at kenna hugmóð. Eingin kundi merkja á honum, at hann í ein mansaldur hevði ferðast millum hægstu menn í kongadøminum; hann tosaði líka blídliga við tað armasta neyðardýr, sum við sínar líkar. Mangur fátækur maður ber honum gott, og mangur vælstillaðu maður er honum tøkk skyldigur, tí hann styðjaði fegin ein, ið stílaði framsettir. Hansara kennskapur til føroysk viður­ skiftir var frálíkur, og fór ein til hansara fyri at spyrja um eitt ella annað, kundi spyrj­arin vera vissur í, at hann kom til tann rætta, og ein kundi líta á teir upplýsingar, sýslumaðurin gav. Óførur grindamaður Millum annað kann hann ikki nóg mikið rós­ast sum grindamaður. Í ungum árum fór hann í grind hvar sum helst, og sum sýslumaður ferðaðist hann í grind inntil fyri fáum árum síðani. Tey, sum kendi hann rætt, mátti halda av honum, og hansara vinir so væl sum hansara óvinir mátti meta hann høgt; eingin kundi annað. Hann var ein sannur Føroyingur og góður danskur statsborgari, eitt prýði fyri okkara lítla land. H. C. Müller giftist 2. desember 1852 við Maren Christine f. Olsen, dóttir skómakarin Søren Olsen í Havn og Christine Marie Hentze. Tey fingu sjey børn, tvey búsett í Føroyum og fimm í útlondum. Tveir synir, Rasmus og Poul, og ver­ sonurin, Grønlands Johan, vóru kendir koloni­stjórar í Grønlandi Christoffer Michael Olsen: Skrivaði søguliga dagbók Christoffer Michael var limur í borgara­ umboðanini 1866-1869. Hann var sonur Zacharias Olsen ætt­aður úr Tjørnuvík. Í 1811 er Zacharias kramba­ kallur hjá kongaliga handlinum í Havn. Hann giftist í 1819 við Margrethu Catrinu Müller, systir sýslumannin Rasmus Müller. Hetta merkir, at Christoffer var systkina­ barn sýslumannin í Havn H.C. Müller. Sjálvur giftist Christoffer við Elsebeth Christine Evensen. Hon var systir systir Joen Peter og Jens Christian Evensen. Børnini hjá Christoffer og Kristinu Christoffer og Kristina fingu fýra børn: 1. Zacharias f. 1851, giftur í Danmark. 2. Johan Christian f. 1858. Giftist eisini niðri. 3. Jens Michael Olsen f. 1860. Hann giftist við trímenninginum Petru Kristine Müller. Hann hevði Handilsforeiningina, sum nú er Cafe Natúr. 4. Margrethe Cathrine f. 1862. Hon giftist við Søren Müller, beiggja Petru hjá Jens Olsen. Sonur teirra Hans Christoffer f. 1888, giftur við Ebbu, kend frá DFDS. Margrethe Christine Elsebeth f. 1896, giftist við Johan Danielsen, post­meist- aran, og Poul f. 1902 giftist við Sunnevu úr Skúvoy. Tískil er tað bert Hans Christoffer og Poul, synir Søren Müller, av ættini hjá Else­beth Christine og Christoffer Michael Olsen, sum eiga eftirkomarar í Føroyum. Søguliga dagbókin Tað er so heppið, at tað er nógv, sum kann greiðast frá um Christoffer. Hann fór 20 ára gamal at føra dagbók í 1842, og tað gjørdi hann fram til 1881. Tað er ikki nógv, hann skrivar teir flestu dagarnar, men kortini fyllir dagbókin einar 200 maskinskrivaðar síður bert fram til 1856. Tað er eisini gjørdur listi yvir teir persónar, sum hann umrøður, og hesir eru fleiri hundrað í tali. Tí er dag­ bókin eisini hent hjá søgufólki. Christoffer arbeiddi fyri kongaliga hand­ilin í Havn 1840-42. Síðan kom hann til út­handilin hjá kongaliga handlinum í Klaksvík í 1840 at arbeiða undir faktor Johan Morten­sen, sum var upprunin til Mortensenfyritøkurnar á Tvøroyri. Í 1845 flytir hann til kongaliga handilin í Havn, har hann arbeiddi fram til 1856. Frá 1856 og mong ár fram arbeiddi hann í Restorffs handli í Vágsbotni. Hann búði í húsunum yviri í Trøð, sum mostir hansara Jomfrú Müller hevði latið byggja í 1830. Christoffer átti bátar og leigaði teir út til havnarmenn at avreiða til kongaliga hand­ ilin. Eitt skifti hevði hann fýra bátar. Hann nevnir eisini fleiri ferðir A. C. Lützen, fyrsta »borgarstjóran« í Havn sum umframt nógv annað virksemi eisini hevði kvøld­skúla í týskum. Í 1850 var hetta týs­kvøld. Millum næmingarnar vóru Christoffer Michael, beiggi hansara Pram og Gud­mund Effersøe, sum gjørdist sýslu­ maður í Suðuroy. Tað hevur verið væl teirra millum, tí í mars 1848 var Christoffer Michael faddur hjá Lütje, son A. C. Lützen, sum var fyrsti blað­stjóri á Dimmalætting. Christoffer Michael plagdi eisini at geva Lützen eitt kók, tá ið hann var á útróðri. Anna, dóttir A. C. Lützen, skrivar, at pápin fleiri ferðir royndi at fáa arbeiði í Dan­mark, men at hann kom aftur hvørja ferð. Eina av hesum ferðum fór hann samb. dagbókini niður 5. august 1850 við Havfruen, men hann kom longu aftur við Hector 26. oktober, tveir mánaðir seinni. Hava havt sharialóg í Havn Tað sæst eisini í hesi dagbók, at fleinging av dømdum fólki er ikki eindømi fyri islam­ istar. Christoffer skrivar, at tann 4. desember 1851 »blev Dommen fuldbyrdet paa Peder Christiansen, der er dømt for Tyverie med 25 Rottingsslag. Hestjoen bankede ham«. Samb. orðabókini er rotting »en stok til korporlig afstraffelse«. Her eru nøkur brot úr dagbókini: 1852 18. januar Var Forsamling i Maadeholdenforeningen. Jeg og Lützen blev valgte til Forstandere i steden for Samuel Debes og Sysselmand Müller. I Dag er Selskabet 6 Aar gammelt, i den andledning holdt pastor Djurhuus en lille Tale, han er ikke med i Selskabet. 1853 3. februar Var der Forsamling i Thorshavns skole, hvor­ved flere Familiefædre kom til overens om at bespise fattige Børn, saa at intet Trygleri maatte finde sted. Der blev valgt en Bestyrelse, Lützen, Venningsted, Gregersen og jeg. 6. februar Fastelavns søndag ere 25 børn begyndte at faa deres Kost. Var forsamling i Maadeholdsforeningen. Lützen valgt til Formand. 6. juni bleve Præsten, Lützen og Venningsted valgte til Valgnævn. 10. november blev Skolelærer Lützen valgt til Lagthings­ mand (for Doctor Nolsøe) 1855 26. januar Christoffer M. Olsen, Jacobsen og Lützen valgtes til Directeurer for det Thorshavnske Skuespillerselskab. Komandi partur Komandi tveir partar verða um Martin C. Restorff, sum tann 21.juni ”fyllir” 200 ár. Hann var eisini limur í borgaraumboðanini. Müller fólkini eiga sína egnu deild í kirkjugarðinum á Svínaryggi. Uttast v.f. liggur Christoffer M. Olsen og uttast h.m. H.C. Müller. Fremst millum hesar steinar liggur Johan Joensen, Grønlands Johan, og eitt sindur aftanfyri millum teir báðar, Søren Müller Hans Christoffer Müller (1816-1897) Christoffer Michael Olsen (1822-1911).