Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 28 Edmund Joensen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Positivt er tað, at KVF týskvøldið hevði kjak um vitj­anir úr kongs­ hús­inum. Eisini gott at hava prát um, hvussu vitjanirnar kunnu gerast meira áhugaverdar. Og tað er ordiliga gott, at humor er uppií. Men tá ið knarr og illgitingar eru grundarlag undir kjakinum, og fáir kritiskir spurningar verða settir, fer orðaskiftið sjálvandi av sporinum. Ongin endi var á knarrinum: • Drotningin kemur higar av plikt – ikki av áhuga • Hon er her fyri at kyrra sjálvstýrisrørsluna • Skipanin er keðilig • Skráin fyri vitjanina er keðilig • Drotningin átti at komið til Føroya at lært seg at gera knettir Álvaratos, nú mugu tit taka tykk­ um saman. Tað er óseriøst út um alt mark at misbrúka public service-miðilin til møsn, illgitingar og knarr. Mangan havi eg hitt drotningina á máli, og fá munnu vitja Føroyar og føroyingar við so ektaðum áhuga sum júst hon. Hennara Hátign kemur als ikki higar av politiskum orsøkum, tí kongs­húsið er og hevur í nýggjari tíð altíð verið ópolitiskt, sjálvt um summi royna at politisera tey konga­ligu. Gestablídnið sum broyttist Ígjøgnum allar tíðir hava før­oy­ ingar borið orð fyri at sýna gestum sínum hitt eyðkenda føroyska gestablídnið, og kongshúsið plagdi ikki at vera nakað undantak í so máta. Seinnu árini hevur gestablídnið tó flutt seg í mun til kongshúsið. Ikki er tað tí, at fólk og myndug- leikar eru óblíð. Nei, tað eru fjølmiðlar – tey sum í stóran mun seta dagsskránna – sum hava vent føroyska gesta- blídn­ið á ranguna. Tak t. d. ætlaðu drotninga­vitj­ anina í fjør. Hana forpurraði KVF við undanførsluni um, at fólka- tings­val skuldi vera. Tak stóra hátíðarhaldið fyri drot­ningini, tá ið hon í 2012 hevði verið ríkisovasti – eisini í Føroyum – í 40 ár. Tað valdi KVF at boykotta. Er tað virðiligt? Kongalig heksajakt Tak eisini Sosialin, sum í oddagrein beint áðrenn drotningavitjanina í 2010 almannakunngjørdi, at fræg- ast hevði verið við einum forseta, sum kann skiftast út. Hvør skal siga: fá onkran annan at vera ríkis- ovasta. Er tað gestablídni? Og er tað gestablídni, at sama partíavís – enntá áðrenn drotning- ar­vitjanin endaði – setti á forsíðuna spurningin, um løgmaður eigur at brúka pengar uppá at bjóða drotn­ ingini ein døgurða? Vorðið sum blíðskapur og smáligheit. Fyri ikki at nevna heksajaktina, sum Tjóðveldisflokkurin og KVF í felag stóðu fyri í 2005, tí at Høgni Hoydal fekk ilt í afturpartin av ein­ari púra neutralari røðu hjá drotningini í Norðurlandahúsinum. Var tað seriøst? Øll skilja, at gestir, sum fáa hetta slagið av blíðskapi at kenna, hugsa sítt. Kortini koma tey úr kongshús- inum higar at vitja, tí tey hava ekt­ aðan áhuga fyri oyggjunum, fólk­ inum, menning, lívi og trivnaði her heima. Vinnuhúsið má vera aktivt Í KVF var eisini havt á lofti, at føroyskar fyritøkur og Vinnuhúsið hava ikki neyðuga vitan og fáa ikki boð um, at tey eru vælkomin við á framtaksferðir, har ið kongshúsið er á odda fyri at lata upp dyr, ið annars eru stongdar fyri vinnu­ fyritøkum. Hetta undrar almikið. Hví skal Vinnuhúsið sita hendur í favn og bíða, til onkur annar kem­ ur í tankar um tey? Hví ikki seta seg í samband við Dansk Industri, sum sera ofta skipar fyri framtaksferðum, har ið kongshúsið er spjótsoddur? Útflutningsráðið undir Uttan­ ríkisráðnum í Keypmannahavn er uppi í sama ella líknandi virksemi. Kenni eg tey rætt, standa tey við opnum ørmum, um føroyingar venda sær tann vegin. Tað ræður um at vera aktivur sjálvur. At so fullveldisfólkatingsmað- urin hjá Javnaðarflokkinum nú brúkar henda einfalda spurning politiskt, er rein opportunisma. Gestablídni fram um politikk Drotningin kemur á vitjan í Føroyum sunnudagin, og ongin ivast í, at føroyingar – sum siður er – taka væl ímóti henni og fylgi hennara við væl kenda føroyska gestablídninum. Tað hevði eisini sømt seg, at fjølmiðlar sum KVF og Sosialurin – um ikki annað – duga sær hógv og vanligan fólkaskikk. Drotningin er eisini okkara drotning og harumframt ein ópolit­ iskur almennur gestur, og líka mikið hvat ið vit annars halda um kongshúsið, ella hvønn politiskan lit vit hava, so er umráðandi, at før­ oyskt gestablídni er í hásæti. Góða drotningavitjan! Drotningina eiga vit øll KJAK Sjáldan hava so fá knarrað so nógv um nakað, sum als ikki nýtist at vera ein trupulleiki Leygardagin 07.05.16 gjørdist Ritva stórasystir til eina lítla og fitta diddu. Diddan vigaði 3.350 gr. og var 53 cm long. Foreldrini eru Lis Justinussen og Magnus Skoralíð, Norðragøta. 15. mai fingu Birgit og Bjarni Nielsen, Miðvágur, ein son. Hann vigaði 2930 gr og var 51 cm langur. 15. mai fingu Elsebeth og Marni Steinberg, Klaksvík, ein son. Hann vigaði 2920 g og var 49 cm langur. Hann hevur fingið navnið Eyðun. 2. juni fekk Elia Enghamar eina lítlasystur. Hon vigaði 3760 gr og var 54 cm long. Foreldruni eru Annika og Virgar Enghamar úr Havn. 31. mai fingu Herbjørg Leila Eliasen og Páll Oddur Rubeksen, Hoyvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4490 gr. FØÐINGAR