Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 29 SO REYK SÍÐSTA LEIVDIN Í STEINAGØTU AFTURHVARV EIRIKUR LINDENSKOV M á n ad ag i n fa l l gamla ahorntræið í Steina­gøtu í Havn. Tað mátti lúta fyri framburðinum, nú Tórshavnar kommuna er farin undir at gera ein bussterminal í gamla Føroya Banka, og tí skal knýta Steinatún og bankabygningin saman. Í hesum sambandi rúka so bæði gamla Steinagøta og træið – sum er tað einasta, ið eftir er av gamla umhvørvinum har umleiðir, sum serliga skifti skap seinast í sjeytiárunum, tá fleiri hús vórðu løgd undir asfalt fyri at gera pláss fyri Steinatúni. Økið er tí als ikki at kenna aftur í mun til tað, sum var áðrenn 1977 – ella fyri ikki at tala um, tá hetta ahorntræið varð plantað fyri kanska 100 árum síðani. Tey sum eru komin um miðan aldur minnast handilin hjá Karl F í Steinagøtu. Sethúsini og handilshúsini hjá Karl F. Johansen hjá Vága Heina stóðu har, sum bussarnir steðga í dag. Handilsgluggarnir og inngongdin vóru oman móti Steinagøtu – og í gongubreytini framan fyri handilin stóð træið. Eitt hol var í gongubreytini, so træið fekk sína vætu. Tá handilshúsini vórðu rivin niður, og alt økið umkalfadrað, stóð gamla træið eftir. Tað ráddi um at varðveita gamlan viðarvøkstur, sum vit ikki hava ov nógv av í Føroyum. Og soleiðis hevur hetta træið seinastu 40 árini staðið mitt í parkeringsøkinum í Steinagøtu – til fragd hjá teimum, ið hava alsk til viðarvøkstur. Havnarfólk hava verið glað fyri stóru trøini í miðbýnum. Og nógv eru tey sum syrgja, hvørja ferð gartnarar fara við stóru motorsagunum og kuta trøini niður. Sama rok var í sjeytiárunum, tá eisini stóru trøini hjá gamla Føroya Banka – nú Grasagarði, máttu lúta. Men tá vórðu nýggj trø plantað, og tey eru dag eins stór og týðulig í býarmyndini, sum tey gomlu vóru. »Framburðurin« í 1977 førdi til, at handilin hjá Karl F, húsini hjá Demmusi, Legathúsini og húsini hjá Sondum máttu lúta. Um tað var nøkur serlig orsøk til, at ahorntræið skuldi standa, er ikki greitt – kanska var tað afturhvarv hjá onkrum, sum ikki hevur sama týdning í dag. Ivaleyst verða onnur trø plantað, sum eisini fara at verða til gleði fyri havnarborgarar. Men sorgblíð var sjónin í Steinagøtu mánakvøldið. Træið, sum fall mánadagin, var síðsti farvegurin úr gomlu og virknu Steinagøtu Hendan myndin er tikin úr Niels Winthersgøtu yvir ímóti, har Steinatún er í dag. Fyri 40 árum máttu øll trøini vinstrumegin lúta fyri framburðinum Mynd frá tíðliga í fimmtiárunum. Grundin til bankabygningin er bygd. Hana bygdi Sjóvinnubankin, áðrenn hann fór á húsagang fyrst í fimmtiárunum. Her sæst ahorntræið framman fyri handilin hjá Karl F Myndafólkið, sum hevur tikið hesa myndina, stendur á horninum við Føroya Banka í Niels Finsensgøtu (Gongugøtuni). Vit síggja skósmiðjuna hjá Demmusi og handilin hjá Karl F. Hesi húsini máttu lúta fyri framburðinum fyri 40 árum síðani. Træið framman fyri handilin hjá Karl F er træið, sum varð sagað niður mánadagin Tað sá út sum eitt bumbukratur, tá øll húsini vórðu rivin niður umleið 1976-77