hósdagur 9. juni 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
30
TRÓNDUR ARGE
T
að er ein vónbrotin
Maria Sharapova, sum
26. januar í ár tapur í
Australian Open fyri
Serenu Williams. Tapið er tó
ikki meiri enn eitt tap fyri besta
kvinnuliga tennisspælaranum í
heiminum nógvu seinnu árini.
Komin av vøllinum verður hon,
eins og toppítróttarfólk so oftani,
tikið til dopingroynd. Í postinum
og á e-mailinum liggja nýggju
ásetingarnar frá WADA, sum er
heimsfelagsskapurin fyri anti-
doping. Tað skal vísa seg at blíva
ein dýrur umgangur fyri kvinnuna,
ið hevur flest inntøkur av øllum
kvinnuligum tennisspælarunum
árliga seinastu ellivu árini, at hon
ikki gav sær stundir at lesa nýggju
ásetingarnar.
Kavabólturin rullar
Ein stóran mánað seinni – 7. mars –
kallar Maria Sharapova og hennara
lega til tíðindafund undir heldur
øðrvísi fortreytum. Skjótt gerst
greitt, at talan er um heilt serliga
støðu.
Kenda smílið og lætta sinnalagið
er ikki til at fáa eyga á, og til tíðir
litfagra klædnavalið er útskift við
eina svarta troyggju.
– Eg eri her fyri at boða tykkum
frá, at eg fyri tveimum døgum síð
ani havi fingið eitt bræv frá ITF
(altjóða tennissambandið, blaðm)
um, at eg havi dumpað eina doping
roynd frá Australian Open, eru
fyrstu orðini, ið koma frá russisku
heimsstjørnuni.
Síðani kom ein paradurekkja
av umberingum, har hon ásannar
at hava fingið bæði bræv og teldu
bræv við nýggju ástetingum, men
at tað ikki hevur eydnast henni at
lesa tað.
Hon biður eisini um umbering
og endar við at siga, at hon ikki
ynskir at enda sína yrkisleið sum
tennisspælari á hendan hátt.
– Eg vóni, at eg fái ein møguleika
at spæla tennis aftur, sigur Maria
Sharapova, áðrenn kavabólturin
veruliga fer á rull.
Í døgunum eftir valdu stuðlar
sum Nike, Tag Heuer og Porsche
at fyribils steðga samstarvinum
við eina av førandi kvinnuligum
frontfigurunum hjá teimum. Eisini
velur ST at fyribils steðga sam
starvinum við Mariu Sharapova
sum umboðsfólk.
Meldonium fyri
hjartað og diabetis
Á tíðindafundinum royndi Maria
Sharapova eftir besta førimuni,
at vísa á hví hon hevur brúk fyri
meldonium. Ein heilivágur, sum er
framleiddur í Letlandi síðani 1970.
Meldonium er ein heilivágur, sum
eitt nú økir blóðrenslið í kropp
inum. Tí verður hetta nýt til fólk,
sum eitt nú hava upptakt til blóð
tøpp og diabetis.
Heilivágurin verður fyri tað
mesta bara brúkur í eysturevropa,
og er millum annað bannaður av
heilsumynduleikunum í USA.
WADA boðaði í september frá, at
heilivágurin kom á dopinglistan
frá ársskiftinum.
Á tíðindafundinum greiðir
Maria Sharapova frá, at hon fær
heilivágin tí hjartað slær óregluligt
og at familjan hevur ein søgu við
sukursjúku. Meldonium hevur
eisini heitið mildronate.
TENNIS Fimmfaldi Grand Slam vinnarin og heimskendi
tennisspælarin, russiska Maria Sharapova, hevur
fingið bann frá tennis i tvey ár. Orsøkin er heilivágurin
meldonium, ið bleiv bannaður so seint sum um ársskitftið
ÍTRÓTTUR
HEILIVÁGURIN
SUM FELDI
MARIU
SHARAPOVA
Meldonium