hósdagur 9. juni 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
31
– Í tíggju ár havi eg fingið ein
heilivág við navninum mildronate
frá læknaninum hjá familjuni. Fáar
dagar eftir at eg fekk brævið frá
ITF, so fann eg útav at tað eisini
hevur heitið meldoninum. Tað
visti eg ikki, sigur Maria Sharapova
á tíðindafundinum í mars mánaði.
Hon legði afturat, at heilivágurin
ikki hevur verið bannaður farnu
tíggju árini, men átekur sær fulla
ábyrgd av hendingini.
Bann í tvey ár
– 123 farin i svinginum
Nú er so greitt, at Maria Sharapova
fær ein dóm, ið ljóðar upp á tvey
ára bann frá tennis. Hon er dømt
fyri at hava tikið ein heilivág, sum
er á dopinglistanum fyri evnir, ið
eru bannaði. Revsingin er tvey ár, tí
Maria Sharapova verður ikki mett
at hava gjørt tað við vilja. So hevði
revsingin verið fýra ár.
Hinvegin, so metti WADA
heldur ikki, at Maria Sharapova
kundi frítakast fyri allari skyldu
í hesum sambandi. Hon royndi at
geva altjóða tennissambandinum
ábyrgdina, fyri ikki at hava kunnað
henni nóg greitt um meldoninum
og mildronate, tá ITF visti at hon
tók mildronate.
Hesum góðtók WADA ikki og
dømdi russisku tenniskvinnuna
tvey ára bann. Í besta føri hevði
hon kunna sloppið við einum ári,
men WADA metti millum annað
at brøvini og teldupostarnir vóru
nøktandi ávaring. Síðani ársskiftið
eru 123 ítróttarfólk tikin fyri brúk
av meldonium, skrivar altjóða
miðlar.
Nike við aftur
Maria Sharapova er í dag 29 ára
gomlu. Situr hon alla revsingina,
so kann hon spæla tennis aftur 25.
januar á midtnátt 2018. Tá verður
hon 31 ára gomul.
Hon hevur kært avgerðina og
ynskir at blíva fríkend og sleppa
undan revsingini. Framleiðarin av
tennisketsjarum, ið stuðlar Mariu
Sharapova, hava allatíð stuðlað
henni í mótgongdini.
Nú hevur risa klædnafyritøkan
Nike eisini valt at stuðla russisku
heimsstjørnuni aftur.
Tað er ikki vist, at vit hava
hoyrt tað seinasta til málið um
Mariu Sharapova og meldonium,
men fyribils verður ikki at síggja
á tennisvøllinum fyrr enn í 2018.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Meldonium gagnar
einum røskum
tennisspælara
TRÓNDUR ARGE
V
it hava spurt Magna
Mohr, lektari á setr
inum og okkara
førandi ítróttar
fysiologur, um meldonium, ið
hevur felt yvir hundrað altjóða
ítróttarfólk, síðani tað beliv
bannað um ársskiftið.
Hvat er meldonium?
– Meldonium er eitt evni, sum
er útviklað í Letlandi frá eina
ferð í 70’ unum. Tað hevur verið
primert selt til fólk í eystur
europa. Tað er til sjúklingar,
sum hava upptakt til blóðtøpp,
men eitt nú er tað bannað av
heilsumynduleikunum í USA.
Evnið er so mikið nýtt, at tað er
ikki granskað so nógv í tí, men
tú sær at tað er í stóran mun
ítróttarfólk úr Russlandi og
eysturevropa, sum verða tikin.
Hvat ger meldonium?
– Tað ger tað, at tú fær eitt betri
blóðrensl. Tú fær meiri blóð
til teir arbeiðandi vøddarnar,
og hjartað fær eisini eitt betri
boðrensl. WADA hevur bólkað
meldonium sum eitt S4 evni. Tað
eru evnir, sum broyta hormon
og enzym virksemi.
Hvønn gagn fær ein tennis
spælari, sum ikki feilar nakað,
av at taka meldonium?
– Ein av teimum primeru ting
unum er, at tú fær meiri oxygen
í kroppin. Tað ger at tú fær betri
úthaldni, og tú styttur um hvíli
tíðina til kroppurin er klárur
aftur. Tí kanst tú spæla og venja
meiri og hvíla minni.
– Tað hevur eisini ávirkan á
nervasystemið. Tú hevur lættari
við at halda fokus í longri tíð í
stressaðum støðum, reagerar
skjótari og ert meiri klárur sum
heild. Tá so talan er um langar
dystir, har reaktiónstíðin er
týdningarmikil, so er ikki ilt
at síggja hví ein tennisspælari
hevði notið gott av meldonium.
Maria Sharapova sigur mill
um annað at hon tekur tað, tí
familjan hevur eina søgu við
diabetis. Hvat hugsar tú, tá tú
hoyrir hennara frágreiðing?
– Eg kann sjálvandi ikki siga
her frá, um tað passar at hon
hevur diabetis, men tað er
undarligt sum tað altíð feilar
toppítróttarfólki so nógv, tá tey
verða tikin fyri doping, sum vit
ikki vita um áðrenn.
– Viðgerð fyri diabetis gevur
røskum ítróttarfólki fyrimunir.
Tað er eisini ein orsøk til, at
eitt nú eitt natúrligt evni sum
insulin er á dopinglistanum.
Eg hugsi eisini um svimjaran,
Sun Yang, ið brádliga hevði
hjartatrupulleikar, sjálvt um
hann hevur vant í kanska 50
tímar um vikuna í fleiri ár.
Heldur tú, at vit kunnu
vænta okkum fleiri tilfeldi av
hesum slag?
– Hetta er toppurin av
ísfjallinum. Eg haldi at doping er
ein nógv størri trupulleiki enn
fólk geva sær far um. Nú kemur
ein nýggj OL kapping og verður
Russland ikki bannað, so vænti
eg at vit koma at síggja fleiri
blíva tikin.
– Eisini haldi eg tað er undar
ligt, at uppfinnarin ella eigarin
av meldonium evninum hevur
verið úti og sagt, at hann ikki
ynskir evnið á dopinglistan. Tá
evnið er til sjúklingar, hví hevur
hann so áhuga í, at tað ikki skal
á anti-dopinglistan?
Fleiri ítróttarfólk eru í sein
astu tikin fyri dopingroyndir
frá OL í bæði 2008 og 2012. Hvat
gongur tað út uppá?
– Nú tekur tú blóð og urin-
royndir og uppiheldur teimum
í upp til átta ár. Granskingin
innan doping mennist í hvørj
um. Nú verður møguligt at fara
átta ár aftur í tíðina og kanna
dopingroyndir av nýggjum. Tað
vil so siga, at ein dopingsnýtari
ikki kann kenna seg tryggan,
sjálvt um hann ikki verður tikin
í fyrsta umfari.
– Eg ivist heldur ikki í, at
tað eru evnir í umfar millum
ítróttarfólk, sum vit ikki kenna
til enn. Tað gera vit kanska um
átta ár, sigur Magni Mohr.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Magni Mohr sigur, at ein tennisspælari,
sum einki feilar, fær stórar fyrimunir av
at taka meldonium. Tað er eisini orsøkin
til, at tað er endað á dopinglistanum
MYND: POLFOTO