Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 32 ÍTRÓTTUR Við aftur: Hørður Askham, Jákup á Borg, Hanus Thorleifsson Ivasamur: Lukasz Cieslewicz (knæskaði) Ikki við: Høgni Madsen (givin) Ikki við: Arnbjørn T. Hansen (langtíðarskaddur), Pál M. Joensen (óvist), Ivasamir: Ári Mohr Jónsson (liðband í knænum), Christian R. Mouritsen (hælsinan) og Jóhan Troest Davidsen (lærið) Ikki við: Hanus Jacobsen (Fipurspreinging, ógreitt hvussu leingi) Ikki við: Nikolaj Køhlert (fipurspreinging, 1-2 vikur) Einar Tróndargjógv (burtustaddur) Andras Frederiksberg (lærkrikin, lantíðarskaddur) Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Ikki við: Niklas Poulsen (Liðband í økslini, 2 vikur), André Olsen (givin) Ivasamur: Kristian Anton Andreassen (Knæskaði) JÓANNES HANSEN T íðliga sunnukvøldið verð­ur landskappingin meiri enn hálvrunnin. Eftir steðg í tvær vikur er landskappingin aftur á skrá. Fjúrtanda umfar verður sunnu­ dagin. Allir dystirnir vera klokkan 15 uttan tann á Skála, har fyrsta bríksl verður klokkan 17. Grannauppgerð verður í Gunda­ dali, har teir í HB mugu finna seg í, at talan er um nýggjar tíðir soleiðis at skilja, at tað nú er árstalsfelagið og fyrrverandi lítli beiggin í B36, sum hevur staðið seg betri seinastu árini og eisini í ár og harvið er favo­ rittur. Tað er altíð áhugavert, tá ið grann­arnir í Gundadali hittast. Hesa­ferð er tað tó í skugganum av granna­uppgerðini norðari í land­ inum. KÍ, sum er topplið, fær vitjan av Víkingi, sum er næstovast. Sunnudagin fara hesi bæði liðini at telvast um oddasessin í lands­ kapp­ingini. Mikukvøldið verður greitt, um tað vera hesi bæði liðini, sum eisini fara at kappast í steypa­finaluni. Í løtuni verða tey roknað at vera millum størstu favo­ritt­arnar í stríðnum um sigur í bæði landskappingini og steypa­ kappingini. Sigfríður sjálv­ skrivaðan setning TB - NSÍ KÁRI J. Á HØVDANUM Mánakvøldið stóð Sigfríður Clementsen fyri fyrstu ferð fyri TB venjingini. Sunnudagin verður NSÍ gestur við Stórá. Fyrr í ár vann TB á heimavølli 2-1 ímóti NSÍ, og síðani tá hevur tað ikki eydnast TB at vinna fulla úrtøku. – Setningurin hjá mær og spæl­arunum er greiður. Støðu­ talvan sigur, at TB er í niður­flyt­ ingar­vanda, og málið er at sleppa undan at flyta niður. Eg havi tikið á meg at standa fyri bjarg­ingar­ roynd­ini, og vit rokna avgjørt við møgu­leikanum. Vit kundu ynskt at havt meiri fólk og at fingið styrk, men vit arbeiða vit teimum, sum vit hava, og um vit fáa optimalt burturúr, so fer tað at ganga, sigur Sigfríður Clementsen. Eitt er at venja og fyrireika úti­ spæl­ararnar til avbjóðingina ímóti NSÍ. Eitt annað er at finna ein mál­verja. Predrag Markovic var neyðloysn, tá Joslain Mayebi fór til hús at vera við til jarðarferðina hjá pápa sínum. Nú er eingin málverji: – Predrag er farin av landinum, og vit rokna ikki við, at Joslain Mayebi kemur aftur, so vit arbeiða við at finna ein málverja, sum kann hjálpa okkum hetta vikuskiftið, sigur nýggi TB venjarin. TB hevur ikki spælt á heimavølli síð­ani 12. mai, tá ið tað endaði mál­ leyst ímóti HB. Tað hevur verið øgiligt fokus á NSÍ eftir tvey trivalig tap í Klaks­ vík – 4-1 í steypakappingini og 4-0 í landskappingini siga sína søgu, og avrikini vóru ikki sannførandi. Men talan kann ikki sigast at vera um kreppu, tá ið liðið bara hevur tapt einaferð í landskappingini síðani fyrru ferðina í Suðuroy – 4-0 í Klaksvík – og tá ið talan annars hevur verið um fýra sigrar, m. a. 4-3 í Gundadali ímóti HB. Um tað eydnast Anders Gerber og hansara monnum at sleppa norð­ur um aftur við fullari úrtøku, so verður NSÍ nærri næstfremsta pláss­inum, tí talan verður í Klaks­ vík um innanhýsis uppgerð millum tvey tey ovastu. Víkingarnir gleða seg KÍ - VÍKINGUR ALEX TROLEIS Sunnudagin klokkan 15.00 Tað ikki bara prutlar men kókar í fótbóltsgrýtuni í Klaksvík. KÍ er ovast á talvuni eftir tíggju lands­ kapp­ingardystir á rað við úrtøku. – Tað er óvæntað, at vit eru ovast, men vit fegnast saman við við­halds­fjøldini, sum er stór og stuðlar okkum so væl. Hjá okkum ræður um at hava fokus á stóru av­bjóð­ingini, sum tað er, tá ið Víkingur kemur norður, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen. Víkinga venjarin, Sámal Erik Hentze, og spælararnir eru spentir og gleða seg til toppuppgerðina sunnudagin: – Eg vari har norðuri sunnu­ dagin, tá ið KÍ vann stórsigur á NSÍ. Tað eru sovornar karmar, sum okkum øllum dáma at spæla í. Nú mugu vit vóna, at spælararnir ikki vera ov spentir, og at teir megna at fylgja ætlanini, sum vit hava. Vit ætla okkum at vinna fulla úrtøku, men vit kunnu eisini liva við tí, um tað vísir seg at enda javnt, og uttan mun til úrslitið so verður hetta ikki alt avgerandi fyri, hvør fer at vinna FM, sigur Sámal Erik Hentze. Teir vunnu fyrr í ár 2-0 ímóti tykkum í Sarpugerði? – Trupulleikin hjá okkum ta ferð­ina var neyvleikin í royndunum upp á mál og neyvleikin í síðstu send­ing­unum, tá ið vit vóru um at spæla okkum í góðar støður. Tað var tepurt. Vit raktu í stólpan, og Jóannes Bjartalíð skoraði tvær ferðir. Annað málið var fínur stút­ ari eftir innlegg, og hitt skoraði hann við hælinum eftir fríspark. Hvat roknar tú við? – Vit ætla okkum at spæla fótbólt. Klaksvíkingarnir eru korps­sterkir, men tað sást ikki so nógv til tað ímóti NSÍ, sum ikki var LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR Stórdysturin í Klaksvík sunnudagin er tað, sum allir spælarar og venjarar gleða seg at vera við í, sigur Víkinga venjarin, sum heldur, at tað fer ikki at kennast, sum at allir møguleikar verða burtur, um tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku VÍKINGARNIR GLEÐA SEG SUM BØRN TIL JÓLAAFTAN Upptakt