Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 33 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Við aftur: Dávid Langgaard (eftir leikbann) Ikki við: Súni Olsen (skaddur), Ísak Simonsen (leikbannaður) og Atli Danielsen (givin fyribils) Ikki við: Tóri Traðará (skaddur rygginum, helst tvær vikur) Ikki við: Rói Danielsen (leikbann, reytt kort), Gunnar Haraldsen (knæið, klárur í seinnu hálvu) Andri Freyr Bjørnsson (knæið, klárur í seinnu hálvu) Karstin Højgaard (fóturin, klárur í seinnu hálvu) og Gert Drangastein (langtíðarskaddur) Ivasamur: Rógvi Joensen Ikki við: Teitur Olsen (leikbann, reytt kort) Hervé Din Din (burturstaddur) Joslain Mayebi (burturstaddur, væntast ikki at koma aftur) Predrag Markovic (burturstaddur) Við aftur: Ólavur Mikkelsen (eftir leikbann) við í nærdystunum. Tað snýr seg nógv um, um tað fer at ganga fyri seg eftir teirra ella okkara treytum, sigur Víkinga venjarin. Víkingur verður á útivølli í øllum trimum dystunum fram ímóti summarsteðginum. Um­ framt KÍ skal Víkingur spæla ímóti NSÍ og TB. Tíggju talið spøkir HB - B36 EILER RASMUSSEN Sunnudagin klokkan 15.00 Inntil 28. apríl kendist nýggja kapp­ingarárið at vera hepnast væl betri, enn teir í HB høvdu roknað við, at tað fór at gera. Henda dagin tapti HB grannauppgerðina 3-2. Inn­til tá var úrtøkan fimm sigrar og tveir javnleikir. Síðani tá hevur tað gingið illa. HB hevur tapt fýra ferðir og spælt málleysan javnleik í Trongisvági. Um B36 vinnur fulla úrtøku sunnudagin, so verða tað tíggju stig frá B36 og aftur til HB. Fyri tveimum vikum síðani end­ aði tað við 1-0 tapi á útivølli ímóti Víkingi, sum við sigrinum lyfti seg upp á toppin. – Tá var eingin munur á lið­ unum, og vit vóru óhepnir at tapa. Hetta var staðfesting av, at vit tær síðstu vikurnar ikki hava havt marginalirnar við okkum, sigur HB venjarin Jan C. Dam. Hann og spælararnir vóna, at tað nú fer at venda ímóti B36. Heldur ikki hjá B36 hevur tað verið heilt sannførandi, síðani tað eydnaðist at vinna 3-2 á HB. Tølini siga tveir sigrar, tveir javnleikir og tap í Sarpugerði. Málið er at vinna FM fyri triðju ferð á rað. Vánirnar fyri tí eru ikki minst treytaðar av, hvussu tað fer at vignast ímóti HB og so í Gundadali ímóti KÍ um eina stóra viku. – Tað var vónbrot, at vit ikki megn­aðu meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti Skála. Men vit eru ikki so langt frá har, sum vit vónaðu, at vit fóru at vera eftir trettan um­før, og tað kennist hugaligt, at allir spæl­ arar­nir nú aftur luttaka í venj­ing­ unum – eisini Odmar Færø sum tó ikki verður við ímóti HB, sigur B36 venj­arin Eyðun Klakstein. ÍF hølvar ongan av ÍF - B68 PETUR REINERT Sunnudagin klokkan 15.00 Eitt skifti sá tað út til, at setningurin hjá ÍF fór at vera at stríðast fyri at sleppa burtur úr botnum. Nú hevur pípan fingið annað ljóð. Tað er bara málmunurin, sum skilir ÍF frá HB og fimta plássinum. Sunnudagin verður oyggja­ upp­gerð í Fløtugerði ímóti B68. Tað var á Svangaskarði, at Jákup Mikkelsen við 2-1 sigri fekk sín eld­ dóp sum ÍF venjari. – Tað gongur rætta vegin, og vit ætla okkum at vinna. Tølini siga, at sigrarnir eru teprir, og vit rokna við tættari uppgerð ímóti B68, sum tykist vera á rættari leið, hóast teir framvegis ikki hava vunnið, sigur Jákup Mikkelsen, ið fegnast um, at nú eru allir útispælararnir tøkir. Toftamenn kenna tað sum um, at liðið støðugt styrknar, og at fyrsti sigurin ikki er so langt burtur. Jann Ingi Petersen vísti seg í 3-3 heimadystinum ímóti TB at vera sera kærkomin styrkur. Tá var Hákun Edmundsson ikki tøkur. Sunnudagin vera teir báðir á mið­ vøllinum. Albert Róin Johannesen og Esmar Clementsen vóru báðir skiftir inn beinanvegin eftir steðgin ímóti TB. Teir hava verið skaddir og vístu seg at vera væl upp­lagdir. Spæla um strikuna SKÁLA - AB LARS MÜLLER Sunnudagin klokkan 17.00 28. apríl endaði tað málleyst, tá ið Skála vitjaði á Argjum. Síðani hevur Skála drigið fýra stig í reiðrið í fimm dystum. Skálamenn kenna seg í fleiri førum ikki at hava havt marginalirnar við sær. Eitt nú 1-0 heimatapið ímóti KÍ og 1-0 tapið í Runavík kendust mein. Fyri tveimum vikum síðani endaði tað 1-1 í Gundadali ímóti B36. Tað varð roknað at vera gott úrs­lit, men skálamenn iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um leiðsluna. Seint seinnapartin sunnudagin verður tað strikan, sum fer at standa upp á spæl á Skála. AB er undir strikuni, og AB hevur við sigri møguleika at lyfta seg upp um strikuna. – Eftir 3-2 tapið ímóti ÍF vóru vit vónbrotnir, tí vit vóru jú tvær ferðir á odda. Men hugburðurin er góður undir venjing, og vit ætla okkum úrtøku á Skála, sigur AB venjarin Trygvi Mortensen. JOANNES@SOSIALURIN.FO KÍ ÍF AB TB SKÁLA Effo-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ 13 9 2 2 25 10 +15 29 2 Víkingur 13 8 4 1 28 14 +14 28 3 B36 13 7 4 2 24 13 +11 25 4 NSÍ 13 8 0 5 29 20 +9 24 5 HB 13 5 3 5 19 17 +2 18 6 ÍF 13 5 3 5 20 28 -8 18 7 Skála 13 2 4 7 11 20 -9 10 8 TB 13 2 4 7 11 21 -10 10 9 AB 13 1 6 6 15 20 -5 9 10 B68 13 0 6 7 13 32 -19 6 MYND: ÁLVUR HARALDSEN 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur TB - NSÍ KÍ - Víkingur HB - B36 ÍF - B68 Skála - AB KENDI TIPPARIN Thomas Juul S. Thomsen Hondbóltsdómari og fyrrverandi Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði stjórin á Landssjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum Hann hevði tveir rættar av fimm. KÍ bjargaði honum annað stigið, meðan hitt rætta var sigurin hjá Víkingi á HB. Johnny í Grótinum tippaði: Víkingur - HB 1 (1-0), B36 - Skála 1 (1-1), AB - ÍF X (2-3), B68 - TB x (3-3) og KÍ - NSÍ 1 (4-0)