Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 34 Lottovinningur á 27 milliónir 1. mai í ár stóð at lesa á in.fo og aðrastaðni við, at ein lottoseðil keyptur í Hoyvík var vinnarin av stóru upphæddini. Men enn hava vit einki frætt um, hvør vinnarin er. Soleiðis stóð á in.fo 1.mai. Føroyingar hava nú fingið ein nýggjan millióning. Tað er nevniliga ein heppin vinnari í Føroyum, sum hevur vunnið tann stóra vinningini í lotto hesa ferð. Tey siga, at tað er ein lottoseðil, sum er keyptur í FK í Hoyvík, sum hesa ferð hevur vunnið tann stóra vinningin, sum er 27.425.349 krónur, sum er tað, upphæddin er vaksin til hesar seinastu fýra vikurnar og seðilin við teimum sjey røttu tølunum, er altso seldur í FK í Hoyvík. Føroyingur vann 27 milliónir FØROYINGAR KOMNIR Í NEYÐ AV MILLIÓNUNUM Hvør átti lottoseðilin, sum var góður fyri 27 milliónir? Eitt hava vit frætt frá Lotto høvuðssætinum, og tað er, at viðkomandi býr í Hoyvík. Men lottomillióningurin hevur hildið kortini tætt at kroppinum og eftir øllum at døma veit eingin, hvør hoyvíkingur nú er fleirfaldaður millióningur. Og tað hava fleiri føroyingar merkt sviðan av BARBARA HOLM »Hví hevur tú so dýran klædning brádliga?«, »Hevur tú ikki keypt tær nýggjan bil?«, »Kann eg ráðgeva tær í, hvussu tú skalt brúka pengarnar?«. Spurningarnir, sum fleiri føroyskir menn hava fingið seinastu vikurnar bera boð um, at slaturin gongur sum heitt breyð um, hvør hevur vunnið milliónirnar. Vikuskiftis Sosialurin hevur fingið orðið á tríggjar mans, sum allir hava verið lagdir undir at vera fleirfaldaðir millióningar, síðani lottoseðilin keyptur í Hoyvík útloysti ein vinning á 27 milliónir. BARBARA@SOSIALURIN.FO