hósdagur 9. juni 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
35
THOMAS JUUL SÓLBJØRNSSON
THOMSEN:
– Vænti eini 100 fólk
hava spurt meg
RÚNI VEST HØJGAARD:
– Onkur roynt at
ráðgeva Rúna
Í vikuni skrivaði 25 ára gamli
Thomas Juul á sín privata Face
book vanga, at hann ikki hevði
vunnið nakran stóran lotto
vinning. Orsøkin til, at hann kendi
seg noyddan at boða frá hesum á
sosialu miðlunum var, at spurn
ingarnir bara gerast størri í vavi.
– Eg havi fingið frágreiðingar
niður í minstu smálutir um, at
eg skal hava verið í Danmar og
tikið mær av øllum tí formella og
síðani komin heim aftur í flottasta
klædninginum, sigur Thomas Juul
Sólbjørnsson Thomsen.
Tað er ikki bara hann, sum
hevur verið spurdur um, hvørt
hann er tann hepni vinnarin.
Eisini foreldrini hava verið spurd
óteljandi ferðir, um sonurin nú er
vorðin ríkur.
– Eg helt í byrjanini tað var
stuttligt, men nú er tað blivið eitt
sindur strævið, greiðir Thomas
Juul frá.
Hann hevur ikki verið í Danmark
síðani í fjør, og tí undrast hann á, at
fólk hava fingið tað fatan, at hann
hevur verið í Danmark og tikið sær
av pappírsarbeiðinum í samband
við milliónirnar.
– Tað er eitt sindur keðiligt at
verða steðgaður av fremmanda
fólki og hoyra tey siga tillukku
við vinninginum og so framvegis.
Herfyri segði pápi svágin hjá mær,
at eini fimm, seks fólk høvdu spurt
hann um tað til eitt møti. Tað er
bara farið út av proportiónum,
sigur Thomas Juul.
Men eftir at hann skrivaði støð
una á Facebook hevur tað gjørt
mun.
– Tað kvøldið høvdu 8-10 fólk
spurt meg innan ein hálvan tíma
og eg fekk nóg mikið. Eg haldi tað
hevur gjørt mun, sigur Thomas
Juul Sólbjørnsson Thomsen, sum
annars ongantíð hevur keypt ein
lottoseðil.
Hvussu slaturin byrjaði hjá Rúna
Vest Højgaard, veit hann ikki
at siga í dag. Men hann er helst
tann av teimum, sum Vikuskiftis
Sosialurin hevur tosað við, sum
hevur merkt størstan munin á
fólki, eftir at slaturin byrjaði. Eitt
er, at vinirnir hjá Rúna skemta um
slaturin. Men fremmand eru farin
at uppføra seg øðrvísi yvirfyri
Rúna.
– Tað vísir seg, at fólk broyta
atferð, um tey halda tú hevur
pengar. Tað havi eg í øllum før
um upplivað, greiðir Rúni Vest
Højgaard frá.
Tað byrjaði við, at fólk eygleiddu
og høvdu hugsanir um, hvørt hann
hevði fingið ein fínari klædnastíl
seinastu vikurnar. Í byrjanini –
fyri hálvum øðrum mánaði síðani
– helt Rúni tað vera stuttligt. Men
nú er tað við at gerast strævið.
– Fólk, sum ongantíð hava tosað
við meg fyrr, eru nú blivin so sera
vinarlig og løgin, sigur Rúni.
Eitt nú hevur onkur uppsøkt
Rúna við tí fyri eyga, at ráðgeva
honum í, hvussu hann skal hand
fara sínar nógvu milliónir.
– Fólk peika eftir mær í býnum
og koma yvir til mín og spyrja.
Og hyggja eftir, hvørjum eg eri
ílatin, um eg keypi meira í býnu
enn vanligt og so framvegis. Tað
er meira uppmerksemi, enn eg
eri vanur við at fáa, sigur Rúni
Vest Højgaard, sum samstundis
staðfestir, at tað also ikki er
hann, sum hevur vunnið hasar 27
milliónirnar.
Slaturin byrjaði við, at ein vin
maður úr Klaksvík skrivaði á
Facebook vangan hjá Bergur
Thomsen úr Hoyvík, og ynskti
honum tillukku við milliónunum.
At byrja við svaraði Bergur í skemti
aftur og takkaði fyri, og spurdi um
vinmaðurin vildi hava eina millión
burturav. Og tað var nóg mikið til,
at bólturin fór á rull.
– Tað gjørdist so ógvusligt, at
konan at enda mátti spyrja um
tað passaði, at eg hevði vunnið
handan lottovinningin, sigur
Bergur Thomsen.
Tað vísti seg, at fólk ikki skiltu
ímillum álvara og skemt, og tað
næsta Bergur hoyrdi var, at ein
starvsfelagið á Sansum spurdi, um
tað nú var rætt.
– Tá helt eg bara tað var stuttligt,
men síðani vant tað uppá seg og eg
byrjaði at hoyra hendan slaturin
allastaðni, sigur Bergur Thomsen.
Hann hevur bara tikið slaturin
við einum smíli og ger ikki meira
við tað. Hann er heldur ikki komin
í neyð av slatrinum.
– Tað er rættiliga fasinerandi at
síggja, hvussu skjótt slaturin fer.
Fólk eru ivaleyst sera áhugað í at
finna útav, hvør tað er, sum hevur
vunnið milliónirnar, sigur Bergur
Thomsen, sum hevði verið glaður,
um veruligi millióningurin valdi at
stíga fram alment.
BERGUR THOMSEN:
– Konan mátti spyrja
um tað passaði