Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 39 Grenj Heri Mohr Í nøkur ár hava fólk við áhuga fylgt við í tí stóra og spennandi skúla­projektinum ”Skúla­depilin í Markna­gili.” Upp­ runa­liga ætlanin var at byggja við einum projekti, sum óivað hevði sprongt allar fíggjarkarmar, men so líðandi eydnaðist við royndum arkitekt­ráðum – ”vi hugger en tå og klipper en hæl” – at fáa kabálina at ganga upp. Ætl­anin var, at skúlin skuldi taka ímóti næm­ingum í 2014, men nú verður tað valla fyrr enn 2017. Tolin trívst og treisk­in vinnur. Fyri stuttari tíð síðani varð kunn-gjørt, at ”Skúladepilin við Markna­gil” hevur fingið annað navn. Hann eitur nú ”Glasir,” upp­ kallaður eftir ”vakrasta træi millum gudar og menn” í norrønu guda­ læruni. Eitt fait accompli. Keine Hexerei nur Behändigkeit. Skúlin eitur nú Glasir. Punktum finale. Navnið er annars ikki í sam­ ljóði við skúlaumhvørvið í okk­ ara høv­uðs­staði: Skúlin á Argja­ hamri, Skúlin á Frælsinum, Før­oya Lærara­skúli, Special­skúlin (or­ saka c´ið), fyrrverandi Venj­ingar­ skúlin, Skúlin á Fløtum (enn bert á tekni­borð­inum), Skúla­depil­in við Markna­gil, Skúlin við Løg­manna­ breyt, Eysturskúlin, Nonnu­skúlin undir Varða, sum byrjaði 1935 við 7 lærarum: Ancharia, Givalberta, Theodulpha, Maria, Hedda, Wer­ burga og Sy-Evarin. Hann byrjaði annars sum barnagarður í húsinum hjá Klett á Bryggjubakka í 1932. Uppskot til búmerki skúlans hevur ein sendistova (valla ein ambassada?) gjørt. Vanligt er ann­ ars, at nýggj nøvn og búmerki í samfelagnum verða boðin alment út av einari nevnd, sum so ger av, hvør hevur vunnið kappingina. Varð nøkur kapping lýst alment? Og tað í einum so týðandi almenn­ um máli. Í Google – besta upplýsingar­ kelda nakrantíð – verður áhaldandi júkað, hvussu navnið Glasir skal bendast og brúkast Vit spyrja gánandi: Álvaratos, hvat er á vási? Er tað veruliga neyð­ugt at broyta navnið, ið vit øll hava brúkt nú í meira enn tvey ár, og sum samljóðar við fornan før­ oyskan navnasið? Okkara forfedrar skaptu staðar­ nøvn við sál í nátturuni, sum ikki kann broytast. Ætt eftir ætt stinga røturnar djúpt í umhvørvi og tolir vanliga ikki fremmanda uppílegging. Um vit nú halda okk­ um til ta gomlu Havnina: á Mýruni, í Lágni, á Brekku, í Svanga, í Vika, í Króki, á Penaplássi (nú Yviri við Strond), undir Ryggi, undir Kráku­ gjógv, undir Pisuvarða, í Sandagerði og undir Glaðsheyggi, har búðu fólk, tí har var eingin tráur land­ nyrð­ingur, og vesturættin var skúts­ond. Á Glaðs­heyggi búði eingin. Har var útsýni vest­ur og suður í hav. Haðani varð glaðað og rópt grindaboð. Annars æt vegurin Undir Glaðsheyggi upprunaliga Orm­urin Langi, sum Rasmus Effersøe gjørdi, fíggjaði og navngav. Hetta segði M. S. Viðstein. Tað er ein farin tíð, men nøvnini liva. Staðarnøvnini, okkara identi­ tetur, mugu ongantíð hvørv í støð­ ugt komandi nýggjum tíðum, tí, um nøvnini doyggja, doyr søgan, og tá hjálpir einki at syngja ”latið ei søguna doyggja.” Skúla­nøvnini og staðarnøvnini er ein týðandi samleiki í okkara mentan, sum vit als ikki kunnu vera fyri uttan. Aftur til træið. Vit kenna søguna um kunnn­ leik­ans træ í urtagarðinum Eden, har Eva lokkaði mann sín, Adam, at seta tenn­irnar í træið, hóast træið var friðað. Tá sóu bæði, at tey vóru nakin, og heimurin gjørdist ein endaleys babylonsk fløkja. Føroya fyrsti realskúli í 1861 var um­girdur av stórum, vøkrum trøum eisini tey mongu ár, kunn­ leikanámið H. N. Jacobsens Bóka­ handil hevur hildið til har. Kollegiið, Regensurin, við Runda­torn í Keypmannahavn hev­ ur aldargamalt kunnleikans træ í garðinum, har Kingo, Brorson, Jens Chr. Svabo, Nicolaj Mohr, W. U. Hammershaimb, Fríðrik Petersen, Niels R. Finsen, Jørgen-Frantz Jacob­sen og nógv onnur nomu og nema euro­pe­iska ond. Um Skúladepilin við Marknagil sum frálíður verður prýddur innan við list við motivum úr okkara fornu kvæðum eins og í aulini í gula Komm­unu­skúlanum, og um tað vakra træ­ið Glasir úr fornari gudalæru onkurs­vegna verð-ur av­ myndað sum eitt kunnleikans træ, so er tað óivað eitt gott hugskot. Tað líður so væl við hesari størstu skúla­bygging í Føroyum. Skúla­myndug­leikin átti tí at um­ hugsað, um og nær listin hjá Williami Heinesen og Zachariasi Heinesen í aulini í fyrr­verandi gula Kommunuskúlanum skal flytast til Skúladepilin við Marknagil – ella kanska komandi grannan, Skúlan á Fløtum, sum skal avloysa tann gula komm­unuskúlan og Venjingarskúlan. Fyrsta kongavitjan var í Føroyum, tá ið Kristian 9. vitjaði 25. og 26. juli 1874. Í 1882 varð Kongminnið á Grips­ heyggi í Havn vígt til minnis um vitj-an-ina. Jákup Andr. Arge (Jampan) laðaði Kongaminnið, og danin H. C. Arnhæst teknaði. Á minnisvarðanum eru høgd orðini ”Med Gud for Ære og Ret.” Tá búðu 950 fólk i Havn. Hetta skrivar Vagnur Michelsen. Harmiligt, at vit vita so lítið um hendan minnis­ varðan: hvaðani kom grótið? hvussu varð pen­ing­urin útvegaður? hvat kostaði minnis­varðin? hvør vígdi hann? o.s.fr. Fyri 85 árum var tað vanligt, at for­eldur við børnum vitjaðu niðan á Konga­minnið sunnumorgnar eftir kirkju­tíð. Í 1894 ”forerdi” hesin sami kongur festijørð (kongsjørð) um Havnina frá Válg­aravík til Sandagerð. Hon, jørðin, skuldi býtast í kúfórðum fá- tækum fólki til ognar. Tá uppstóð ein nýggj, sera arbeiðssom statt í Havn: traðarmenn og ognarmenn. Teir veltu og ruddaðu og lað­aðu grót um øll kúfórðini frá Válgara­ vík til Sandagerð. Soleiðis kom Stóragarður so líðandi. Eitt bragd, sum tolir sammeting við meistaraverkið – grótlaðingina – við 1000 ára gamla bústaðin Uppi við Garð á Viðareiði. Fyri stuttum hevði KVF sending um ríkis­felagsskapin Danmark-Før­oy­ ar-Grønland. Fyrrverandi havnarmeistari, nú cand. phil., greiddi áhugavert frá farnu tíð. M.a. hoyrdu vit um eina flagglínu, sum var kut­að á flaggstongini hjá ríkis­um­boðs­ manninum, og at tað tessvegna var neyðugt at flagga við flagglínuni frá einum vindeyga á loftinum, av tí at flaggstongin ikki fekk frið. Hetta var eitt sindur løgið, helt frásøgumaðurin. Undirritaði, í ørindum í Geilini hend­an sama fyrrapartin, sá, hvussu flagg-línan flagsaði í leysari luft, men eg sá eisini flaggið, Danne- brog, tveitt sum eina tvøgu í einum króki í Kopargøtu millum Geilina og gamla Bókasavnið. Um somu tíð – hetta var upp- undir løgtingsvalið 2002 – sóu vit ein dagin, at eisini Kongaminnið var van­ærað við onkrum, sum kundi líkst einari yvirstórari hýt smoygda yvir minnis­varðan. Til slíkar primitivar beistagerðir tørvar okkum orð. Nú gjørdist grenjið í longra lagi. Longri enn ætlað. Í okkara mentunar hurlivasa er tað sjáldsama hent, at tann almenni stovnurin Sjónvarp Føroya hevur hoyrt grenjið frá teimum gomlu hvørt fríggjakvøld og tikið tað ad notam Serstøk strúkaravitjan í hesa vikuna Á sumri í 1977 upplivdu eis­ini før­ oyskir sang- og musikk­lærarar á NMPU (Nordisk Musikpædagogisk Union) ráð­stevnu í Svøríki eitt finskt strúkiorkestur, sum bar av øllum teim luttakandi ljóm­liðunum úr hinum Norð­urlondum. Í 1984, tá okkara musikkskúla­ skipan var við at koma fyri seg, vóru føroyskir musikk­skúla­leið­ arar á stevnu í Dan­mark, sum hevði heiti og inni­hald eft­ir gitna ungarska undan­gongu­mannin á musikkuppalingar­økinum Zoltan Kodaly. Størsta upplivingin var aft­ur at hoyra The Helsinki Strings. Samband fekst tá við leiðarnar, og við mun­andi fíggjarstuðuli frá Norð­ur­landa­húsinum bar til at fáa hetta kanska heim­sins fremsta ung­dóms­strúki­or­kestur til Føroya longu árið eftir. Fólk bæði í og uttan fyri Havnina vóru hugtikin, og hinvegin vóru gestirnir eisini sera vælnøgdir við ferð og uppihald her. Musikkskúlafólk hiðani hava seinni við vitjanum á The East- Helsinki Music Institute fingið innlit í bak­støðið aftan fyri hetta fram­úr­skar­andi ung­linga­or-kestur: Tað var ungarskføddi violinisturin Géza Szilvay, sum saman við bróð­ ur sínum Csaba Szilvay (cello) fyri góð­um fjøruti árum síðan fór musikpedagogiskt til verka í finska høvuðsstaðnum, har hann sum leiðari so við og við fekk bygt upp nevnda musikkskúlastovn. Við hugsjónarligum støði í virksemi Kodalys hevur G. Szilvay har ment sín ser­staka frálæruhátt, Colour­ strings, har børnini um­framt ta auditivu eisini fáa eina visuella tilgongd til tón­leikin, við tað at nótar og streingir í læritilfarinum hava ymsar litir. Hetta mennir listarliga kenslusemi og ger inn­ læringina minni turrisliga enn við bara svørtum á hvítum. Eisini í aðrar mátar er undir­ vísingin margbroytt, t.d. við at smá­ børnini eins og á Kodaly-skúlunum við solfa-undirvísing læra at syngja frá blaðnum, og at tey støðugt í sínum spæli verða vand at flyta millum tónaartir og at spæla uttanat. Stórur dentur verður lagdur á samanspælið og ta sosialu sam­ ver­una, og tann góði trivnaðurin á skúlanum hevur eisini gjørt sítt til tað framúrskarandi úr- slit – t.d. tað, at hópurin av finsk­ um fiól­snillingum á altjóða støði eru fostraðir i hesum jørð­ildi, og meginparturin av konsert­ meistarunum í finskum symfoni­ orkestrum eru fyrrverandi Colour- strings-næmingar. Og tó er tað so, at aðalmið skúlans er ikki tað professionella tónleikalívið, men heldur tað at geva so mongum sum gjørligt varandi lívsvirði gjøgnum tónleikin. Fyri sítt virksemi hava brøð­ur­nir Szilvay fingið eina røð av viður­ kenningum: 1981: Riddaraordan hjá finska Lion frá forseta Finnlands, 1983: Mentanarvirðisløn Finska Lýð­ veldi­sins, 1990: Virðisløn fyri Ment­ anarligt Virksemi frá ungarska stat­inum og 1990 og 1995: Ment­ anar­virðisløn býarins Helsinki. Smábørn víða úr heimi spæla saman í Norðurlandahúsinum Fyri góðum trimum árum síðan fór Géza Szilvay frá sum lærari við Sibelius Akademii og sum stjóri á East Helsinki Music Institute. Fingu tá góð fólk hann at halda fram við einum tríára fjarskeiði í byrjanar fiólspæli, sokallað Minifiddlers, har hann á telduskermi fyrivísir, hvussu hann arbeiðir við sínum 5-barna flokki í Helsinki og einaferð um vikuna eygleiðir og vegleiðir í samsvarandi Colourstrings undir­ vísing í 9 londum víða úr heimi. Føroyar eru við í hesum tiltaki, og nú 3-ára skeiðið endar í juni, hava vit átikið okkum at skipa fyri einari Minifiddlers finalu fýra dagar hesa vikuna, sum endar við framførslu í Norðurlandahúsinum sunnudagin 12. juni kl. 15.00. Fólk fáa tá høvi at uppliva dr. Géza Szilvay arbeiðandi við tríati­fimm 8-9 ára gomlum børn­um úr Suður-Korea, Ísrael, Køln, Lond­on, Keypmannahavn, He­l­sinki, Lap­landi og 6 javnaldrum úr Tórs­havn. Altjóða ansurin fyri hesum til­ taki er stórur, við tað at fleiri enn hálvthundrað foreldur, lærarar, stjór­ar, fyriskiparar og onnur áhug­ að koma higar at uppliva hendan forvitnisliga endabrest. Tey fyrireikandi