hósdagur 9. juni 2016síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
40
SOSIALURIN 66
Sølvi Simonarson
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Leiðari á VisitVágar – Bústaður: Miðvágur
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
kondittari, tíðindafólk/tolkur
Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn?
Vit eru øll bara menniskju
Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin?
at tú er tann sami persónurin, ikki neyðugt at blíva nakrar annar
Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika?
Keypt húsið, sum eg havi ynskt mær
Um tú tordi, so hevði tú?
haldi ikki eg havi nakaran ótta, sum eg hugsi um til dagligt
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
Ein heimur uttan landamørk, har munur ikki verður gjørdur á, hvar tú kemur frá
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
haldi ikki so nógv yvirraskar meg
Tað seinasta, tú hevur lært, er at?
smíða eina terassu
Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um at tú?
at útseta rennitúrin
Enda setningin: Føroyar áttu:
at tikið loysing
BAKSÍÐAN
B
enito, gamli og sáli,
gjørdist sera væl um
tóktur í Italia, tá hann
líka sum tók við har.
Tað bleiv hann millum annað, tí
hann fekk tokini at koyra eftir
lýstu ferðaætlanini. Tað var eitt
tak, sum er tyngri enn ódnartak.
Harafturat eitt framstig, sum fólki
dámdi. Heldur ikki tá orkaðu fólk
at bíða eftir tokinum ella koma ov
seint, tí tokið var seinkað. Onkur
vil tó vera við, tað er tó søguliga
hvørki prógvað ella váttað, at
seinkingin helt ikki uppat
sum so. Tí ferðaætlanin
varð gjørd eftir koyringini
á jarnbreytini. Ferða
ætlanin var rætt og slætt
lagað eftir tokunum, ikki
øvugt. Einfalt, men tað
virkaði.
Í Føroyum hava vit
eingi tok og fáa neyvan
heldur. Men tey hava tok í móðurland
inum Danmark. Har hevði Mussolini,
jú, tað er tann Benito, sum er til við
gerðar, trivist væl, í Danmark. Í
Danmark sigst, at fólk standa
spyrjandi og ivast í, um tey
eru vorðin óð í høvdinum,
tá eitt tok fer, tá tað
eigur at fara sambært
ferðaætlanini.
N ø k u r
gerast so
ovfarin, at tey rakna ikki við aftur,
fyrr enn tokið er farið, tá tað átti at
fara.
Men í Danmark er eingin politikari,
sum fær í lag, at tokini koyra eftir
ferðaætlanini. Í Danmark er fólkaræði,
so har bera slík øgilig inntriv ikki til.
Fólk grenja eisini ov illa og krevja
ov nógv. Tá tey vita, at ikki ber til at
líta á ferðaætlanina hjá tokunum, eiga
tey bara at fara við tokinum, sum sam
bært ferðaætlanini eigur at fara fyrr
enn tokið, tey annars kundu farið við,
um ferðaætlanin var eftirfarandi. So
er tað loyst.
Bara 47 ár eru síðani, at tað
eydnaðist at senda menn upp á
mánan og fáa teir heim aftur, fram
og aftur, sambært ferðaætlanini. Teir
stóðu ikki og bíðaðu har uppi á hálva
mánanum eftir at sleppa heim. Tann
ferðaætlanin var ikki sum flestu aðrar,
hon var ikki vegleiðandi.
Tá vóru heldur ikki so nógvar
framkomnar teldur at stýra uttan
um klokkuna.
Veit ikki, hvussu stendur til við
tokferðsluni í Italia nú. Nógv eru tó
framvegis góð við Benito Amilcare
Andrea Mussolini, ikki bara fasistar,
eisini vanlig fólk, um eisini til ber at
siga so um fólk, sum vilja hava skil á.
Har sum tokini eru seinkað og
óálítandi, tað eru tey millum annað í
framkomnastu samfeløgum, er einki
áfatt við tokunum. Ikki altíð, men
lagnunnar skemt á spískasteini er tað
tó, at fínu og sera dýru tokini, sum tó
ikki duga at koyra á skinnarum, ja, tey
keyptu danskarar úr – Italia.
Annars er trupulleikin ferða
ætlanin. Ferðaætlanin er altíð skeiv.
Tokini eru veruleikin, ferðaætlanin
er hugflog og ynskidreymur. Verður
ferðaætlanin løgd eftir veruleikan
um, er alt í lagi, og eingin kemur
ov seint, heldur ikki tokið. Kanska
gjørdi Benito, sáli, bara tað, tí tað er
so einfalt. Hann stóð á einari tok
støð og sá, at tokið, sum skuldi fara
klokkan 10.35, ikki fór fyrr enn 11.05.
Hann fór við tokinum og hugdi at
gylta lummaurinum, tá tokið steðgaði
og bíðaði á hálvari leið millum støðir í
eitt korter. Og so gav hann greið boð,
harraboð, um at broyta fráferðina
til kl.11.05 og komuna, sum sambært
ferðaætlanini var kl.12.15, til kl.13.00.
Og øll vóru glað og eru tað enn.
Sum tey syngja: latið ei søguna
doyggja, tí henni læra vit av, sigst. Og
alt stendur og riðar á herðunum á tí,
sum undan fór. Men tær eru breiðar,
hóast ryggurin verri enn so altíð er
líka breiður. Vit eiga at duga søguna,
tí vit eiga at læra av henni. Tey flestu
dumpa í søgu. Og tokið er ikki farið
enn. Heldur ikki komið. Tað er seinkað.
Tað er tess mannarættur í einum
fólkaræði.
Toktalan endar her. Tað koyrdi
bara sum eftir skinnarum.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Frálíki tokførarin Benito