Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jørn Astrup Hansen Kjak síða 12 Deloitte og Skatta­ málið Birita arge Kjak síða 12 Komm­ unan fyri øll Sambært landsstýrismanninum í sam­ferðslu­málum, so eru tey long­ ur farin at fyrireika und­ir­sjóv­ar­ tunn­il til Suðuroyar. Tað ljóðar kanska dreymakent – men tað kann skjótt gerast veru­ leiki, at koyrandi verður til Suð­ur­ oy­ar um ikki so øðiliga langa tíð. Arbeiðið upp á Eyst­ur­oy­ar­tunn­ ilin er byrjað, og tá tað ar­beið­ið er kom­ið undir land, verður far­ið und­ ir at bora tunnilin til Sand­oynna, sum eftir ætlan skal standa klár­ur longu í næsta valskeiði. Tá koyrandi er til Sandoy av meg­in­land­i­num, so er bara Suð­ur­ oy­ar­fjørð­ur eft­ir, til allar tær stóru oyggjarnar eru bundnar saman. – Púra ørt, vil onkur siga. Ja, tað ljóð­ar kanska púra ørt. Men tað sum er púra ørt í dag er kanska ikki so ørt um 10 ár. Av­bjóðingin at fara undir Suð­ur­ oy­ar­fjørð er uttan iva tann størsta und­ir­sjóv­ar­avbjóðingin. Men tað var sann­iliga eisini ein avbjóðing at fara und­ir Vestmannasund á sinni. Samferðslan hevur ómetaligan týdn­ing, og skulu fólk búgva kring alt land­ið, so er neyðugt at gera stór­ar íløgur í undirstøðukervið. At byggja ein nýggjan Smyril kost­ar nógv­ar peng­ar. Tá tað eina­ ferð verður aktuelt, táttar hann helst í milliardina, sum skal gjald­ ast úr felagskassanum. Verður hinvegin farið undir at gera ein und­ir­sjóvartunnil – kanska um 10 ár, og tann milliardin verður brúkt sum landskassans partur, so fer kanska at bera til at fíggja rest­ ina við brúkaragjøldum. Men tað er lítið, sum bendir á, at tað almenna kann byggja tunlar og sam­stundis røkja veganetið. Tað eru tað ikki pengar til, og stjórin á Lands­verki sigur, at við verandi gongd kunnu vit koma hartil, at áv­ís vegastrekki verða beinleiðis vanda­mikil at koyra á. Her lekur tí ímillum teori og praksis. Tí skulu vit hava eitt vælútbygt veganet, so skal tað sjálvandi eisini røkjast og haldast. Vilja landsins myndugleikar ikki játta neyðugu pengarnar, so mugu onnur stig takast. Vit hava gjøld av øllum handaslag, eitt teirra er veggjaldið og avgjald á olju og bensin. Men hesi avgjøld fara als ikki til tað, sum vit kundu hildið, at tey vóru ætlað til – vegakervið. Tey fara øll í stórapott og eru soleiðis bara ein kamufleraður skattur. So er spurningurin, hvat vit vilja við samferðslunetinum, og hvussu vit vilja gjalda tað. Tað slepst valla undan at undirsjóvartunlarnir verða brúktir sum fyrimyndir, og at gjøld verða kravd fyri tunlar og brýr og kanska vegir við. Samferðsluneitð kostar Tað er bara hent eina ferð áð­ur, at ein sjónleikari fær År­ets Reumert fyri ein høv­ uðs­leik­lut tvey ár á rað. Men undir hvøllandi lógva­brestum – esini frá Mary krún­prin­sessu – varð kun­n­gjørt, at Olaf Jo­hann­ e­sen fekk Ársins Reumert fyri leiklutin sum tann valds­ mikli og humørsjúki góðs­eig­ arin í »Puntila« á Kongaliga Te­atrinum. Tað er bara Nicolas Bro, sum áður hevur fingið hend­ an heið­ur tvey ár á rað. Olaf Jo­hann­e­sen var ikki bara ov­farin, men tikin á bóli, tá navn hansara varð rópt av pall­inum, og hann mátti upp til Bodil Jørgensen, Ras­mus­ sen Botoft og Nikolaj Stok­ holm at taka í móti sínum Reu­mert-figuri, sum John Kørn­er hevur gjørt. Heiðurin fyri besta kvinnu­liga leiklutin fekk Bene­dikte Hansen fyri leik­ lutin sum kvinnan, ið syrgir, í »Trøst« á FÅR302. Heiðurin fyri Ársins sýn­ ing fekk Odense Teater fyri vam­pyr­leikin »Lad den rette komme ind« og fyri árs­ins kvinnuliga hjáleiklut var Mette Døssing heiðrað fyri leik­lutin sum tann øv­und­ sjúka køksgentan Kristin í »Frk. Julie« á Aarhus Teater. Fyri man­liga hjáleiklutin var Flemm­ing Enevold heiðraður fyri leiklutin sum nasistur í »Vint­er­solhverv« á Kongaliga Teatr­i­num. Tilsamans vórðu lætnir 15 Reu­mert virðirslønir og otta tal­ent­virðirslønir. Tað er Bi­ kub­en­fond­en, sum fíggjar, og heið­urin er nevndur eft­ir sjón­leik­ar­i­num Poul Reu­m­ ert, sum doyði í 1968. Olaf Johannesen fekk Reumert annað árið á rað Nógv avgjøld eru á ferðslu, sum ikki fer til veganetið Mangan verður skemtandi tik­ið til um Heðin Mort­en­ sen, borgarstjóra í Havn, at tað er so ringt at vera ó­samd­ ur við honum, tí hann mein­ ar alt, er bæði fyri og ímóti ymsum mál­um. Soleiðis kanst tú gera øll fólk nøgd, tá tú heldur við øll­um. Fleiri menn hava Heðin Mort­en­sen sum sína stóru fyri­mynd. Ein teirra er Bogi Andre­asen, sum hesaferð um­boðar Fólkaflokkin – og sum hev­ur tað í felag við borg­ar­stjór­an, at hann hev­ ur umboðað fleiri flokkar í bý­ráð­num. Í gjárkvøldið hevði hann hesa proklamatión á Face­ book: – Eg eri ein partur av sam­gong­uni í býraðnum og havi tik­ið undir við teimum húsa­keyp­um sum eru gjørd hesa set­una, men hóast tað, taki eg fult og heilt undir vit tí sum verður skrivað (grein hjá Anniku Olsen um at lækka skattin heldur enn at keypa bygningar, red.) í hesi grein. Eg haldi, at vit eiga at ar­beiða fram ímóti, at selja nakr­ar ognir og lækka skattin komandi ár. – Stikk denn Bogi! Sjúrður Olsen, sum eisini um­boðar Fólkaflokkin (og bara hev­ur um­boð­að Fólka­ flokk­in) í Tórs­havn­ar bý­ráð hev­ur sum næst­valds­mikl­ asti bý­ráðs­lim­ur og for­mað­ ur í Tórs­havn­ar Havn heið­ ur­in av Sjó­vinnu­hús­i­num, sum stendur og gapar tómt á Vest­aru Bryggju. Tí er Fólka­ flokkurin djúpt sóvs­að­ur inn í øll hesi nú »ræð­u­ligu« húsakeyp hjá bý­ráð­num. Annika roynir at leggja sjógv ímillum seg og hesi húsa­keyp – onkur heldur, at hon ætlar sær sessin hjá Heðin. Og Bogi, ja hann ger »lige­ så«. Spurn­ingur er so, um hetta eru fólk, sum vísa á­byrgd – ella talan er um opp­urt­un­ist­ isk­ar vingl­ i ­s k ø l t­a r. Tað kann v e l j­a r ­ in meta um í no­vem­ ber... Bogi heldur við báðum pørtum