mánadagur 13. juni 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67
TÍÐINDI
Hondarbeiðsbúðin í vanda
Tryggingarfelagið Føroyar vil ikki veita endurgjald fyri vøruna, sum Gisleyg
Dahl Bonde sær seg noydda at selja fyri niðursettan prís
Danjal av Rana
Enn ein søguligur handil í
Havnargøtum er um at fara
í søguna
– Endin verður, at eg má
selja vøruna til niðursetta
prís og síðani snari er um,
sigur Gisleyg Dahl Bonde,
sum
hevur
rikið
Hond
arbeiðsbúðina í Tróndargøtu
í skjótt 25 ár.
Orsøkin er, at Trygg
ingarfelagið Føroyar ikki
vil geva henni nakað end
urgjald fyri vøruna, sum
stóð í handlinum, tá oljuleki
herfyri rakti húsini í Trónd-
argøtu.
– Her var ikki inniverandi,
so ramur var lukturin av olju,
sigur Gisleyg Dahl Bonde,
sum stutt eftir at lekin var
staðfestur, lat handilin aftur.
Stóð tríggjar vikur
í oljudunsti
– Vit spurdu fleiri ferðir, eftir
at vit máttu lata handilin
aftur, um teir ikki fóru at
flyta vøruna úr handlinum,
men har hendi einki. Ikki
fyrr
enn
arbeiðsmenn
komu, tríggjar vikur seinni,
at brekka gólvið upp, bleiv
vøran hjá okkum flutt. Teir
fluttu sostatt ikki vøruna
fyri at bjarga henni, men fyri
at fáa pláss at arbeiða í, sigur
hon.
– Tryggingin sigur, at
vøran er ok, men tað kann eg
ikki brúka til nakað. Eg kann
ikki selja vøru, sum eg ikki eri
vís í er heilt í lagi, fyri fullan
prís, sigur hon. Trupulleikin
er, at sum nú er, berur hon
sjálv tapið. Eg veit ikki, um
teirra nøs er betri enn aðrar
nasar, men eg fái so einki
endurgjald frá tryggingini,
sigur hon.
Fer allarhelst at
lata handilin aftur
Talan er um stór virði til-
samans og Gisleyg Dahl
Bonde óttast, at tað fer at
forkoma handlinum.
– Eg kann ikki siga, um
vøran feilar nakað ella ikki,
tí tað veit eg ikki, men eg
veit, at mínir kundar eru
kvalitetsbevístir.
Eg
kann
ikki selja teimum vøru, sum
hevur verið útsett fyri slíkum
oljudunstið í tríggjar vikur
fyri fullan prís. Endin verður,
at eg má selja vøruna fyri
niðursettan prís og avleiðingin
av tí verður, at eg snari um, tá
tað er yvirstaðið. Eg fái ikki
keypt nýggja vøru, tá eg ikki
fái fullan prís fyri hesa, sigur
Gisleyg Dahl Bonde.
Um várið eru mong, ið
byrja at fyrireika føroysku
klæðini til skúlaveitslur og
ólavsøku. Mong bíleggja tá
nýtt toy frá Hond-arbeiðs
búðini, men í ár hevur
Gisleyg Dahl Bonde brotið
nógvar avtalur, og tað iðrar
hon seg um.
– Nógv teirra havi eg
snýtt, tí eg ikki kundi hava
álit á hesi vøruni. Fleiri
teirra avbestiltu, tí tey ikki
kundu bíða, meðan onnur
hava bíðað. Tað eru tó serliga
vestar, fyri- og turrikløð,
sum tað strandar upp á
nú. Har eru fleiri ordrar,
men eg kann ikki selja hesa
vøruna fyri fullan prís. Selji
eg einum manni ein vest, so
veit eg ikki, um hann kemur
aftur við vestinum um tveir
mánaðir, tá hann hevur
verið í brúdleypi og sveitta
og dansa og oljulukturin so
er komin aftur.
Hon sigur, at ein tógv
handil í Eysturoynni eisini
var úti fyri einum oljuleka.
Eigarin av tí handlinum
hevur fortalt Gisleyg Dahl
Bonde, at sjálvt tvey ár eftir
lekan søgdu fólk, at tey enn
luktaðu olju úr tónum, sum
hon var noydd at selja til
niðursettan prís.
Eingin hjálp frá
Tryggingarfelagnum
Nú er vøran komin aftur
í
handilin,
men
Gisleyg
Dahl Bonde er ikki nøgd
við framferðina hjá Trygg
ingarfelagnum.
– Eg eri sloppin inn aftur
og hølini eru gjørd í stand,
men tryggingin hevur bara
dumpað vøruna á gólvið og
vit mugu tí seta hana upp
á pláss sjálvi. Vøran kom
aftur í handilin 26. mai og
tá væntaði eg, at tey fóru at
byrja at pakka út dagin eftir.
Einki hendi, so vit ryktu eftir
svari, men ikki fyrr enn 7.
juni, tvær vikur seinni, fingu
vit boð, umvegis sakførara
okkara, at vit máttu sjálvar
pakka vøruna út aftur, sigur
hon.
Tað var drúgt arbeiða at
pakka vøruna, men verður
hvaðna drúgvari at seta
vøruna upp á pláss aftur.
– Fólk frá tryggingini
arbeiddu í fimm dagar við
at pakka vøruna. Hvussu
skulu vit báðar, sum ganga
ímóti
teimum
sjeyti
og
áttati, megna hetta, spyr hon
og sigur, at talan er um 73
flytikassar umframt nógvar
plastsekkir fullar av tógvi og
toy.
Hon
harmast
um,
at
hetta málið skal raka Hond
arbeiðsbúðina so meint, tá
hon ikki er partur í málinum.
Hon fer tó at reisa eitt
endurgjaldskrav fyri mista
arbeiðsinntøku, tí handilin
hevur verið afturlatin í tveir
mánaðir nú.
Hondarbeiðsbúðin
lat
upp í 60’unum á Glade
Hjørn. Fyri nærum 25 árum
síðani keypti Gisleyg Dahl
Bonde handilin. Fyrst helt
hann til í Dr. Jakobsensgøtu,
men seinastu gott og væl 10
árini hevur handilin verið í
Tróndargøtu.