Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PRÓVTØKUTÍÐ OG FACEBOOK Barbara Holm Próvtøkutíðin nærkast og kring landið sita ungdómar í øllum aldri og lesa fyri at megna tað, sum skúlarnir leggja fyri dagin. Tá ið tey ungu ganga til próvtøku er tað sjálvsagt ein veruleiki, sum øll familja er partur av, í og við, at tað krevur eitt sind­ur av hvørjum at svara teimum spurningunum, sum lærararnir seta. Men eisini tey, sum einki hava við próvtøkufepurin at gera í gerandisdegnum, verða partur av tí, tí úr­slit­ ini mangan vera løgd á Face­ book. Í øllum førum tey høgu próvtøkutølini. – Eg skilji sera væl, at for­ eldur eru errin av, at børnini fáa 12. Men eg veit ikki, hvussu snilt og umhugsað tað er at leggja tað á netið, sig­ur 42 ára gamla Elin Michel­sen, sum er útbúgvin innan tvørmiðlasamskifti og sum hvønn vetur heldur fyri- lestrar um atburð á netinum í samband við SSP samstarvi. Hon sipar til tann veru- leika, at umvegis internetið eru foreldur eisini við til at læra tey ungu, hvat ein nøkt- andi karakterur er. – Vit leggja soleiðis eitt trýst á børnini, tí leggur mamma tað á Facebook, so er hon ordiliga glað. So er hon ordiliga errin, og soleiðis síggja børnini tað sjálvandi, sigur Elin Michelsen. Hóast trýstið orsaka av Facebook ikki er ein veru­ leiki, sum børn seta orð á, so liggur tað kortini beint undir yvirflatuni. – Tað er eitt óbeinleiðis trýst, sum man helst ikki tosar um. Eitt trýst um, at man skal fáa góð próvtøl, tí soleiðis ger man foreldrini eyka errin, sigur Elin Michel­ sen. Reypar tú nakrantíð um eitt 4 tal? Nýggi próvtøkustigin er sett- ur í verk og væl etabler­aður seinastu árini í Før­oy­um. Tað merkir, at frá 13 stiganum eru vit farin til próvtølini -3, 00, 2, 4, 7, 10 og 12. Spurningurin er so, hvørji próvtøl eru nóg mikið góð til at hava uppiborið eina Facebookuppdatering? – 12 tølini eru tey bestu. Men sleppa 10 tølini eisini uppí part? Hvussu er, um barnið fær 7, spyr Elin Michel­sen. Hon vísir við hesum á, at foreldur seta ein høgan standard fyri børnini, tá ið einans tey hægstu próvtølini eru nóg góð til at leggja á Facebook. Og óansæð hvussu vit meta um støðuna, so er lítil ivi um, at børnini skilja støðuna. – Børnini síggja tað iva­ leyst sum, at mamma er bara errin av 12 tølum. Og vit vita jú, at eingin fær 12 í øllum lærugreinum, so tað merkir eitt stórt trýst á børnini, sigur Elin Michelsen. Pynta seg við læntum fjaðrum Hví skriva vit próvtøl hjá børnum á Facebook. Tað er ein spurningur, sum Elin Michelsen heldur, at vit eiga at seta okkum sjálvi. Tí givið er tað, at umvegis sosialu miðlarnar fáa vit hópin av viðurkenning, sum vit ivaleyst ikki høvdu fingið annars. Og serstakliga fyri ymiskt, sum annars ikki hevði komið fram fyri almenninginum á sama hátt, um tað ikki varð lagt á Facebook. – Eg skilji sera væl, at for­eldur eru so errin, at tey í ovfarakæti leggja próvtøl hjá børnunum á Facebook. Og tey hava ivaleyst eisini viðvirkað til, at børnini hava klárað tað so væl, sigur Elin Michelsen. Men hóast tey hava við­ virkað til góða úrslitini, so eiga tey kortini ikki nakran part av viðurkenningini. – Tað eru børnini, sum hava uppiborið viður­kenn­ ing­ina fyri próvtølini og ikki foreldrini. So á ein hátt kanst tú siga, at vit sum for­ eldur pynta okkum við lænt­ um fjaðrum, tá vit ynskja viðurkenning fyri avrik hjá børnunum, sigur Elin Mich­ el­sen. Tað er ein sannroynd, at viðmerkingar og tummlar upp í hópatali koma á Face­ book, tá ið eitt foreldur for­ telur um 12 talið hjá børn­un­ um. – Facebook snýr seg jú oftast um viðurkenning, og tá ið vit skriva slíkt koma viðmerkingarnar um, hvussu dugnalig børn vit eiga, hvussu røsk tey eru, tillukku og so framvegis. Men tað eru børnini, sum hava uppiborið viðurkenningina, sigur Elin Michelsen. Skal spyrja um loyvi áðrenn Á hvørjum vetri ferðast Elin Michelsen kring landið í samband við SSP samstarvi, har hon heldur fyrilestrar fyri foreldrum at børnum í 4. flokki. Orsøkin er, at hon greiðir teimum frá tí hon rópar »tryggari á netinum«. Tí tað er ein sannroynd, at børn læra frá foreldrunum, og um foreldrini gerast meira tilvitað um, hvussu tey ferð­ ast á netinum, so kann tað eis­ini hava jaliga ávirkan á børn­ini. Í byrjanini var fyrilesturin fyri børnini sjálvi, men nú eru tað bara foreldrini, sum luttaka. – Vit funnu útav, at for­ eldur kanska eisini hava tørv á at læra at uppføra seg rætt á netinum, sigur Elin Michelsen. Hon vísir millum annað á, at tað sambært datalógini er ólógligt at leggja myndir av øðrum á netið, uttan at tú hevur spurt um loyvi áðrenn. – Tú skalt eisini hava til­ søgn frá børnunum, áðrenn tú leggur nakað á Facebook, vísir Elin Michelsen á. – Við at leggja próvtøkutøl hjá børnunum á Facebook, eru vit við til at leggja eitt trýst á børnini. So nú próvtøkutíðin nærkast kunnu foreldur geva børnunum eitt klemm heldur enn at leggja teirra úrslit á Facebook, sigur Elin Michelsen, útbúgvin í tvørmiðlasamskifti FORELDUR REY – KLEMMIÐ HEL – Eg skilji sera væl, at for­eldur eru errin av, at børnini fáa 12. Men eg veit ikki, hvussu snilt og umhugsað tað er at leggja tað á netið, sig­ur 42 ára gamla Elin Michel­ sen, sum er útbúgvin innan tvørmiðlasamskifti Myndir: Álvur Haraldsen