mánadagur 13. juni 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67
PRÓVTØKUTÍÐ OG FACEBOOK
YPA Á FACEBOOK
LDUR BØRNINI
Men tað er ein veruleiki,
sum helst fá foreldur eru
vitandi um.
– Mangan blíva foreldrini
heldur flov, tá ið eg vísi á
hetta til teir ymisku fyri
lestrarnar, tí so at siga øll
hava innan rímiliga stutta tíð
lagt myndir av børnunum á
netið uttan at spyrja um
loyvi, sigur Elin Michelsen.
Orsøkin til, at tað hevur
týdning er, at vit vita ikki
hvørjar avleiðingar tað kann
fáa í framtíðini, tí sosialu
miðlarnir eru relativt nýggir.
Okkara børn eru
royndarkaninir
Atburður á sosialu miðlun
um er mangan evnið fyri
kjak av ymiskum slag. Vit
kenna øll til tey, sum altíð
eru negativ á netinum. Vit
kenna til tey, sum altíð
greiða frá hvørjum smáluti
á netinum uttan himpr. Vit
kenna tey, sum duga so sera
væl at vera skemtingarsom
og beinrakin. Og soleiðis
kundu vit hildi fram.
At vit øll uppføra okkum
ymist á Facebook er ein sann-
roynd og mong vilja vera við,
at vit eisini uppføra okkum
øðrvísi á netinum enn vit
gera í veruliga lívinum.
Facebook og internetið
eru relativt nýggj amboð og
vit hava ongan kjans at vita,
júst hvussu vit skulu upp
føra okkum.
– Í og við, at Facebook er
nýtt enn, eru okkara børn
í
veruleikanum
royndar
kaninirnar í hesum heksa
ketlinum, sigur Elin Michel
sen.
Og tað verður ikki fyrr
enn tey eru vaksin, at vit
kunnu hava okkara fyrstu
eftirmeting, tá ið umræður
børn og sosialu miðlar.
– Hvat fara tey at halda
um, at vit hava lagt alt teirra
lív út til almenningin at
hyggja eftir og granska. Tað
fáa vit at vita, tá ið okkara
børn blíva vaksin, sigur Elin
Michelsen.
Hon sigur ikki fólk ring
fyri, at tey ynskja at vísa síni
fittu børn fram á netinum og
soleiðis skapa viðurkenning
rundan um tey. Men sann
leikin er, at vit vita enn ikki
hvørjar avleiðingar tað fær
seinni.
– Í hesari royndartíðini
mugu vit hava tunguna
mitt í munninum og hugsa
hvørjaferð vit gera okkurt,
um tað nú er tað snildasta
at gera. Seinni kunnu vit so
meta um, hvussu atburður
á netinum er best skipaður,
sigur Elin Michelsen.
Í vetur fara Elin og hini
í SSP aftur at ferðast kring
landið og læra foreldur at 4.
floksnæmingum um, hvussu
man er tryggari á netinum.
– Endamálið er at koma
hartil, at foreldrini eru fyri
myndir fyri børnini, tá ið
umræður atburð á netinum.
Tí vit vilja jú helst hava, at
børnini gera sum vit gera, og
ikki sum vit siga, sigur Elin
Michelsen, útbúgving innan
tvørmiðlasamskifti.
barbara@sosialurin.fo
12 tølini eru tey bestu. Men
sleppa 10 tølini eisini uppí part?
Hvussu er, um barnið fær 7?
Elin Michelsen