mánadagur 13. juni 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BÚSKAPUR
Árni Gregersen
Nú hevur samgongan tikið
stig til at endurstovna Lands
banka Føroya, sum seinasta
samgonga annars niðurlegði
í farna samgonguskeiði.
Fíggjarmálaráðið hevur
sent eitt uppskot um lands
banka til hoyringar. Saman
við uppskotinum um nýggj-
an landsbanka, er eisini eitt
uppskot um váðaráð sent til
hoyringar.
Landsbanki Føroya verð
ur endurstovnaður saman
við Føroya váðaráði við tí
høvuðsendamáli at virka fyri
fíggjarligum støðufesti.
Landsbanki Føroya skal
virka sum óheftur, almennur
fíggjarstovnur og greiningar
stovnur og vera skrivstova
hjá Føroya váðaráð.
Føroya váðaráð verður
stovnsett sum sokallaður
makroprudentiellur mynd
ugleiki í Føroyum. Makro-
prudentiellur myndugleiki
er ein, sum tryggjar kapital
ígóðum tíðum og forðar, at
til dømis SIFI-peningastovn
arnir koma illa fyri í niður
gangstíðum.
Fíggjarmálaráðið
sigur
í viðmerkingunum til upp
skotið, at seinast Føroyar
vóru raktar av einari fíggjar
kreppu var tað soleiðis, at
eftirlitið við føroyska bú-
skapinum ikki var nóg gott.
Stornarnir, sum skuldu
hava eftirlitið, høvdu ikki
nóg víðar heimildir og tí var
heldur ikki fylgt nóg væl við
á øllum økjum.
Tað var ikki bert í Føroy-
um, at eftirlitið var ov vána
ligt og tað hevur tí fingið
mong onnur lond at styrkja
eftirlitið við búskapinum og
fíggjargeiranum.
Nýggju eftirlitini hava
fingið størri heimildir og
størri uppgávur. Nú skal
eftirlit ikki bert vera við
ávísum stovnum og ávísum
økjum, men eisini gera tvør-
gangandi váðametingar av
øllum fíggjarkervinum.
Landsbanki aftur
Í føroyskum politikki hevur
ósemja verið millum høgra
og vinstra um vit skulu hava
ein landsbanka.
Longu í 1978 var samtykt
í Løgtinginum, at vit skuldu
hava landsbanka, men tað
gingu mong ár til vit fingu
ein landsbanka, sum virkaði.
Men tað eydnaðist seint í
seinastu øld at fáa sett bank
an á stovn. Hann virk-aði til
apríl 2013, tá ið bankin var
niðurlagdur.
Tá arbeiddu 11 fólk í
landsbankanum.
Sjálvt um bankin bygdi
á eina samtykt frá sjeyti
árunum, so vóru uppgáv
urnar, tá ið hann endaliga
var settur á stovn, heilt
aðrar, enn upprunaliga var
ætlað.
Bankin var niðurlagdur
í 2013, men uppgávurnar
skuldu í stóran mun kortini
loysast.
Hesar
uppgávur
verða í dag loystar av Gjald
stovuni, Hagstovuni og fíggj
armálaráðnum.
Men nú nýggj samgonga
við øðrum politikki ræður
fyri borgum, er eitt uppskot
sent til hoyringar, sum áset
ir at landsbanki skal setast
á stovn av nýggjum og har
afturat fáa vit eitt váðaráð.
Kristina Háfoss,Tjóðveldi,
er
landsstýriskvinna
við
fíggjarmálum. Hon sigur:
– Við nýggja Landsbanka
Føroya og Føroya váðaráði
taka vit týðandi stig at
styrkja okkum búskaparliga
og at fyribyrgja framtíðar
fíggjarkreppum.
Endurstovnaður Landsbanki og Váðaráð skulu hava eftirlit við føroyska búskapinum
FØROYSKI B
UNDIR HERD
Váðaráðið skal tryggja
samlaða búskapinum
Føroyskar fyritøkur, pensjónsgrunnar og annað fara komandi árini
at sita við munandi størri peningaupphæddum
Árni Gregersen
Føroyskir
myndugleikar
hava ábyrgdina av fleiri
og fleiri penignasterkum
fyritøkum, hóast bankarnir
framvegis eru partar av
donsku skipanini enn.
Pensjón,
trygging
og
realkreditøkið
er
undir
ábyrgd
hjá
føroyskum
myndugleikum og fíggjar
málaráðið vísir á, at hesir
stovnar fáa munandi størri
upphæddir at ráða yvir
komandi árini.
Serliga á pensjónsøkinum
verður
talan
um
risa
pensjónsupphæddir.
Mett
verður, at um øll verða
partur av einari skipan, har
15 prosent av inntøkunum
fer til pensjón, so verður
samlaða uppsparingin eini
20 milljardir krónur.
Fíggjarmálaráðið heldur
eisini, at fleiri stórar fyri
tøkur fara at hava tvør
gangandi áhugamál og fara
at flyta pening millu pen
sjón, trygging og bankar.
Tilfeingisvinnurnar
og
stóru fyritøkurnar, ið virka
innan tær, hava eisini al
stóran týdning fyri búskap
in.
Samstundis er almenni
búskapurin merktur av, at
stórar avbjóðingar eru við
langtíðar haldførinum.
Øll
hesi
viðurskifti
kunnu ávirka fíggjarliga
støðufestið. Neyðugt er tí
at miðsavna vitan innan øll
týðandi fíggjarøki í einum
føroyskum váðaráði fyri
á tann hátt at fyribyrgja
systemiskum váða.
Eitt virkisført váðaráð
hevur tørv á, at neyðugir
førleikar og neyðugar heim
ildir áhaldandi eru til taks
til útinnandi greiningarar
beiðið.
Tí skal Landsbanki Før
oya virka sum greiningar
stovnur við væl útgreinað
um hagtalsheimildum.
Landsbanki Føroya skal
virka sum óheftur, almenn
ur fíggjarstovnur og grein
ingarstovnur og vera skriv
stova hjá Føroya váðaráð.
Føroya
váðaráð
verður
stovnsett sum sokallaður
makroprudentiellur mynd-
ugleiki í Føroyum.
Ein makroprudentiellur
myndugleiki arbeiðir við at
staðfesta vandar við støði
í greiningum, sum skulu
handhevjast við ítøkiligum
stýringsamboðum,
ið
makroprudentiellur mynd
ugleiki skal hava ábyrgd av
at brúka mótvegis system
iskum váðum.
Eisini skulu makropru
dentiel politisk initiativ hava
atlit at mikro-prudentilum
initiativum umframt penga-
og fíggjarpolitisku økini.
Eitt dømi um arbeiðið hjá
einum makroprudentiellum
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum,
hevur lagt uppskot fram um at endurstovna
Landsbankan og seta eitt váðaráð á stovn