Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67 BÚSKAPUR ÚSKAPURIN UM EFTIRLITI – Seinasta fíggjarkreppan staðfesti, at fíggjarligu eftir­ litsstovnarnir vóru ov veikir og høvdu eftirlit við ov av­ markaðum viðurskiftum. Úr­slitið varð, at flestu lond styrktu yvirskipaða fíggjar­ liga eftirlitið í samfelagnum og settu eisini á stovn tvør-gangandi fíggjarlig váðaráð, ið skuldu tryggja, at ymisku eftirlitini innan búskapin og fíggjarøkið ikki bert hava eftirlit við einstøkum stovn­um ella úrvaldum økjum, men skulu leypandi gera váða­metingar fyri samlaða fíggjar­kervið og samfelagið. – Við Føroya váðaráði og nýggja landsbankanum leggja vit í Føroyum nú lunn­ ar undir einum tryggari før­ oyskum búskapi framyvir. Fíggjarligt støðufesti At endurstovna Landsbanka Føroya og seta eitt váðaráð á stovn, verður gjørt fyri at at forða fyri, at samfelagið endar í búskapar- og fíggjar­kreppum, uttan at vit eru fyrireikað. Stovnarnir skulu virka fyri, at hesar kreppur ikki ótálmaðar sleppa at breiða seg gjøgnum fíggjar­kerv­ ið og harvið ávirka sam­fe­ lagsgongdina og støðuna hjá vinnuni og teimum borg­ arum, sum her búgva, verður sagt í uppskotinum. Í sambandi við almennan búskap verður tosað um systemiskar fíggjarváðar. At ein váði er systemiskur merkir, at talan er um ein veikleika ella eina ójavna í fíggjarskipanini, sum økir um vandan fyri, at ein system­isk fíggjarkreppa ger seg gald­andi. Harumframt er talan um systemiskan váða, tá ið váðin ger seg galdandi breitt í allari fíggjarskipanini ella í einstøkum parti av skipanini, ið hevur avgerandi týdning fyri alla skipanina. Dømi um systemiskar fíggj­arváðar kunnu vera »bústaðar-bløðrur« (sam­ svar er ikki millum prís og veruliga virðið), inn­láns­ undir­skot í peningstovnum, og savnan av kapitali á heilt fá­u­m hondum. Tað er tí atburður hjá fíggj­argeiranum og pørtum, ið hava stóra ávirkan á fíggj­ ar­kervið, undir einum og tess samband við realbúskapin, ið millum annað er týðandi at hava eyguni við í hesum sambandi. Mótvirka sveiggini Ógvuslig sveiggj í búskap­ in­um kenna føroyingar væl til. Hesi sveiggini hava stóra ávirkan á gongdina í sam­felagnum og gera viður­ skiftini ótrygg, bæði hjá vinnuni og vanliga borg­ar- an­um. Tá ið Føroyar høvdu stóru kreppuna í níti-árunum, tá minkaði fólkatalið í land­ inum, sum ongantíð áður. Tað er tí ein politiskur setn­ingur hjá hesi sam­ gong­uni at minka um hesi ógvusligu sveiggini. – Hvørki tey meira kendu realbúskaparligu sveiggini ella minni kenda fíggjarliga ringrásin í Føroyum líkj­ast ella fylgja gongdini í Dan­ mark, sigur Kristina Há­foss í við­merkingunum til lógar­ uppskotið um endurstovnan av landsbankanum. myndugleika, t.d. váðaráð- num, kundi verið, at tá ið stór­ur útlánsvøkstur rakar bú­skapin, kann váðaráðið mæla til, at myndugleikarnir økja um kapitalkrøvini til pen­ingastovnarnar, fyri so­ leiðis at tálma útláns­vøkstr­ inum. Sjálvrannsakan Uppskotini hjá fíggjarmála­ ráðnum um landsbanka og váðaráð er ein aprtur av tí sjálvsrannsakan, sum hevur rakt londini í okkara parti av heiminum í hesi øldini. Skipanin hevur gjøgnum­ gangandi verið so vánalig, at hon ikki í nóg góðari tíð hevur megna at ávara polit­isku skipanina um teir brotasjógvar, sum hava rakt búskapin. Ein partur av hesum er sjálvandi rætt, men í øðrum førum er tað soleiðis at ávís­ir eftirlitsstovnar hava boðað frá vandum, men tað hevur politiska skipanin sum heild ikki tikið, sum góða vøru. Tí staðfesta mong lond nú, at tað er ikki nóg mikið, at ávísir eftirlitsstovnar koma við ávaringum, men tað tað ræður um at hava eitt slag av váðaráði, sum alla tíðina hevur eitt vakið eyga við gongdini, so tað í góð­ari tíð kann boða frá, tá ið stóru brotasjógvarnir eru á veg. Semja er um millum fíggjarmyndugleikarnar í flestu londum, at neyðugt verður at menna regluverk, myndugleikar og amboð, sum betur kunnu meta um og hava møguleika at hand­ fara systemiskar váðar. Í høvuðsheitum verð­ ur hetta gjørt við at stovna og menna tað makro­pru­ dentiella myndugleikaøkið. Og tað er altso orsøk­in til uppskotið um lands­ banka og váðaráð, sum Kristina Háfoss, lands- stýris­kvinna, nú hevur sent til hoyringar. Ein onnur orsøk er, sum nevnt aðrastaðni, at bæði Tjóðveldi og Javn­ aðar­flokk­urin alla tíð- ina hava sagt, at tá ið flokkarnir kom framat aftur valdinum, so fóru tey at endurstovna Lands­banka Føroya. Tað kann gferast ein vandi fyri alt samfelagið, tá ið ov nógvur peningur endar á ov fáum hondum. Hóast bankarnir enn eru undir donskum eftirliti, so fara pensjónsgrunnar, trygg­ingar og realkreditøkið at umsita risa peningaupphæddir