Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 DROTNINGIN VITJAR LÆRA DROTNINGINA Danjal av Rana Hennara hátign, Margreta, drotning, kom til landið í gjár klokkan 16, við flogfarið hjá donsku verjuni. Á flogvøllinum tóku Aksel. V. Johannesen, løgmaður, Marjun Hanusardóttir, løg­mansstjóri og Dan M. Knudsen, ríkisumboð, ímóti henn­ara hátign. Av flogvøllinum varð hon koyrd á Dannebrog, sum leyg­ardagin kom á Kolla­ fjørð. Í morgun lá leiðin suður­ eftir og beint eftir klokkan níggju legði Dannebrog at á Drelnesi. Føroyskir róð­ rarbátar, M/S Thorshavn, Brimil og Triton fylgdu konga­skipinum og Triton heilsaði tí við 27 skotum. Í Suðuroy skal drotningin vitja SALT, saman við Aks­el V. Johannesen, løg­manni, og frú Katrin D. Apol, Dan M. Knudsen, ríkis­ um­boði, Kristin Michel­ sen, borgarstjóra, og frú Joan Michelsen, og Marj­un Han­usar­dóttir, løg­mans­ stjóra. Ólavur Rasmussen, nevndarformaður, fer at vísa hennara hátign runt í umbygdu saltsiloini. Í Suðuroy hevur drotn­ ing­in eisini vitja í skúla­ deplinum í Hovi, á sam­ býlinum á Óðalsbrekku í Hvalba og í Sandvík hevur hon vitjað í elstu húsunum í oynni. Á Tvøroyri hevur hon vitjað í Kongaliga Eina­handl­ inum, har Kári Jespersen, søgufrøðingur, greiddi frá um bygningarnar og frá tíðini á Tvøroyri sum heild fyri 180 árum síðani. Hon vitjar eisini í ung­ dóms­húsinum í Pakkhús 4 og í Varðanum Pelagic og í kvøld fara suðringar at dansa føroyskan dans á bryggjuni, áðrenn Dannebrog siglir av Tvøroyri. Týsdagin fer hennara hátign Margreta, drotning, at spáka í høvuðsstaðnum og vitjar í landsstýrinum, løgtinginum og býráðnum Mikudagin fer hon til Sands, har henni verður greitt frá um steinrenningar og niðursetingar frá ár 300. Hósdagin verður tíðinda­ fundur umborð á Dannebrog, áðrenn drotningin og fylgi fara niðan til ríkisumboðið til millummála. Tíðliga seinna­partin fer drotningin av landinum aftur við flog­ fari. Drotningin hevur vitjað í elsta húsinum í Suðuroy og lært um Kongaliga Einahandilin á Tvøroyri, nú hon hevur vitjað í Suðuroy í dag