mánadagur 13. juni 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tveir ísfiskaskiparar, sum
Sosialurin hevur skift orð
við, siga, at nógvur smáur
upsi er á ávísum leiðum,
og hetta er orsøkin til, at
veiðibann so ofta eru lýst í
vár.
Skipanin er hon, at tá
ein ávísur prosentpartur av
veiðini í einum háli er undir
eina ávísa stødd, hevur skip
arin skyldu til at boða Fiski
veiðieftirlitinum frá hesum.
Tað er ikki ólógligt at
veiða smáan upsa, og tað
er heldur ikki ólógligt, um
ein lutfalsliga stórur partur
av veiðini er smáupsi - bara
fráboðanarskyldan er hildin.
Flestu
trolaraskiparar
royna tó at umgangast stór
og afturvendandi hál av
smáum upsa. Betri prísur
fæst eisini fyri hin størra
fiskin.
Men, sum skilst, eru
tað eisini nakrir ávísir ís-
fiskaskiparar við trolara,
sum leggja seg eftir teirri
stóru nøgdini, tó at fiskurin
er ov smáur.
Einki fyrilit
Tá nógvur smáupsi er, um
gongst ikki, at tú onkuntíð
rennur teg í okkurt hál av
smáum fiski av og á, men
vanligt er at flyta, tá soleiðis
er. Hinvegin vita vit, at nak
rir fáir skiparar bevíst liggja
eftir hesum fiski, til Fiski
veiðieftirlitið
setir
bráð
feingis veiðibann.
Tveir
ísfiskaskiparar,
sum sigla við ymiskum trol
arum hjá ymiskum reiða-
ríum, siga somu søgu, at
skiparar eru ímillum, sum
ikki taka serligt fyrilit fyri tí
smáa upsanum.
– Hetta er harmiligt, og tí
er ikki minst umráðandi, at
Fiskiveiðieftirlitið viðhvørt
er skjótari á sjóvarfallinum
at lýsa veiðibann, siga skip
ararnir.
Í vár hevur Fiskiveiðieftirlitið fleiri ferðir lýst bráðfeingis veiðibann
fyri veiði í ávísum økjum við troli. Veiðibann er galdandi í 14 dagar, og
tá henda tíðin er farin, verður leiðin vanliga latin uppaftur
Skiparar liggja á smáum upsa
Andersens Beding á Strondum fær nú nýggja høll á 20
x 20 fermetrar, og stendur nú reist. Tað er byggifelagið
KBH, sum setir upp nýggju høllina. Bedingin hevur
eisini fingið nýggjan vogn, soleiðis at bátar, sum
eru upp til sjey metrar breiðir, kunnu takast upp.
Trolbátarnir, Olga
Maria og Jens Leon,
hava gjørt góðar túrar á
Íslandsrygginum
Í morgun landar trolbát
urin Olga Maria 850 kassar
av fiski í Klaksvík. Hetta
er umleið 80.000 pund,
sum teir hava fingið á Ís
landsrygginum. Meginpart
urin av veiðini er toskur.
Trolbáturin Jens Leon
hevur eisini verið á Ís
landsrygginum henda túr
in. Teir landa í Leirvík í
dag, og veiðan hjá teimum
er umleið 65.000 pund.
Eisini hjá Jens Leon er
meginparturin av veiðini
toskur.
Hetta eru góðir túrar hjá
bæði Olgu Mariu og Jens
Leon, sum báðir vóru fullir
undir lúkurnar.
Trolbáturin
Búgvin
landar eisini í Leirvík í
morgun. Teir hava verið
á landleiðini, og veiðan
liggur um sløk 45.000 pund.
Veiðan hjá Búgvanum er
blandað við ymiskum fiska-
sløgum.
vilmund@sosialurin.fo
Jupiter telist millum
størstu skip, sum MEST
í Havn kann taka upp á
bedingina. Skipið, sum
vigar umleið 2400 tons,
hevur seinastu dagarnar
staðið uppi til ymiskt
viðlíkahald
Borgarar
siga sína
hugsan
Tað er í kvøld, at skipað
verður fyri felags
borgarafundi um felags
framhaldsskúladeild hjá
Fuglafjarðar kommunu og
Eysturkommunu. Fundurin
verður á Miðnámi á
Kambsdali, og lagt verður
fyri klokkan 19.
Arbeiðsbólkar hava í fleiri
umførum kannað ymiskar
samstarvsmøguleikar, og
á borgarafundinum verður
kunnað um hesa tilgongd
og arbeiðið.
- Endamálið við
fundinum er at geva
borgarum møguleika
at siga sína hugsan
um framhaldsdeildina
í økinum, áðrenn
støða verður tikin,
siga borgarstjórarnir í
Fuglafjarðar kommunu
og Eysturkommunu,
Sonni á Horni og Jóhan
Christiansen.
vilmund@sosialurin.fo
Fullir undir lúkurnar
Fiskurin, sum trolbátarnir koma
við, skapar fitt av virksemi
Mynd: Vilmund Jacobsen