mánadagur 13. juni 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67
Vilmund Jacobsen
Oljuvinnufelagið
hevur
havt ársaðalfund. Fyri vali
stóðu Magni Arge og Jostein
Petersen. Teir tóku báðir við
afturvali og vórðu valdir.
Í
nevndini
eftir
árs
aðalfundin sita Magni Arge,
Gunnbjørn Joensen, Anja
Jacobsen,
Eli
Lassen
og
Jostein Petersen.
Christian Danielsen varð
afturvaldur
sum
tiltaks-
limur.
Á aðalfundinum greiddi
formaðurin frá, at Olju
vinnufelagið seinasta árið
hevur arbeitt við at stað
seta Føroyar sum ein mari
timan
tænastudepil
fyri
frálandavinnuna og fyri alla
skipaferðslu, sum siglir fram
við Føroyum.
–Føroyskar tænastuveit
ingar til maritimt virksemið
eru á høgum støði og stenda
mát við somu tænastu í
okkara grannalondum. Vit
hava umvegis boringarnar
í Føroyum og vitjanina hjá
West Hercules prógvað, at
maritima tænastavinnan í
Føroyum er væl og virðiliga
kappingarfør á altjóða stigi.
Víst varð á, at í arbeiðnum
at
marknaðarføra
før
oysku
veitaravinnuna
er
heimasíðan www.maritime-
services.com gjørd.
– Heimasíðan lýsir før
oysku
veitaravinnuna,
deilt upp í vinnugreinar og
fyritøkur.
Endamálið
við
síðuni er, at útlendskar fyri
tøkur lættliga kunnu finna
upplýsingar um føroyska
vinnu og fáa greitt innlit í,
hvørji vit eru, og allar tær
tænastur, sum vit kunnu
veita.
Oljuvinnufelagið fegnast
um, at landsstýrið hevur sett
pening á fíggjarlógina fyri
2016 til at marknaðarføra
Føroyar sum ein maritiman
tænastudepil.
Seinastu tíðina hava vit
havt turt og gott veður í
Føroyum, og tað er rættiliga
langt síðan, at tað hevur
regnað nakað serligt.
Tá veðrið hevur roynst
so væl, og hetta samstundis
er tíðin, tá arbeiðspláss
leita sær út á felagstúrar,
áðrenn
summarfrítíðin
byrjar, hava fleiri bygdir og
oyggjar havt nógv vitjandi.
Soleiðis
hevur
eisini
verið í Nólsoy.
Seinastu
vikuskiftini
hevur nógv fólk leitað sær
út til Nólsoyar. Tey hava
gingið runt í bygdini, hava
vitjað søgulig støð, og tey
eru eisini fleiri, sum hava
verið frálíkar gongutúrar.
Soleiðis var eisini sein
asta vikuskiftið, tá hópur
av ferðafólki leitaði sær út
til Nólsoyar, eitt nú starvs-
fólk í Eik, sum vóru frálíka
gongutúrin eystan fyri á
Nólsoynni.
Her er rættiliga náttúru
vakurt og stórbært.
Jógvan Thomsen í Nóls
oy, sum eigur viðheftu
mynd, helt fyri á Facebook
um dagarnar, at í Nólsoy
var sum á ólavsøku.
Myndin vísir ferðafólk,
sum eru á veg umborð aftur
á Ternuna eftir góðan og
væleydnaðan túr í Nólsoy.
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta vikuskiftið vitjaði
rættiliga nógv ferðafólk í
Nólsoy - ja, her var nærmast
sum á ólavsøku
Sunda kommuna
bjóðar nú út flutningin
av skúlabørnum fyri
næstu tvey árini til
Skúlan við Streymin og
heimaftur
Tvøroyrar býráð hevur
samtykt roknskapin fyri
2015. Í fíggjarætlanini
varð roknað við avlopi
á 10,4 miljónir, men
ársroknskapurin vísir eitt
avlop á 16,06 miljónir -
ella 5,66 miljónir krónur
meira enn væntað
Fleiri landa
trolfisk
í dag
Flestu línuskip eru nýliga
byrjaði túr, og tí vænta tey
á Fiskamarknaði Føroya
ikki, at línufiskur verður
landaður fyrr enn síðst í hesi
vikuni. Tá kemur væntandi
eitt skip við svartkalva
og eitt, sum hevur mest
av toski, longu og hýsu.
Restin av línuskipunum
koma neyvan inn at
landa hesa vikuna.
- Línuskipini, sum
eru til fiskiskap, eru á
Rygginum og á innaru
leiðum. Tvey línuskip fiska í
Eysturgrønlandi og í Íslandi.
Um útróður er at siga,
at streymurin verður
góður alla vikuna, og
veðrið verður eisini gott.
- Tí vænta vit, at nakað
verður av útróðri. Bátarnir
fáa mest av toski og
hýsu, men nakrir fáa
eisini nakað av hvítingi.
Fríggjadagin vóru øll
partrolarapørini til fiskiskap.
- Vit vænta, at tvey ella
trý pør koma inn at landa
í dag, og síðan koma
nøkur pør seinni í vikuni.
Trý partrolarapør eru
á gulllaksaveiði.
Fríggjadagin var bara
ein djúpvatnstrolari til
fiskiskap, og hann landar
væntandi í dag. Hesin
hevur mest av svartkalva
og nakað av kongafiski.
- Tríggir trolbátar eru
á landleiðini, og ein av
hesum kemur inn at landa
í dag - og hinir báðir koma
seinni í vikuni. Trolbátarnir,
sum fiska á landleiðini,
hava mest av toski, tungu,
reyðsprøku og havtasku.
Fiskiskapurin hjá
trolbátunum á landleiðini
er á einari leið.
- Tveir trolbátar eru
á Íslandsrygginum, og
teir koma báðir inn at
landa í dag, siga tey á
Fiskamarknaði Føroya.
vilmund@sosialur
Sum á
ólavsøku
- Føroyskar tænastuveitingar til maritimt
virksemið eru á høgum støði og standa mát við
somu tænastu í okkara grannalondum, sigur
Oljuvinnufelagið sum hevur havt ársaðalfund
Tænastuveitingar
eru á høgum støði
Rættiliga nógv ferðafólk hava seinastu
dagarnar vitjað í Nólsoy
Mynd: Jógvan Thomsen
- Vit hava umvegis boringarnar í Føroyum og vitjanina hjá West
Hercules prógvað, at maritima tænastavinnan í Føroyum er væl og
virðiliga kappingarfør á altjóða stigi, sigur Oljuvinnufelagið