Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Kappróðurin á sundalags­ stevnu í 2016 varð søguligur. Eitt var, at úrslitini í tveim­ um kappingum vóru metgóð. Men tað eru serliga fyri­ reik­ingarnar og tað, sum ikki var fyrireikað soleiðis, sum tað skuldi havt verið, ið er merkisvert og verður minnis­vert. Tað er einki at ivast í, at tað verður nógv eftir­mett í Hvalvík og Róðrar­sam­band­ inum og í feløgunum, sum varða av RSF og kapp­róðr­ inum. Hetta var fyrsta ferðin, at neyvar tíðir vóru settar á fyri einstøku róðrarnar, og hetta var fyrsta ferðin, at tað í góðum líkindum ikki varð farið undir róðrarnar fyrr enn klokkan var farin av hálvgum seks, og at síðsti róð­urin ikki var av, fyrr enn klokk­uni restaði lítið í átta. Tá ið alt kom til alt, vóru FM róðrarnir fingnir frá hond­ini innanfyri tveir tímar. Skuggin var avlýsingin av barna­róðrunum og stóra seinkingin. Fyri føroyskan kappróður og tjóðarítróttina var tað stórt vónbrot, at tað gekk, sum tað gjørdi. Trettan dreingja­manningar og trettan gentumanningar vóru í Hvalvík fyri at lut­ taka í barnaróðrunum. Saman við teimum 182 rógvar­unum vóru foreldur, systkin, ommur og abbar og onnur avvarðandi. Fyri tey øll var tað øgiligt vón­brot og óvanliga harmiligt róðrar­ minni, at barna­róðrar­nir – eftir tógvið stríð og fleiri royndir at leggja til startin – vórðu avlýstir. Orsøkin segðist vera tann, at fasti start­urin var ikki nóg væl tjóðr­aður! Sosialu miðlarnir floymdu leygardagin og leygarkvøldið yvir við viðmerkingum frá frustreraðum rógvarum og róðraráhugaðum. Eitt nú varð spurt, um tað ikki eigur at verða lagt so­leiðis til rættis, at allir FM kapp­ róðrar­nir í framtíðini vera, har umstøðurnar at rógva eru tær bestu. Her verður hugsað um Klaksvík, Fugla­ fjørð, Skálafjørð, Kollafjørð, Sørvág, Trongisvágsfjørð og so sjálvandi á ólavsøku. Sera professionellu ódnar­tøkini hava víst seg at vera kærkomið átak at stimbra undir áhugan fyri kapp­róðr­inum. Leygardagin fingu róðraráhugaðu børn­ ini vátan klút í andlitið. Nú verður setningurin hjá Róðrar­sambandinum og stevnu­fyrireikarum at lyfta støðið aftur. Metini Tvey met vórðu sett í Hvalvík. Í 2001 vann 6-mannafarið Páll Fangi við kvinnum á sunda­lagsstevnu í Hvalvík í tíðini 5.06.00. Rádni tók leygar­dagin metið, og tað er ikki hissini nýtt met. Kvinn­ urnar úr Fuglafirði róðu kilometra langa málið í tíðini 4.56.01. Tað vil siga, at tær tóku tíggju sekund av gamla metinum! Sølmundur var klárt nummar tvey í Klaksvík, og tað var hann aftur leygar­ dagin. Hitt metið setti Smyril við monnum. 6-mannafarið hjá vágbingum vann ógvu­ liga tættu kappingina við Hvessing úr Hvalvík Streym­ nesi. Vinnaratíðin var 4.47.15. Hetta var fimm sekund skjót­ari, enn Jarnbardur róði teinin í 2013. Tá var tíðin hjá 6-mannafarinum hjá Knørra­ felagnum 4.52.17. Tað hevur verið roknað við, at Páll Fangi við royndari manning fór at leggja seg út í kappingina. Soleiðis hevur tað ikki verið higartil. Á norð­ oya­stevnu var Páll Fangi seks sekund frá fremsta pláss­inum. Leygardagin var tíðar­munurin frá nummar trý og fram til nummar eitt trý sekund. Erla og Firvaldur Í fjør vann Firvaldur FM kappingina millum 5-manna­ førini við gentum, og Erla Kongs­dóttir vann kapp­ing­ ina millum 5-mannafør við kvinnum. Hóast nýggja róðrarárið bara er tvær kappingar gamalt, so skal nógv venda øðr­vísi á ólavsøku, enn tað ger nú, um ikki Firvaldur á ólav­søku í ár fer at fáa hand­ 175 børn og teirra avvarðandi fóru úr Hvalvík sum av torvheiðum, tí fyrireikingarnar vóru ikki soleiðis, sum tær áttu at havt verið SUNDALAGSSTEVNURÓÐUR METINI STANDA Í DØKKUM SKUGGA KAPPRÓÐUR