Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 að gullkrónur og FM steyp, og avrikið leygardagin vísti, at tað væl kann hugsast, at Erla Kongsdóttir eisini fer at vinna FM. Á norðoyastevnu var Teistin hjá Argja Róðrarfelag eina bátslongd frammanfyri Erlu Kongsdóttir. Í Hvalvík legði Erla Kongsdóttir bragd­ liga fyri, og á málinum var fjarstøðan aftur til Teistan tað mesta av einari báts­ longd. Eina løtu var Fípan Fagra við í kappingini um fremsta plássið, men á mál­ inum var Fípan eina báts­ longd aftanfyri Teistan og næstan tvær bátslongdir aftan­fyri Erlu Kongsdóttir, ið við sigrinum lyftir arvin eftir framúr manningina, sum nú situr umborð á Rádna. Hjá Firvaldi var sigurin teprari hesaferð, enn hann var tað í Klaksvík. Falkur úr Hósvík var bara skutin aftan­fyri, og bæði Hulda og Havfrúgvin vóru alla tíðina við í kappingini um fremsta plássið. Nevið og Junkarin Á norðoyastevnu vóru tað klaksvíksdreingir umborð á Fípuni Føgru, sum vunnu dyggan sigur í kappingini millum 5-mannafør við dreingj­um. Ta ferðina var Tjaldrið næstfremst, Frúgvin nummar trý og Junkarin nummar fýra. Leygardagin vóru hesir fýra bátarnir aftur í sera harðari kapping um sigurin, men nú fóru teir um málið í øðrvísi røð, enn teir gjørdu í Klaksvík. Junkarin úr Kvívík, sum í fyrsta FM róðrinum var umleið átta sekund aftan­fyri Fípuna Føgru, sum vann, var hesaferð fyrstur um málið. Tað vóru trý sekund frá Junkaranum og aftur til Havfrúnna á fjórða plássi. Fuglfirðingar gjørdu ein ordiligan vørr í Klaksvík, tá ið Gullbrandur vann í sera tættari kapping við Nevið Reyða. Leygardagin eydn­ að­ist tað klaksvíkingum at vinna, meðan Gullbrandur end­aði á triðja plássi – næstan seks sekund aftan­ fyri Nevið Reyða. Knørrur bjóðaði Nevinum Reyða av. Eina løtu kendist tað sum um, at talan fór at verða um stóra kapping í sjálv­um endaspurtinum. Men so spílaði Nevið Reyða seg út, og á málinum var hvíti báturin úr Klaksvík leys­ur av bláa bátinum úr høvuðs­staðnum. Nýggjur avbjóðari Eysturoyingur helt leygar­ dagin stásið við líka. Guli bát­ urin av Glyvrum við royndu rógvarunum legði seg skjótt fram í oddin, og har var hann allan róðrarteinin. Talan var um sera spenn­andi kapping, har tað als ikki var greitt, fyrr enn bátarnir fóru um málið, hvør fór at vinna, og í hvørji røð næstu bátarnir fóru um málið. Merkisvert var tað, at Havnarbáturin vann innan­ hýsis kappingina millum teir tríggjar bátarnar úr høvuðs­ stað­num, sum bjóða Eystur­ oyingi av. Frá Eysturoyingi og aftur til Havnarbátin vóru tað umleið hálvtannað sekund. Á norðoyastevnu var Havnar­ báturin nummar fýra og aftastur. Tá var fjarstøðan fram til Eysturoying stívliga fimm sekund. FM vinnararnir í 2014 umborð á Drekanum Reyða tóku á norðoyastevnu akkur­ át Havnarbátin í kapp­ing­ini um næstfremsta plássið. Leygar­dagin var Havnar­bát­ urin hálvan skutin undan Drekanum Reyða, sum aftur var stóran skut undan Orminum Langa. joannes@sosialurin.fo 5-mannafør gentur 1. Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.20.13 2. Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.21.08 3. Hulda . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.23.03 4. Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . 5.23.17 5. Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.26.10 6. Báran . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.28.08 7. Svalan . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.32.21 8. Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.40.05 9. Kollur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.41.02 10. Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.42.09 Støðan 1. Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 2. Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 3. Báran . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 4. Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 5. Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 6. Hulda . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 7. Svalan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 5-mannafør dreingir 1. Junkarin . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.04.00 2. Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.04.02 3. Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . 5.04.09 4. Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.08.12 5. Kollur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.08.21 6. Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.09.19 7. Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.13.01 8. Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.14.15 9. Jallurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.17.00 10. Ritan . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.21.09 Støðan 1. Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 2. Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 3. Junkarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 4. Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 5. Kollur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 6. Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 7. Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 8. Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 5-mannafør kvinnur 1. Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . 5.18.07 2. Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.20.03 3. Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . 5.23.09 4. Drekin 5. Frúgvin 6. Tekla Støðan 1.Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13 2. Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . . . . . 13 3. Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 4. Tekla . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 5. Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 6. Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 6-mannafør kvinnur 1. Rádni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4.56.01 2. Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . 4.59.07 3. Fortuna . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.06.10 4. Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . 5.11.00 5. Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.15.10 Støðan 1. Rádni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 2. Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 3. Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 4. Fortuna . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 5. Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 6. Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 6-mannafør menn 1. Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4.47.15 2. Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . 4.47.23 3. Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . 4.50.12 4. Fortuna . . . . . . . . . . . . . . . . . 4.56.14 5. Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . 4.59.13 Støðan 1. Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 2. Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 3. Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 4. Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 5. Fortuna . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 8-mannafør 1. Nevið Reyða . . . . . . . . . . . . . 4.36.06 2. Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4.40.18 3. Gullbrandur . . . . . . . . . . . . . . 4.41.22 4. Argjabáturin 5. Miðvingur Støðan 1. Nevið Reyða . . . . . . . . . . . . . . . . . 13 2. Gullbrandur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 3. Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 4. Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 5. Miðvingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 10-mannafør 1. Eysturoyingur . . . . . . . . . . . . 4.32.06 2. Havnarbáturin . . . . . . . . . . . . 4.33.16 3. Drekin Reyði . . . . . . . . . . . . . 4.34.02 4. Ormurin Langi . . . . . . . . . . . . 4.35.16 Støðan 1. Eysturoyingur . . . . . . . . . . . . . . . . 14 2. Drekin Reyði . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 3. Havnarbáturin . . . . . . . . . . . . . . . . 10 4. Ormurin Langi . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 Myndir: Sigmar Mørkøre KAPPRÓÐUR