Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Av mjau. No good. Men enn er hundurin ikki hálvbardur. Tá vit fáa mannað lið, man fara at hyldnast betur. KRISTIAN JOENSEN KÍ Teir sjálv útnevndu FM vinnarnir høvdu lítið at bjóða uppá. Nú má Lars Olsen fáa eyguni upp fyri Sørmundi, besti bakkur í landinum. Nå men enn má arbeiðast hart, um málið ið er Europa skal røkkast. Koyr a KÍ SÆBJØRN LEITI ÍF Sodan nú gongur sum tað skal ein sigur er altíð góður, 3 stig meir á kontu  Koyr á ÍF. ALLAN ENGHAMAR HB - LISSI MOURITSEN B36 Einaferð og Altíð - sama hvat - í okkara hjørtum altíð nr.1 .... JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Vit stríðast væl, hóast vit eru 10 ímóti 11. Men manglaðu tað síðsta. TB plagdi at vera eitt mannfólkalið, men tann tíðin er opinbart farin. Sjálvt um teir vóru á odda, og í yvirtal, so vóru teir deyðanum nær aftaná hvørt lítla síðuskump. Flovisligt. Um vit kempa sum vit gjørdu í dag, so er næsti sigurin ikki langt vekk. Góðir! FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað lagaði seg alt til fyri­ munar fyri klaksvíkingar ígjár. 2-0 sigurin á Víkingi ber við sær, at tað eru fýra stig frá toppliðnum og aftur til fremsta avbjóðaran. Á næstu plássunum eru B36 og NSÍ. Fyri aðru ferð í ár noyddist NSÍ norður um aftur Suðuroyarfjørð við ongum, og í mun til topp­ liðið misti B36 tvey stig, tá ið máltalvan fram­vegis stóð á 0-0 eftir 90 min­uttir av góðum og intensum undir­ haldi í granna­upp­gerðini í Gundadali. – Í løtuni er KÍ í flokki fyri seg. Tað er KÍ, sum er stór­favorittur at vinna FM, og so eru vit fleiri, ið kappast um næst­fremsta plássið, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Og hvat ætla tit at gera við ta støðuna? – Vit fáa møguleikan longu sunnudagin, tá ið KÍ verð­ur í Gundadali. Tá snýr tað seg hjá okkum um at vinna. Eg gleði meg at spæla ímóti góða KÍ liðnum. Tað verð­ur risa stór avbjóðing. Nú er skaðalistin hjá tykk­ um ikki so langur, sum hann leingi hevur verið? – Tað hevur sera stóran týdning, at Hørður Askham og Lukasz Cieslewicz vóru við aftur ímóti HB, og at Hanus Thorleifsson eisini kom á vøllin. Hetta er fyrsta stigið hjá teimum. Eitt er at vera sloppin av við skaða. Eitt annað er avbjóðingin at fáa dystarvenjingina, sum skal til, tá ið spælararnir skulu koma seg heilt, men tað gongur tann vegin. Og imóti KÍ? – Ímóti HB var tað tvær ferðir stong út hjá Sebastian Pingel. Vónandi verður tað stong inn ímóti KÍ! Soltið hjá HB Tað er tiltikið við teimum sjey soltnu árunum. Eftir tey vóru tað sjey góð ár. Hjá HB man tað vera heilt langt síð­ani, at nakað tíðarskeið hevur verið so soltið, sum nógvu tær seinastu vikurnar hava verið. Í gjár endaði granna­upp­ gerðin ímóti B36 málleys. Hetta var sjeynda ferðin á rað, at HB fór av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úr­tøku. Síðani 1-0 heima­sig­ urin á B68 20. apríl er saml­ aða úrtøkan tveir javnleikir og fimm tap og málmunurin 7-13. Støðutalvan sigur, at tað eru trettan stig fram til toppin og fimm stig fram til fjórða plássið og at­ gongumerkið til euro­pe­iskan fótbólt í 2017. – Í løtuni hava vit ikki fokus á øðrum enn næstu avbjóðingini. Tvey tey sein­ astu árini hevur B36 vunn­ið FM, og B36 eigur framvegis eitt fínt fótbóltslið. Talan var um væl spælda og intensa grannauppgerð. Eg eri ógvuliga væl nøgdir við hug­burðin hjá okkum spæl­ arum. Teir løgdu nógv fyri, og teir spældu væl. B36 hevði kanska teir størstu møgu­ leik­arnar, men fram ímóti dystarenda kundu vit havt avgjørt okkum til fyrimunar, sigur HB venjarin Jan C. Dam, og hann heldur fram: – Tað er tungt at spæla ímóti B36. Teirra spælarar eru drúgvir í nærdystunum, og teir eru sera knáir í saman­spælinum. At úrslitini ikki eru so góð, og at HB er so langt frá toppinum er tað ikki nakað, sum ørkymlar venjaran í so sigursvandum felag? – Soleiðis hugsi eg ikki. Vit arbeiða við at menna liðið, og tað gongur rætta vegin. Seinastu vikurnar hevur tað ikki koppað okk­um til fyrimunar, hóast vit hava spælt væl. Nú skulu vit út á Argir, og vit hava gott mót, hóast vit vita, at AB liðið verður betri fyri manningar­ liga, enn tað higartil hevur verið. Sigrar broyta støðuna, og vit hava tveir møguleikar undan summarsteðginum at broyta støðuna, sigur Jan C. Dam. Tórður Thomsen hitaði upp sum um, at hann skuldi verja B36 málið, men tá ið dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð, var tað Trygvi Askham, sum vardi B36 málið: – Tað vísti seg, at Tórður Thomsen var ikki førur fyri at spæla, og so vardi Trygvi Askham málið. Tað var eingin trupulleiki, tí vit eiga tveir góðar málverjar, og Trygvi røkti sína uppgávu fyri­myndarliga, sigur B36 venjarin. Hóast flestu B36 spæl­ arar­nir vóru tøkir, so var 17 ára gamli Hannes Agnarsson millum teir fyrstu ellivu, men hann varð skiftur út longu í fyrra hálvleiki: – Hann var skaðadarvað­ ur og vísti seg ikki at vera føran fyri at spurta. Tí varð hann útskiftur, sigur Eyðun Klakstein. Sigfríður sigraði NSÍ tapti 3-1 við Stórá í Trongis­vági. Hetta var triðja ferðin á rað, at NSÍ stóð eftir við ongum. Hóast tapið, so heldur NSÍ venjarin Anders Gerber, at hansara spælarar vístu góðan hugburð: – Fyrsta korterið vóru vit greitt omaná, og tá høvdu vit tveir stórar møguleikar. So skoraði TB, og tá ið vit mistu ein spælara,vórðu fyri­treyt­irnar heilt øðrvísi. Spælar­arnir arbeiddu nógv, og vit minkaðu um munin, men tað vísti seg ikki at vera nóg mikið, staðfestir NSÍ venjarin. Og leygarkvøldið verður tað Víkingur á heimavølli? – Tann dystin hugsa vit ikki um enn. Nú ræður tað fyrst um at avrika væl í hálv­ finaluni á heimavølli ímóti KÍ mikukvøldið. Heimasigurin ber við sær, at TB legði fýra stig mill­um seg og niður­ flytingar­strikuna. Sigfríður Clementsen var fyri fyrstu ferð á TB beinkinum, og hann rósar sínum spælarum: – Hetta var satt mann­ fólka­avrik. Tað var ikki so polerað, men spælararnir strídd­ust, og teir vunnu løn fyri stríðið. NSÍ hevði risa møgu­leikar at leggja seg fram­um, men Meinhardt Joensen var framúr í mál­ inum. Hann bjargaði okkum fyrstu løtuna og var alla tíð­ ina sannførandi. Vit vóru aftar­laga og dúvaðu upp á møgu­leikan at kontra. Liðið var væl skipað, og vit skor­ aðu trý góð mál. Salmundur Bech setti hol á, og Albert Adu skoraði tvær ferðir. Tað kendist eitt sindur av panikki, tá ið Pól Jóhannus B36 venjarin heldur, at KÍ í løtuni er í flokki fyri seg, meðan tað hjá hinum snýr seg um at kappast um næstu plássini og at sleppa undan niðurflytingini, sum TB og Skála í gjár lyftu seg burtur frá EFFO-DEILDIN HAVA MIST GULLIÐ ÚR EYGSJÓN