mánadagur 13. juni 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Neli Heldarskarð
Við sigrinum ímóti Víkingi
í gjár er KÍ heili fýra stig
frammanfyri
áðurnevnda
liði, sum er nummar tvey í
Effodeildini. Ikki vóru tað
nógv, sum spáddu gull og
grønar skógir fyri KÍ undan
kappingarársbyrjan,
men
eftir 14 umfør ber ikki til
at staðfesta annað enn, at
KÍ líkist tí mest upplagda
kandidatinum til ein føroya
meistara.
Í tráð við, at tað hevur
gingið somikið væl hjá KÍ
seinastu tíðina, hevur fót
bóltsfepurin í Klaksvík rakt
nýggjar hæddir. Í gjár var
stúgvandi fult av fólki við
Djúpumýru, har tey ídn
astu viðhaldsfólkini sungu
og róptu á sínar menn allan
dystin á tamb – eisini eini
20 minuttir áðrenn dystar
byrjan.
Hóast ringt er at meta um
presisa áskoðaratalið, so vildi
dómaraseðilin frá dystinum
vera við, at 2000 áskoðarar
vóru og hugdu, og tað er
nokk ikki heilt av leið!
KÍ-framherjarnir
avgjørdu
Stóra opinberingin hjá KÍ
í hesum kappingarárinum
hevur verið bert 19 ára gamli
Jóannes Bjartalíð, sum nú
hevur skorað heili 12 mál í
hesum
kappingarárinum.
Harvið trýstir hann vanliga
toppskjúttan í Effodeildini,
Klæmint Andrasson Olsen,
í stríðnum um toppskorara
heiðurin.
Bara tríggir minuttir vóru
farnir, tá ið Bjartalíð slóð
fyrsta seymin í líkkistuna
hjá Víkingi. Fyrst skeyt Páll
Klettskarð á stongina, áðr
enn sami maður fekk fatur á
bóltinum aftur og serveraði
hann á einum silvurfati
fyri heitasta manninum í
Effodeildini, sum við sínum
vandamikla vinstra beini
legði KÍ á odda 1-0.
Sum heild var greiður
munur á liðunum í fyrra
hálvleiki. Víkingur er eitt lið
við nógvum kropsliga sterk
um leikarum, men teir megn
aðu ikki at standa KÍ-liðnum
kurl, ið hevur enn sterkari
leikarar til taks. KÍ vann
flestu nærdystirnar og skapti
eina rúgvu av møguleikum.
Páll Klettskarð, Jonas Flindt,
David Langgaard og sami
Jóannes Bjartalíð høvdu allir
møguleikar at økja um leiðsl
una, men í tveimum førum
varð bólturin bjargaður á
málstrikuni, ella rakti bólt
urin bara ikki málið.
Eftir 43 minuttir brast tó
aftur fyri nev í Klaksvík, tá ið
Páll Klettskarð eftir horna
sparksinnleggi frá Bjartalíð
skallaði bóltin í mál til 2-0.
Tað hevur gingið ótrúliga
væl í hond hjá fremstu monn
unum hjá KÍ, sum løgdu upp
og skoraðu hvør sítt mál í
gjár. Tilsamans hava teir
skorað 22 av 27 málunum hjá
KÍ í Effodeildini í ár.
Javnari seinni
hálvleikur
KÍ dyrgdi ikki á sama hátt
eftir fleiri málum í seinna
hálvleiki, og hetta førdi við
sær, at Víkingur kom fram á
vøllin. Talan var um ein rætt
iliga javnan seinna hálvleik,
har bæði liðini høvdu kunn
að komið á máltalvuna.
Um hugt verður eftir
teimum fimm aftastu hjá
KÍ, sum spældu í gjár, so eru
talan um menn, ið allir eru
væl fyri kropsliga og stórir
í vøkstri. Hetta er eitt upp
lagt vápn at gagnnýta til
deyðbóltsstøður, og tað var
serliga har, at KÍ gjørdist
vandamikið í gjár. Bæði við
hornaspørkum og langum
innkøstum. Í seinna hálvleiki
hevði KÍ ikki so nógv at
bjóða upp á í álopsstøðu
afturat sínum vandamiklu
deyðbóltum.
Víkingur kom sterkari
út til seinna hálvleik enn
til fyrra, og nú byrjaðu
víkingarnir eisini at geva
aftur í mongu nærdystunum.
Eina løtu í seinna hálvleiki
broyttist fótbóltsvøllurin til
vígvøll, har eldur kom í fleiri
av leikarunum, sum veruliga
fóru til stálið. Dómarin í gjár,
Alex Troleis, legði tó eina
harða linju, og bert tvey gul
kort blivu givin.
Seinastu 20 minuttirnar
eydnaðist tað Víkingi at
leggja trýst á KÍ, og nú komu
stóru málmøguleikarnir eis
ini. Bæði Sølvi Vatnhamar og
Hans Pauli Samuelsen áttu
at skorað upp á teir stóru
kjansir, ið teir fingu, men inn
fór bólturin ikki, og harvið
vann KÍ 2-0.
Eitt gott føroya
meistaraboð
Aðrastaðni á síðuni sæst,
at Mikkjal Thomassen ikki
vil siga, at málið hjá KÍ er at
vinna FM í ár. Við teimum
avrikum, ið klaksvíkingarnir
hava lagt eftir sær í hesum
kappingarárinum, er tó ringt
at lata vera við at trúgva
uppá, at KÍ kann fara allan
vegin í ár.
Breiddin í hópinum er
góð, har venjarin hevur fleiri
spælskipanir at velja ímill
um. Fyri tað mesta hevur
KÍ, júst sum onnur lið, spælt
við fýra monnum í verjuni,
men
í
seinastu
trimum
dystunum hevur KÍ stillað
upp við trimum miðverjum
og tveimum vongbakkum.
Hetta hevur úrslitað í trim
um tryggum og knúsandi
sigrum ímóti ávíkavist NSÍ
(tvær ferðir) og Víkingi.
Eisini er KÍ-verjan tøtt
sum tunnan. Onki mál er
latið inn í seinastu fimm
landskappingardystunum
hjá KÍ, og tað vitnar um
eitt lið, ið er væl skipað frá
aftasta til fremsta mann.
Fleiri lið í Effodeildini
hava tann trupulleika, at
útlendingarnir
ikki
gera
nóg stóran mun. Hetta er tó
ikki ein trupulleiki í KÍ, har
serbisku Ahmed Mujdragic
og Semir Hadzibulic, ameri
kanski
Mayowa
Alli
og
danski
liðskiparin,
Jonas
Flindt Rasmussen, allir spæla
somikið væl, at ongin kann
finnast at lutfalsliga stóru
lønini, sum fylgir við, tá ið
føroysk feløg styrkja sær um
hópin við útlendingum.
4
KRISTIAN JOENSEN
Kom meistarliga væl út til
deyðbóltar allan dystin á tamb.
Hevði eisini tvær góðar bjargingar
í seinna hálvleiki, tá ið Sølvi
Vatnhamar royndi seg.
4
SØRMUNDUR
KALSØ
Hevur ongantíð spælt so væl,
sum hann ger nú. Hevði nógv
góð, lang innkøst og vann eina
rúgvu av nærdystum. Var eisini
vandamikil frammi á vøllinum við
sínum innleggum og defensivt
var onki at seta fingurin á.
4
JONAS FLINDT
RASMUSSEN
Átti lut í fyrsta málinum, tá ið
hann vann luftbólt ímóti Erlingi
Jacobsen. Annars stóð liðskiparin
sterkur í miðverjuni, har hann
vann nógvar bóltar.
3
AHMED MUJDRAGIC
Serbiski miðverjin hevur
spælt seg væl upp síðani trilvandi
kappingarársbyrjanina. Serliga
góður við høvdinum í gjár.
4
MAYOWA ALLI
Er óhugnaliga sterkur krops
liga. Dugdi í nógvum førum væl
at gagnnýta kropsligu styrkina,
og eisini kom hann fyri nógvum í
seinna hálvleiki.
4
JÁKUP B.
ANDREASEN
Hóast hann bert er 18 ára gamal,
so smæðist hann ikki burtur at
taka lut í nærdystunum – sum
gjørdust nógvir í tali í gjár.
Sannførandi avrik, har grótharði
miðvallarin vann nógvar bóltar og
spældi væl víðari.
3
SEMIR HADZIBULIC
Serbiski miðvallarin hevur
víst seg at verið ein sannur fong
ur. Í gjár kom góði bóltførleikin
ofta til sjóndar, og gloymdi
eiheldur at taka lut í mongu
nærdystunum. Telur tó niður, at
hann í dystarenda misti bóltin
óneyðuga, ið førdi til stóran
møguleika til Víking.
4
DAVID LANGGAARD
Hevur sligið seg fastan á
besta liðið. Gott avrik, har hann
legði upp til onkrar góðar kjansir.
Eisini stóð hann væl í verjustøðu
á plássinum sum vinstri vongverji.
4
HJALGRÍM ELTTØR
Hevur funnið sín annan
ungdóm, sum onkur tók til í gjár.
Spælir væl, og er hann helst tann
leikarin, ið rennur allar mest á KÍ-
liðnum. Ein sannur arbeiðshestur.
5
JÓANNES
BJARTALÍÐ
Hevur sett høgt støði í seinastu
dystunum, og hóast ikki eyð
sýndur allan dystin á tamb, so
gjørdist hann so sera avgerandi
við máli og einum uppleggi. Alt,
hann nertir við, verður til gull.
4
PÁLL KLETTSKARÐ
Arbeiðir væl í álopinum, og
sum týdningarmest er, so kemur
hann fram til kjansirnar. Skoraði
eitt mál í gjár, men við meira
hepni og neyvleika hevði hann
kunnað skorað eitt ella tvey
afturat.
HEÐIN KLAKSTEIN
Ov stutt inni at fáa eina meting
TÓRUR JUSTESEN
Ov stutt inni at fáa eina meting
NIELS PAULI
DANIELSEN
Ov stutt inni at fáa eina meting
SPÆLARAMETING
KÍ er ikki til at steðga í løtuni. Serliga á
heimavøllinum við Djúpumýru er liðið einaráðandi,
og hetta slapp Víkingur at kenna sviðan av í gjár.
Enn einaferð var tað vandamikla álopsparið hjá KÍ,
ið avgjørdi dystin til fyrimuns fyri klaksvíkingar
1 til 6
FÓTBÓLTUR
DYSTURIN
HESA VIKUNA
509 MINUTTIR So nógvar minuttir hevur KÍ hildið málið reint í landskappingini
(um ongin yvirtíð verður íroknað). Hesir 509 minuttirnir fevna um fimm dystir
og 59 minuttir. Seinasta málið ímóti KÍ varð skorað hin 1. mai, tá ið Kristian
Anton Andreasen legði B68 á odda 1-0 í Klaksvík. KÍ vann hendan dystin
4-1, og síðani hevur liðið ikki latið eitt einasta mál inn í landskappingini.
MEISTARA-
VÓNIRNAR
BLÓMA
Í KLAKSVÍK