Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 GEZA TURI Hevði møguliga kunnað tikið málið hjá Bjartalíð, tó ikki nakað dropp. Kom væl út til fleiri av deyð­bóltunum, og var talan um eitt miðal avrik.  3 BÁRÐUR HANSEN Fekk lítið og onki burturúr í fyrra hálvleiki, har hann tóktist merktur av, at mælsku KÍ- viðhaldsfólkini róptu nógv eftir honum. Avrikið var tó væl betri í seinna hálvleiki, har hann sendi fleiri góð innlegg innfyri.  3 ATLI GREGERSEN Avrikið var á einari leið. Hann átti ikki nakra skuld í málunum hjá KÍ, men hinvegin skaraði hann eiheldur framúr á nakran hátt. 2 ERLING JACOBSEN Ein av hansara lakaru dystum. Tapir týdningarmiklan nærdyst í samband við fyrsta máli, og sum heild var lítið skil á hjá honum og restina av verju­leik­arunum í fyrra hálvleiki. Betri í seinna. 3 JÁKUP V. OLSEN Var óheppin, tá ið hann mátti berast skaddur av vøllinum. Avrikið var ok, har hann serliga gjørdist týðandi, tá ið hann bjargaði skotroynd á málstrikuni. 2 HANS JØRGEN DJURHUUS Var við undirlutan í fleiri nærdystum ímóti kropsliga sterku klaksvíkingunum. Ikki hansara dagur. 3 SØLVI VATNHAMAR Lakur fyrri hálvleikur, har hann saman við Hans Jørgeni ikki fekk nógv burturúr í fyrra hálvleiki. Gjørdist tó meira eyðsýndur í seinna hálvleiki, har hann við eitt sindur av hepni hevði kunnað skorað mál. Brendi stóran møguleika í endanum. 3 ANDREAS L. OLSEN Hann og Bárður funnu ikki útav nógvum í fyrra hálvleiki. Betri í seinna hálvleiki, har hann millum annað spældi Sølva leysan. Burdi eisini skorað ta einu ferðina, tá ið hann royndi seg úr spískum frá fimm metrum. 2 HEÐIN HANSEN Átti ábyrgdina, tá ið hann ikki dekkaði Páll Klettskarð við seinna málið. Ikki sást nógv til hann leikliga. 3 HANS PAULI SAMUELSEN Sást lítið til hann í fyrra hálvleiki, tá ið Víkingur bleiv blást av vøllinum. Hevði nøkur hegnislig innlegg í seinna hálvleiki, sum hjálpti at skapa góðar støður. 2 FILIP DJORDJEVIC Onki spurdist burturúr í fyrra hálvleiki, men tó var avrikið í seinna hálvleiki betri, har hann hevði okkurt skot. Sum áleypari skorar tó ikki nóg nógv mál. 3 GERT HANSEN Kom inn fyri ein skaddan Jákup V. Olsen. Avrikið var í lagi, har hann átti sín lut í stóra trýstinum, sum var á KÍ-málið í seinna hálvleiki. 2 GUNNAR VATNHAMAR Kom inn á miðuna eftir 62 min. Ikki serliga eyðsýndur – hann gjørdi ikki nakran serligan mun. JÓN KROSSLÁ POULSEN Ov stutt inni at fáa eina meting. Og síðani er ikki neyðugt at siga fleiri rósandi orð um KÍ-framherjarnar báðar.  Komandi sunnudag skal KÍ-liðið standa enn eina roynd, tá ið klaksvíkingarnir fara á vitjan hjá B36 í Gunda­ dali, ið ikki hevur tapt nakran heimadyst í ár. Men spælir KÍ líka sannførandi, sum liðið hevur gjørt á heimavøllinum við Djúpumýru, so verða teir bláu tungir at syfta hjá tví­ faldu føroyameistarunum. neli@sosialurin.fo SPÆLARAMETING Myndir: Eydbii Myndir 1 til 6 KÍ - Víkingur 2-0 (2-0) 1-0 Jóannes Bjartalíð 3. 2-0 Páll A. Klettskarð 34. Dómari: Alex Troleis KÍ: Kristian Joensen – Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Mayowa Oladele Alli – Sørmundur Kalsø, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen (Tórur Justesen, 90.), Dávid Langgaard – Jóannes Bjartalíð (Niels Pauli Danielsen, 90.), Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør (Heðin Klakstein, 90.) Gult kort: Dávid Langgaard, Kristian Joensen Venjari: Mikkjal Thomassen Víkingur: Geza Turi –Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Jákup Vatnhamar Olsen (Gert Hansen, 55.) – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus – Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen (Gunnar Vatnhamar, 62.), Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic (Jón Krosslá Poulsen, 72.) Gult kort: eingin Venjari: Sámal Erik Hentze FÓTBÓLTUR Bestu fótbólts­upp­living­ina í Føroyum fært tú við Djúpu­ mýru. Skýlið er stúgvandi fult, stadionøkið er um at bresta av fólki, og eisini standa summi uttanfyri og hyggja. Áskoðararnir syngja allan dystin á tamb, og sum glasurið á skuffukøkuni, so spælir Føroya besta fótbóltslið (í løtuni) á hesum vølli. Hóast heimaáskoðararnir vóru raskir at stuðla sínum liði, so vóru róp sum »Filip er ein skuispælari« betur ósøgd. HANS JØRGEN ÁTTI DAGSINS SKOT 37 ára gamli miðvallaraslítarin, Hans Jørgen Djurhuus, hevur ikki skorað mál í meir enn tvey ár. Í gjár royndi hann kanónina eina ferð, men tað sást, at tað er langt síðani. Hans Jørgen royndi seg við  langskoti við vinstra beini, ið fór so langt uppum og við síðuna av, sum nakar kann ímynda sær.  Undangongumaðurin á miðvøllinum hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar, heldur, at tað serliga vóru deyð­ bólts­støður, ið elvdu til munin ímillum liðini í gjár. – Serliga duga vit illa at verja deyðbóltar. Vit svíkja í tveimum ella trim­um støðum, og tað gev­ur tvey mál – síðani er tað tungt at koma afturí­ aftur, segði nummar 10 hjá Víkingi eftir dystar­ lok í gjár. Ætlanin hjá Víkingi var at fáa sítt kombinatións­ spæl at rigga, men ístað­ in leið dysturin eftir for­ treyt­unum hjá KÍ. – Vit høvdu fyrireikað okk­um sum vanligt. Vit hava lagt størstan dent á okk­ara spæl og at fáa tað at rigga væl, so vit fingu teir at renna nógv. Men tað, sum hendi var, at KÍ fekk sítt spæl at koyra við nógv­um langum bóltum og nógvum nærdystum. Har eru teir stinnari enn vit í dag, og tað er tað, ið kostar mál í fyrra hálv­ leiki. Sølvi Vatnhamar vildi ikki beinleiðis siga, at Víking­ur hevði uppi­bor­ið stig, men tó vóru møgu­ leik­ar­nir har at fáa mál. Tað bleiv ótrúliga tungt eftir slíka byrjan. Vit hava tó einar 3-4 stór­ ar møgu­leikar síðstu 20 min­uttirnar, har vit akkurát tað sama høvdu kunn­að skorað, men bólturin vildi ikki inn, segði ein vónsvikin Sølvi Vatnhamar. At enda staðfesti lands­liðs­leikarin hjá Víkingi, at hann heldur, at KÍ er favo­ritt­liðið til føroya­meistara­heitið. Fýra stig skilja KÍ og Víking. – Fýra stig kunnu skjótt hálast inn aftur, men í løtuni er KÍ klárt á odda og má roknast sum favo­rittlið til føroya­ meistara­heitið, segði Sølvi Vatnhamar at enda. Hóast KÍ hevur vunnið sjey dystir á rað og er fýra stig frammanfyri nummar tvey, so noktar Mikkjal Thomas­sen at siga, at málið hjá felagnum er at vinna føroya­meistaraheitið í ár. – Nei, málið er fram­ vegis tað sama. Vit hava tvey stevnumið í ár: At koma út í Evropa, og hitt er at gera KÍ til eitt topp­felag á øllum mótum í før­oysk­ um fótbólti, segði Mikkjal Thomassen eftir dystarlok í gjár. Í seinastu trimum dyst­ unum hevur KÍ spælt við trimum miðverjum og tveim­um vongbakkum. Hetta er prógv um, at liðið hevur nógvar streingir at spæla uppá. – Vit hava fleiri ymsar spæl­skipanir, hóast fleiri kanska ikki hava lagt tað til merkis. Vit hava ikki nakra fasta uppstilling, men held­ur hava vit ein ávís­an spæli­stíl við fleiri ymsum spælskipanum, ið laga seg eftir bæði okkum og mótstøðuliðnum, sigur Mikkjal Thomassen. KÍ-venjarin vísir á, at taktiska uppleggið var at seta seg á dystin beinan­ vegin. Og tað eydnaðist til fulnar. – Vit løgdu eina ætlan, har vit skuldu leypa á og spæla álopskendan fót­ bólt. Frá byrjan av skaptu vit eina rúgvu av møgu­ leik­um, og við okkara trýsti megnaðu vit at oyðileggja rútm­una hjá Víkingi. Eftir trý umfør hevði KÍ longu tapt tveir dystir. Síð­ani hevur úrtøkan ver­ið níggju sigrar og tveir javn­ leikir. Hetta hevur tikið Mikkjal Thomassen eitt sindur á bóli. – Nei, eg hevði ikki vænt­að, at brádliga fór at ganga somikið væl, sum tað hevur gjørt seinastu tíð­ina. Tað hevur avgjørt gingið betri, enn eg hevði væntað. At enda viðgongur Mikkjal Thomassen, at hann held­ur eitt føroya­ meista­heiti í ár vera møgu­ ligt, men tað er ikki tað, sum KÍ strembar eftir í ár. – Um tað hevði gingið væl ella illa, so hevði eg fram­vegis trúð uppá, at vit kunnu vinna FM. Men tað er ikki tað, sum tað snýr seg um. Tað snýr seg um at halda tunguna mitt í munn­inum og betra okk­ um til hvørja ein­astu venj­ ing. Vit skulu halda fast í, at vit skulu út í Evropa at spæla í komandi ár. So mugu vit síggja, hvussu tað sær út, tá ið vit nærkast oktober, men áðrenn tað verð­ur málsetningurin ikki broyttur, vóru sein­ astu orðini frá Mikkjali Thomassen. neli@sosialurin.fo SØLVI VATNHAMAR: KÍ FAVORITTUR TIL FM MIKKJAL: MÁLIÐ ER IKKI FM