mánadagur 13. juni 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Turið, tú hevur
skift til VÍF frá barn
dómsfelagnum, hví?
Heyhey! Uha, tað eru nógvar
orsøkir til tað, men høvuðsorsøkin
er nokk tann, at eg havi brúk fyri
einari broyting, onkrum nýggjum,
og tá tað ikki liggur fyri at fara
uttanlands, so mátti eg flyta inni í
Føroyum.
Hvat sigur pápi tín til tað,
hann hevur verið formaður
í Kyndli seinastu árini?
Hann ger tað sum allir pápar eiga
at gera, hann stuðlar dóttur síni –
formaður ella ikki.
Havnardaman, sum fer
at spæla í Vestmanna,
fert at tú at tíma at koyra
hvørja ferð til venjing?
Jamen, tað er ein treyt, um man
ætlar at spæla á bygd. Innviklað?
Yes, men tað er ein partur av tí!
Hvat siga kyndilsfólk
til, at tú hevur skift?
Ja, tað er so tað. Tað eru blandaðar
kenslur og reaktiónir, men tey
flestu skilja hasa kensluna av at
vilja royna okkurt nýtt. Men sum
heild eru tey flestu yvirraskaði,
sum eisini er skiljandi
Tú hevur fyrr tosað um at
spæla uttanlands. Hevur
tú enn ein dreym um tað?
Ja avgjørt, men nú er sonurin so
lítil, so eg meti ikki at tað er rætta
tíðspunktið at fara. Tað snýr seg
um raðfestingar, og eg raðfesti
hann hægst.
Vikan ið fór
EM endaspælið byrjar
fríggjakvøldið við setan og
sigri til vertstjóðina Frakland,
sum vinnur 2-1 á Rumenia
Neistin setur nýggjan venjara.
Talan er um 35 ára gamla
brasilska Danilo Gagliardi,
sum kemur at venja besta
liðið hjá kvinnunum
Kyndil fær nýggja forkvinnu í
Maibritt Johannesen, sum avloysir
Una Arge. Í døgunum avfaná
skifta Turið A. Samuelsen og
Marianna G. Eystberg til VÍF, tí
tær vilja royna nýggjar leiðir.
Kristian Johansen leggur
frá sær sum formaður í
hondbóltssambandinum.
Í hansara stað kemur
Gunn Ellefsen.
Høgni Madsen og B36 skiljast.
Fáar dagar seinni skrivar
hann saman við útisetanum,
Betuel Hansen, undir við NSÍ.
Maria Sharapova fær tvey ára
bann frá tennis, fyri at hava tikið
meldonium, eftir at tað bleiv
svartalistað um ársskiftið.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Bæði DR og TV2 vísa í hesum
døgum EM fótbólt úr Fraklandi.
Hetta er ein samlað meting um
EM studio higartil. Sum heild
duga danskarar ótrúliga væl at
gera sjónvarp. Góðar filmar, góðar
sendingar og góðar beinleiðis
sendingar.
Soleiðis er eisini, tá talan er um
fótólt. Serliga Viasat útmerkar
seg, tá talan er um Champions
League og nú eisini Premier
League. Nú eru tað DR og TV2,
sum hava EM endaspælið og
higartil hevur eydnast væl.
Eitt nú panelið hjá DR við
Peter Møller sum verti riggar
væl. Peter Møller var fyri nøkrum
árum síðani valdur sum besti
ítróttarvertur í donskum sjón
varpi. Tað er eisini ein góð orsøk til
tað, tí hann kemur í miðal ótrúliga
væl frá uppgávuni og skapar ein
góðan stemning rundan um borið
á Islands Brygge, har EM studio er.
Bæði DR og TV2 hava havt
konufólk í studio. Eg eri so
bedrøvandi líkaglaður við um tað
er ein konufólk ella mannfólk,
sum
situr
í
studio.
Tað
er
avgerandi, at tað gevur meining.
Besta dømi er Luna Christofi.
Higartil hevur tað givið meining
og riggar avbera væl.
Við útgangsstøðið í, at talan
er um danskt sjónvarp og tað er
avmarkað hvussu stórar stjørnur
nar kunnu blíva á softuni, so er
EM studio hjá bæði DR og TV2 á
høgum stigi
HYGG UM: Tú ynskir gott og líka
til sjónvarp
IKKI HYGGJA UM: Tú ikki orkar
fyri namedropping av donskum
fótbóltsspælarum, ella ikki orkar
fyri donskum viðmerkjarum
HVUSSU ER AT HYGGJA:
Tað er dámligt, væl fyrireikað og
framleiðslan er í topp
HVAT SIGUR TÚ? Tað er ikki
neyðugt
at
leita
sær
stórar
altjóða rásir fram, tí hetta eftir
umstøðunum alt tær nýtist fyri at
fylgja við í EM
albinus@sosialurin.fo
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
FAKTA Í innleiðandi umfarinum eru tað tríggir dystir um dagin. Klokkan 14, 17 og klokkan 20. EM finalan verður 10. juli.
Trygvi Mortensen, venjari hjá AB, eftir 1-0 tapið fyri Skála
Aftursvar frá Paula Poulsen, venjara hjá Skála,
sum er í hálvfinaluni í steypakappingini
– Vit hava spælt nógvr dystir og spælararnir eru slitnir
– Vit hava spælt fleiri dystir
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Turið Arge Samuelsen
Aldur: 21
Ítróttur: Hondbóltur (VÍF)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvussu eitur venjarin hjá franska fótbóltslandsliðnum?
2 Hvør skoraði rumenska málið í setanardystinum?
3 Hvussu nógv lond eru við til EM endaspælið?
4 Í EM 1996 tapti Ongland fyri Týsklandi í hálvfinaluni.
Hvør brendi avgerandi brotssparkið?
5 Hvussu eitur tjóðarleikvøllurin í Fraklandi, har
setanardysturin bleiv spældur?
6 Hvør var venjari hjá franska landsliðnum, tá teir vunnu
HM á heimavølli í 1998?
7 Hvør tók við og vann EM endaspælið í Holland/Belgia
árið eftir?
8 Hvør er spælarin á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 11: Didier Deschamps
2: Bogdan Stancu 3: 24 4: Gareth Southgate
5: Stade de France 6: Aimé Jacquet
7: Roger Lemerre 8: Eric Dier
EM studio
ÍTRÓTTAR UMMÆLI