mánadagur 13. juni 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Føroyski róðrarheimurin er á gosi eftir
FM-kappróðurin í Hvalvík leygardagin,
har alt gekk av skriðuni og einki kom í
gongd fyrr enn so seint, at tað var um tað
mundið, tá róðurin heldur skuldi verið
liðugur. Nú aftaná verður dúgliga peikað
í allar ættir, tí ein syndari skal sjálvandi
finnast! Summi geva Róðrarsambandi
Føroya skyldina og onnur lokalu fyri
reikarunum í Hvalvík, og helst er sann
leikin, at báðir partar eiga sín lut í
fullkomuliga mislukkaða róðrinum
leygardagin.
Her er talan um røðarar, ið venja hart
og alt róðrarárið forsaka tað, ungdómurin
annars kann stuttleika sær við ársins
ljósu tíð. Fyrimyndarligt, tí ítróttur snýr
seg ikki minst um at ganga undan sum
gott fyridømi – og tað er so sanniliga
eisini galdandi fyri fyrireikarar… Tí eiga
hvørki Róðrarsambandið ella lokalu
fyrireikararnir at sleppa undan at út
koma alment við bæði umbering fyri
og frágreiðing um, hvat veruliga hendi
í Hvalvík. Samanborið við flestu aðrar
ítróttargreinar, vit kenna til, er hetta
beinleiðis pínligt!
Okkurt má í øllum førum gerast, skal
kappróðurin ikki gera sær fullkomuliga
fyri skommum og hereftir bara eita
“sokallaði tjóðarítrótturin”! Hví ikki
hava nakrar flótibrýr at leggja út sum
fast startmál, so eingin sum helst ivi
er um, hvussu og hvar startað verður,
samstundis sum eitt eftirlitisfólk kann
vera upp á bátin? Ella, sum fleiri skjóta
upp, kundi Róðrarsambandið vent sær til
fyrireikararnar av Ódnartøkum, sum hava
víst gott skil fyri, hvussu tingini skulu
gerast, so tey rigga – hvørja ferð!
Neyðugt er í øllum førum við einum
ella øðrum konsekvensi, tí eitt stað, sum
ár eftir ár ikki maktar uppgávuna, eigur
at missa róðurin! Og so átti at verið
umhugsað, um størri orka ikki heldur
átti at verið løgd í at róð á færri støðum,
har umstøðurnar veruliga eru til tað og
fólk eru, sum duga at skipa fyri. Sum er,
kann tað bara ganga niður á bakka hjá
róðrinum, tí sjálvgjørt er væl gjørt…
Einki lag
og einki
áralag...
KLUMMAN
Hilmar Jan sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Um vikuskiftið hevði Hond
bóltssambandið
aðalfund.
Á skránni var millum ann
að at finna avloysaran fyri
Kristian Johansen, ið und
an fundinum boðaði frá, at
hann ikki helt fram sum for
maður. Fyrrverandi altjóða
dómarin hevur verið for
maður í HSF í tíggju ár.
Kristian Johansen, fekk
handað
heiðursbræv
og
gullnál við fundarlok fyri
sína trúgva tænastu fyri før
oyskan ítrótt.
Gunn nýggj forkvinna
Bara eitt valevni var skotið
upp
og
tað
var
Gunn
Ellefsen, ið hevur sitið í
kappingarnevndini
og
dómaranevndini hjá HSF
seinnu árini. Hon er nú nýggj
forkvinna í hondbóltssam
bandinum, sum hevur stórar
avbjóðingar fyri framman.
Landsliðsarbeiðið er av
álvara skotið í gongd aftur til
stóra gleði fyri hondbóltin,
men tað í løtuni óvist um
fíggjarligi
stuðulin
fylgir
við. Rokið í ÍSF hevur ikki
verið til fyrimuns fyri eitt
nú hondbóltin, flogbóltin og
svimjingina, ið hóst tey fingu
sítt umboð – Jón Hestoy – í
nevndina, so er hann í minni
luta.
Avbjóðingin verður nú at
halda fast í landsliðsarbeið
inum, so tað vit ikki koma
í Jóhan á Plógv Hansen
støðuna aftur, har okkara
fremsti hondbóltsspælari av
neyð velur danska landsliðið
framum.
Nevndin skipað
Nú er greitt hvussu nýggja
nevndin hjá HSF sær út.
Gunn Ellefsen er nýggj for
kvinna,
meðan
Margrið
Weihe heldur fram sum
varaforkvinna.
Oyvindur
Brimnes er nývaldur fyri
Boga Jacobsen, ið ikki stillaði
upp aftur.
Umfram tað, so eru Jákup
Dam og Súna Mørk vald sum
nýggir varalimir. Nevnda
limir
eru
Gilli
Wardum,
Regin Jakobsen og Oyvindur
Brimnes.
Aðrastaði
í
hondbólt
heiminum
hevur
Kyndil
fingið nýggja forkvinnu í
Maibritt Johannesen, ið tek
ur við eftir Una Arge.
trondur@sosialurin.fo
Hondbóltssambandið fingið nýggja forkvinnu í Gunn Ellefsen,
ið tekur við eftir Kristian Johansen, ið hevur lagt frá sær
GUNN SKAL LEIÐA HSF