Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 13. JUNI 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Runavík Noyðast út í bilin at búgva Arnhild Maria Poulsen hevur altíð verið løtt upp á sporið og skjót í vendingini, men í dag liggur hon nógv í seingini við pínu í kroppinum. - Eg havi altíð verið ein frískur persónur, men í dag føli eg meg meira sum eina 80 ára gamla konu. Tað er kropspína og spekulatiónir um framtíðina – serliga framtíðina hjá børnum mínum - sum gera mær ilt og tyngja sinnið, sigur hon Vilmund Jacobsen Í einum húsum á Skipanesi sita móðir og trý børn. Kvinnan er Arnhild Maria Poulsen, ættað úr Miðvági, og børnini eru ávikavist 22, 20 og 15 ára gomul. Tey hava leigað á Skipanesi síðan ok­ tober 2014. Hesa tíðina hevur Arnhild arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu, og seinasta árið hevur hon gingið á kokkaskúla í Klaksvík. Eftir at hava klárað royndir og praktikktíð, noyddist hon at gevast á kokkaskúlanum fyrst í apríl mánaði í ár. – Vit eru øll vorðin sjúk av at búgva her, tí umfatandi og sjónligur blámu­ soppur er í húsunum. Tað er blivið verri og verri, sum tíðin er gingin, og síð­an í september í fjør hava vit øll javn­an havt trupulleikar við heilsuni. Genturnar hava mist tíð í skúlanum, tí vit øll hava verið fongd við eitt nú høv­uð­pínu, kvalmu, strupuhosta og strongd av umstøðunum. Umframt beinleiðis avleiðingarnar av blámu­ soppi, gangi eg við pínu í ryggi, lendum og knøum hvønn dag, og soleiðis havi eg ongantíð havt tað áður. Arnhild Maria Poulsen sigur, at sein­astu tíðina, nú tíðin nærkast, til tey skulu flyta út úr húsunum, hava tær allar fýra sovið í stovuni, og her ligg­ur eisini alt, sum familjan eig­ ur eftir. Her eru øll klæðini, sum ikki longu eru koyrd burtur ella latin øðrum. Einir tíggju sekkir av klæðum eru koyrd burtur, tí soppur er í flestu rúmum í húsinum, og einki hevur verið gjørt fyri at sleppa av við fuktin. Hon sigur, at ein fittur partur av innbúgvinum, sum tey áttu, er latið endurnýtsluhandli, og hetta hevur hon gjørt, tí tingini ikki skuldu forfarast, og sjálv hevur hon ongastaðni at seta tey. Hetta vóru í fleiri førum góð ting og møblar, sum tey vóru góð við. – Eg havi selt vaskimaskinu, turki­ trumlu, frystiboks og kuldaskáp, og eg havi eisini selt eina flotta sofu bíliga, sum vit vóru ógvuliga glaðar fyri. Arnhild Maria Poulsen sigur, at nú hon hevur gingið á kokkaskúla, klár- aði hon praktikktíðina, sum vardi í tíggju vikur, og hon gjørdi seg lidna við royndina, sum var fyrr í hesum árinum. – Tá royndin var liðug, hevði eg so nógva pínu, at eg orkaði ikki meira og mátti gevast. Í dag gangi eg bæði til viðgerð fyri kropspínu og sálarhjálp, sum er ein og sami viðgerari. Við­hvørt fái eg bæði fysioterapi og sálar­við­ gerð samstundis, og í øðrum føri eru viðgerðirnar hvør sær. Í fyrstu syfti skal eg hava tíggju viðgerðir, men við­ gerarin sigur, at neyðugt verður við í minsta lagi tvífalt so mongum við­ gerðum. Tað er Almannastovan, sum rindar hesar viðgerðir fyri meg. Arnhild Maria Poulsen sigur, at hon altíð hevur verið løtt upp á sporið og skjót í vendingini, men í dag liggur hon nógv í seingini. – Eg dugi slett ikki við hesum. Havi altíð verið ein frískur persónur, men í dag føli eg meg meira sum eina 80 ára gamla. Tað er kropspína og spekula­tiónir um framtíðina – serliga fram­tíðina hjá børnum mínum – sum gera mær ilt og tyngja sinnið, leggur hon aftrat. Ómøguligt at fáa leigu Tá familjan fyri meira enn einum ári síðan sá, at tað ikki fór at vera búgv­ andi í húsunum á Skipanesi, fóru tey at hyggja seg um eftir øðrum bústaði. Men, higartil hevur tað verið ein total ómøguligheit at finna nakað, sum Arn­hild og genturnar kunnu megna at bera fíggjarliga. – Vit hava leitað um tað mesta av landinum, tí fyri okkum er tað ikki so avgerandi, hvar vit eru. Bara vit øll kunnu hava tað gott. Onkustaðni havi eg fingið at vitað, at tey vilja ikki hava børn búgvandi inni og aðrastaðni, at tey ikki vilja hava hund og kettu. Vit hava ikki ráð til dýra leigu. Eg havi skrivað meg upp til íbúð hjá Bústøðum fleiri staðni kring landið, og vit hava verið túr bæði í Norðoyggjum, Suðuroy og herfyri eisini í Sandoy og leitað eftir onkrum at búgva í. Men, higartil hevur tað ikki eydnast. Vit hava koyrt runt og hugt, hvar ljós ikki er, og eg havi ringt til fólk og havi snakkað við kunningarstovur, men einki hevur borið til. Tað eru nógv hús, sum standa myrk og tóm, men tað sær bara ikki út til, at nakar vil leiga, sjálvt um tey ikki brúka húsini. Eg havi eisini skrivað til borgarstjórar, men líkt er ikki til, at nakar teirra hevur stundir at hugsa um okkara trupulleikar. Bæði eg og genturnar hava havt lýsingar á Facebook, men alt sigur tað sama. Arnhild Maria Poulsen sigur, at dótt­irin, sum er 20 ára gomul, er í løt­ uni við at gera seg lidna á studenta­ skúlanum á Kambsdali, og tá hon verður liðug, fer hon á kokkaskúla í Klaksvík. 15 ára gamla dóttirin gongur í 9. flokki í Runavík og hevur søkt um lærupláss eftir summarfrítíðina, og hin 22 ára gamla ætlar sær eisini í skúla aftur. – Tær báðar eldru genturnar skulu nokk klára seg, men hin yngsta er bara 15 ára gomul, leggur hon aftrat. – Eg havi bara bilin! Ætlanin hjá Arnhild Mariu Poulsen var at flyta úr húsunum á Skipanesi síðsta vikuskifti, men nú er tíðin komin, at hon og genturnar noyðast at flyta, tó at tær ongastaðni vita sær at fara. – Vit hava bara bilin at fara í, men her verður trongligt hjá okkum fýra. Eg noyðist í hvussu er at koyra hina 20 ára gomlu til seinastu royndirnar á Kambsdali, eins og hin 15 ára gamla eisini skal gera seg lidna í Runavík. Hon vísir á, at øll árini, síðan hon og maðurin fóru hvør til sítt í 1999, hevur hon roynt at klárað seg og síni, men í løtuni stendur nógv á, og hon ásannar, at nú er lítil og eingin orka eftir. – Eg vænti, at tá eg í morgin skal avlevera lykilin til húsini her á Skipanesi, og vit bara hava bilin at fara í, verður orkan totalt uppi. Genturnar hava grátið nógv, og eg havi eisini grátið nógv, mest fyri meg sjálva. Tá eg fari niður við nakkanum, fer tað at ganga enn meira út yvir genturnar, enn umstøðurnar higartil hava gjørt. Slíkt er einki stuttligt at vera vitni til sum mamma, ið er løst á hond og fót, soleiðis sum umstøðurnar nú eru vorðnar. Arnhild Maria Poulsen sigur, at mamma hennara býr á ellisheimi, og ein av beiggjum hennara eigur barna­ heimið í Miðvági. »... Tá eg gekk í skúla, noyddist eg at taka lán fyri olju og mat á borðið...«