mánadagur 13. juni 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 13. JUNI 2016
11
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Runavík
– Beiggi mín hevði neyvan sagt
nei til, at vit fluttu inn til hansara at
búgva, men umstøðurnar har eru ikki
nóg tryggjar og góðar, tí har kem
ur nógv fólk á gátt. Fluttu vit inn til
hansara at búgva, soleiðis sum um
støðurnar eru, er vandi fyri, at barna
verndin hevði komið uppí, og tað
gongur slett ikki.
Hon sigur, at best hevði verið, um
hon og genturnar fingu eitt rímiligt
leigumál á fastlandinum, tí umframt at
genturnar vilja halda fram at ganga í
skúla, hevur hon sjálv eisini ætlanir um
at gera kokkaskúlan í Klaksvík lidnan.
Haraftrat kemur, at onkur av gent-
unum eisini gongur til sálarfrøðing
her á fastlandinum.
Hugsar um genturnar
Orsøkin til, at Arnhild Maria Poulsen
fór á kokkaskúla, er, at hon brennur
eftir at fáa sær eina útbúgving sum
kokkur.
– Eftir loknað útbúgving, fari eg at
søkja umborð á eitt fiskiskip, soleiðis
at eg kann tjena pengar og geva
gentunum eitt trygt og gott heim. Tað
er mítt fremsta mál í lívinum.
Hon sigur, at støðan hjá henni og
gentunum als ikki er til at halda út. At
tey ikki vita sær tak yvir høvdið, er tað
ringasta, og síðan kemur hin fíggjarligi
parturin, sum eisini er ein stórur og
tyngjandi trupulleiki, tí ringt er at fáa
endarnar at røkka.
- Tá eg gekk í skúla, noyddist eg
at taka lán fyri olju og mat á borðið,
og ein av gentunum noyddist at rinda
fyri internetið burtur av sínum lítla
studningi, tí hon býr heima.
Fyri eini tíð síðan fingu hon og
genturnar eitt leigumál í Sørvági, og
tá gjørdi hon av at siga leigumálið á
Skipanesi upp.
– Vit høvdu rindað fyri leigu, og tá
neyðugt var at brúka fimm dagar til
at vaska húsini í, varð einki avtalað
um nakað depositum. Men, tá vit
høvdu verið í húsunum í ein dag,
kravdi útleigarin at fáa meira pening.
Tað hevði eg ikki ráð til, og vit máttu
so nakkalong útaftur. Á veg út úr
húsunum aftur, presenteraði eigarin
nýggja leigaran fyri okkum. Hetta var
eitt stórt bakkast fyri okkum, og vit
noyddust tá at blaka alt, vit høvdu
havt við okkum, í kjallaran hjá beiggja
mínum í Miðvági. Vit fingu ikki alla
leiguna aftur, sum vit høvdu goldið.
Arnhild Maria Poulsen sigur, at
hevði útleigarin, sum eigur húsini
á Skipanesi, viljað gjørt okkurt við
tey og fingið bast blámusoppinum,
høvdu tey ivaleyst viljað hildið fram
við leigumálinum.
– Men, sum er, kunnu vit slett
ikki búgva her, tí henda tíðin hevur
virkuliga gingið út yvir heilsuna hjá
okkum øllum. Vit skulu brúka dagin í
dag og morgindagin at vaska húsini í,
og síðan skulu vit levera lyklarnar. Tá
hetta er gjørt í morgin, standa vit úti
á gøtuni við ongum leigumáli og hava
bara bilin at fara í, sigur ein hugtung
mamma, sum ikki veit síni livandi ráð.
Arnhild Maria Poulsen eigur fýra
gentur. Hin elsta, sum er 27 ár, og
sum ikki áður er nevnd í hesi grein,
býr í Suðuroy.
Um onkur lesari kundi hugsað sær
at hjálpt familjuni við leigumáli, er
Arnhild at hitta á tlf. 581338.
– Vit hava ongastaðni at
fara, og vit hava ongan,
sum vit kunnu søkja
okkum hjálp hjá. Vit
hava bara bilin at fara
í, sigur Arnhild Maria
Poulsen, sum í morgin
stendur úti á gøtuni
við trimum gentum