Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 13. JUNI 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Runavík Dygdin er í toppi – og prísirnir í botni – Vit hava øll árini kappast í dygd og prísi, men sum árini eru liðin, og vit hava prógvað, at okkara vørur roynast avbera væl í føroyska veðurlagnum, eins og sølan er nógv vaksin hesi árini, hava vit eisini fingið enn betri avtalur við okkara veitarar, sigur eigarin av Sp/f Vind, Hans Petur Ellingsgaard Vilmund Jacobsen S p/f Vind í Runavík, sum Hans Petur Ellingsgaard eigur og rekur, hevur úr at gera, nú summ­ar er í hondum, og nógv byggi­ virk­semi er kring landið. Fyritøkan, sum serliga leggur seg eftir at selja vindeygu, úthurðar og garaguhurðar, arbeiðir mest við privatkundum. Sum part av sín­ari tænastu, veitir Sp/f Vind eisini við­ skiftafólki handverkarar til íset­an av vindeygum, úthurðum og garagu­ hurðum. – Tá so nógv virksemi er, og okkara vørur eru so nógv eftirspurdar, kann tað vera trupult at fáa handverkarar, men vit hava dugnalig fólk til mon­ter­ ingsarbeiði. Hans Petur Ellingsgaard sigur, at fýra fólk starvast í fyritøkuni, og av hesum eru tríggir handverkarar, ið fáast við monteringsarbeiði. – Umframt dygdargóða útboðið av vindeygum og hurðum, umboða vit eisini Novoferm, sum hevur ídn­ aðarhurðar, garaguhurðar, útistovur og annað í sínum konsepti. Novofirm hevur sín uppruna í Týsklandi. Vit um­ boða eisini garaguhurðar av slag­num, Alutech, sum koma úr baltisku lond­ unum. – Alt eru vørur úr bestu góðsku. Enn betri prísir Hans Petur Ellingsgaard vísir á, at nú Sp/f Vind hevur verið á føroyska marknaðinum við sínum konsepti í nøkur á, og vindeygu og úthurðar hjá fyritøkuni eru roynd í Føroyum í enn fleiri ár, eru áður kappingarføru prís­ irnir vorðnir enn betri. – Vit hava øll árini kappast í dygd og prísi, men sum árini eru liðin, og vit hava prógvað, at okkara vørur roynast avbera væl í føroyska veðurlagnum, eins og sølan er nógv vaksin, hava vit eisini fingið enn betri avtalur við okk­ ara veitarar. Tað merkir, sigur Hans Petur Ell­ ings­gaard, at Sp/f Vind í dag kann veita enn betri tilboð enn góðu prís­ir- nar, sum fyritøkan øll árini hevur havt. – Skalt tú hava nýggj vindeygu, úthurð ella garaguhurð, er tað avgjørt eitt gott hugskot at tosa við okkum. Eg vil siga tað soleiðis, at hjá okkum er dygdin í toppi – og prísurin í botni, leggur hann aftrat. Roynast sera væl Grundasteinurin undir Sp/f Vind er ensk framleiðsla av vindeygum og hurðum. Við meira enn 10 ára roynd­ um á føroyska marknaðinum kann fyritøkan staðfesta, at vindeygu og hurðar eru sera væl móttikin og hava roynst sera væl í skiftandi føroyska veðurlagnum. – Missiónin hjá okkum er at veita tænastu og vørudygd á høgum støði til ein kappingarføran kostnað. Fyri at kunna veita eitt breiðari úrval, er útboðið hjá Sp/f Vind fyri nøkrum árum síðan víðkað til eisini at fevna um donsk plast-, træ-og træ/ alu vindeygu. Hans Petur Ellingsgaard sigur, at Sp/Vind einans samstarvar við virki, ið hava drúgvar royndir innan sítt yrki og sína framleiðslu, og tað er hetta sum ger, at allar vørur, ið fyritøkan hjá honum veitir, eru av bestu góðsku. Veita eisini ísetan – Ofta kann vera torført hjá við­skifta­ fólki at finna fólk til at seta vindeygu, úthurðar og garaguhurðar í, men eru hesi keypt hjá okkum, geva vit eisini góð tilboð upp á íseting, samstundis sum vit veita garanti fyri, at alt er í lagi, tá arbeiðið er gjørt. Fyritøkan Sp/f Vind hevur heima­ síðuna www.vind.fo, og her sæst vøru­útboðið hjá fyritøkuni. – Tey, ið hava fyrispurningar, kunnu eisini ringja til okkum á tlf. 456100 ella á 596100, sigur Hans Petur Ellingsgaard, stjóri og eigari. – Missiónin hjá okkum er at veita tænastu og vørudygd á høgum støði til ein kappingarføran kostnað, sigur Hans Petur Ellingsgaard, stjóri og eigari av Sp/f Vind í Runavík