Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 37

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 13. JUNI 2016 13 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Runavík Rafik á Glyvrum við Føroya bestu pizza Sjálvur er Rafik Bourbiaa onga løtu í iva um, at pizza’in Hjá Rafik er Føroya besta Vilmund Jacobsen N ýggja matstaðið hjá feðgunum, Rafik og David Bourbiaa, hevur fingið góða undirtøku, síðan teir lótu upp á Glyvrum. Her fært tú bæði pizza, shawarma og allan grill­ mat. Rafik Bourbiaa er kendur fyri sína góðu og sera væl umtóktu pizza gjøg­ num mong ár, og hann er í sær sjálv­ um eitt rættiligt vørumerki á sínum øki. Hjá Rafik á Glyvrum er tað sonur Rafik, David Bourbiaa, sum er stjóri, men við sína lið hevur hann pápan, sum ikki minst er kendur fyri Rafiksa á Høgabóli í Saltangará í meira enn 20 ár. Rafik er ættaður úr Tunesia, men hevur búð í Føroyum í 30 ár, og í nøkur ár hevði hann eisini matstað í Havn. Matstaðið á Glyvrum liggur millum Glyvra skúla og Missiónshúsið, og tað var her, at Herdis Gaardbo hevði kiosk í nógv ár. 20 ymiskar pizza Hjá Rafik, sum hevur 20 ymiskar pizza’ir í síni matskrá, hevur opið frá og við sunnudegi til og við hósdag frá klokkan 17-24, og fríggjadag og leygardaga frá klokkan 17-01. – Vit selja pizza, shawarma og allan vanligan grillmat, sigur Rafik Bour­biaa, sum bjóðar øllum væl­kom­ num inn á gólvið. – Vit selja pizza, shawarma og allan vanligan grillmat, sigur Rafik Bourbiaa, sum bjóðar øllum vælkomnum inn á gólvið á Glyvrum Mynd: Vilmund Jacobsen Grannskoðarastovan er ein familjufyritøka - Vit hava góð og dugnalig fólk aftrat okkum á Grannskoðarastovuni í Saltangará, sigur Eyðbjørg Thorleifsson Vilmund Jacobsen Tað eru maður, kona og sonur, sum saman við øðrum starvsfólkum mynda Grannskoðarastovuna í Saltangará. Hjúnini eru Eyðbjørg Thorleifsson og Páll Højgaard og sonurin, sum er tann, ið formelt rekur virksemið, er Mark Højgaard. Øll trý, bæði maður, kona og sonur eru grannskoðarar. Níggju fólk eru í starvi hjá Grann­ skoðarastovuni Sp/f, og tey taka sær av bæði stórum og smáum uppgávum innan grannskoðan, roknskap og bók­ hald, umframt skatta- og fíggjar­viður­ skiftum. Góð og dugnalig fólk Eyðbjørg Thorleifsson er ættað úr Fuglafirði, men búði í nøkur ár á Sandi, har pápin var sýslumaður. Páll Højgaard er skálamaður, og hjúnini búgva á Skála, har Páll Høj­ gaard í sínari tíð var fíggjarleiðari á Skála Skipasmiðju. – Vit arbeiða øll á Grannskoðara­ stovuni, og vit hava onnur góð og dugnalig fólk aftrat okkum, sigur Eyðbjørg Thorleifsson, sum leggur aftrat, at fólk og fyritøkur, sum kundi hugsað sær at spurt seg fyri hjá grannskoðaravirkinum, eru vælkomin at ringja á tlf. 591616. Tað er her í bygninginum á Heiðavegi 31 í Saltangará, at Grannskoðarastovan húsast Mynd: Vilmund Jacobsen