mánadagur 13. juni 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 13. JUNI 2016
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Runavík
Miðberg Bakarí er
meira enn breyð
Nøgdirnar av breyði eru sjálvandi
tær størstu, men hjá Miðberg Bakaríi
í Saltangará kanst tú eisini bíleggja
køkur til mong ymisk høvi
Vilmund Jacobsen
M
iðberg Bakarí í Saltangará hev
ur fleiri ár á baki, og bakaríið
selur bakstur víða um landið.
Tað er rituvíkingurin, Sofus Hansen,
sum eigur og rekur bakaríið, ið hevur
fleiri fólk í starvi.
Eigarin er sjálvur bakari, og tá hann
byrjaði at læra í 1990, hevði hann
ongantíð verið í einum bakaríi áður.
Fyrstu ferð, hann slapp at síggja, hvat
gekk fyri seg á einum bakaríi, var tann
morgunin hann byrjaði at læra.
Køkur til ymisk høvi
Umframt allan vanligan bakstur, hevur
Miðberg Bakarí eisini møguleikar at
gera ymiskar smáar og stórar køkur til
serlig høvi, eitt nú til føðingardagar,
konfirmatiónir, brúdleyp og aðrar há
tíðarløtur í lívinum.
Nú próvhandan kring um á skúl
unum stundar til, eru eisini nógvir
ymiskir møguleikar, sum bakaríið kann
greiða frá á tlf. 447366.
Miðberg Bakarí hevur eisini eina
Facebook-síðu - Miðberg Bakarí - har
nógvar ymiskar køkumyndir kunnu
síggjast.
Her eru køkur við motivum til børn,
eitt nú Minions og Kermit, og her eru
køkur, sum kunnu gerast í samband
við próvhandan og onnur serstøk høvi.
Víða um landið
Miðberg Bakarí fer víða um landið við
sínum bakstri. Koyrt verður út um alla
Eysturoynna og um meginpartin av
Streymoynni.
Umframt marknaðin í Eysturoy, fer
nógvur bakstur til Havnar, Kollafjarðar
og Vestmannar.
Koyrt verður til Havnar sjey dagar
um vikuna, og longu millum klokkan
07 og 08 á morgni er bakstur hjá Mið
berg Bakaríi komin til Havnar.
Breyð er størsta einstaka nøgdin,
ið fer út til handlarnar, og her eru
eisini nýggjari vørur í útboðnum, eitt
nú steinaldarbreyð, ið serliga er ætl-
að teimum, sum ikki tola mjøl og
gluten. Hetta breyðið er rættiliga væl
móttikið á marknaðinum.
Í útboðnum hjá Miðberg Bakaríi
eru eisini aðrar nýggjari vørur, sum
fyritøkan altíð er til reiðar at kunna
um.
Skriva á køkur
Bakarí Miðberg hevur eisini møguleik
an at skriva á og leggja myndir á køkur
fyri viðskiftafólk.
Hesar køkur verða bílagdar á
bakarínum og kunnu koyrast alla
staðni, har fyritøkan annars er úti við
sínum bakstri. Tískil er ikki neyðugt hjá
viðskiftafólki at koma til Saltangará
eftir bíløgdu køkunum.
Nógvir ymiskir møguleikar eru
at velja ímillum, bæði við áskrivt og
myndum – alt eftir ynski hjá viðskifta
fólki.