Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13. JUNI 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Hann Jørgen Jørgensen, best kendur sum slaktarin í SMS, var í síðstu viku á vitjan í Miðlahúsinum og tosaði um kjøt, grill og segði sína hugsan um endaleysa kjakið um hvat er betri, kol ella gass Hallur av Rana Tað munnu vera nógv ár síðani, at veðrið hevur verið so gott sum sein­ astu vikurnar. Meðan kvinnurnar hava rokast við ymiskt í sólini, so hava mann­fólkini sæð sær møguleikan at royna seg sum grillmeistarar. Sum í øllum øðrum lívsins viðurskiftum, so er handa­lagið betri hjá summum enn hjá øðrum. Í góðveðrinum í síðstu viku setti Viku­blaðið Jørgen Jørgensen, slaktara í SMS, stevnu í Miðlagarðinum hjá Miðla­húsinum. Fáur maður kennir so væl kjøt sum Jørgen Jørgensen, ið hev­ur starvast sum slaktari í fleiri ár­tíggjund. So hvør betri at geva nøkur góð ráð til føroyskar menn, so at búff­urin verður júst so, sum hann skal vera. Við sær hevði hann eina ørgrynnu av góðum grillmati sum búffar, pylsur, laks og svínsriv, meðan Miðlahúsið hevði fingið fatur á eini Weber 3200 grill. Føroyingar vilja hava kjøt og pylsur Tað gongur skjótt at fáa lív í grillini og lagið er gott á slaktaranum, tá hann blakar tey fyrstu kjøtstykkini á grillina, nøkur leskilig oksastykkir sveipað í fleski. – Um tú fert á alnetið, so finnur tú hundrað serfrøðingar, ið hava hvør sína hugsan um hvat besti mátin er at grilla kjøt. Men eg havi valt at smyrja kjøtið við einum kryddlaka og steiki tað so fimm minuttir á hvørjari síðu, sigur Jørgen Jørgensen. Tað er eingin loyna, at føroyingar eru glaðir í kjøt. Tað merkja tey eisini í Miklagarði, nú veðrið hevur víst seg frá síni bestu síðu. – Tað er enn kjøt, ið føroyingar vilja hava. Nú veðrið hevur verið gott í fleiri dagar, er tað vorði torført at fáa fatur á pylsum og búffum. Sølan er um­leið 40 prosent kjøt, 40 prosent pyls­ur og so eru tey síðstu tjúgu prosent­ini fisk­ ur og annað, sigur Jørgen Jørgensen. Fiskurin vinnur ikki fram Búffarnir eru farnir niðurum og nú leggur Jørgen Jørgensen tveir stanniol­bakkar á grillini. Í eina bakkan legg­ur hann nøkur svínsriv, ið hann framman­undan hevur smurt við eini barbecue­sós, og í hin bakkan leggur hann nøkur laksastykkir, ið eru smurd við ein­um sitrónkryddlaka. Bakkarnir verða brúktir fyri ikki at dálka grillina so illa. Hóast Føroyar er ein fiskivinnutjóð, so hava føroyingar ikki ordiliga tikið fiskin til sín, tá tey tendra grillina. Tað sæst eisini aftur hendan dagin, tí meðan gestirnir vóru skjótir at eta búffar­nar, pylsurnar og svínsrivini, so liggja nøkur laksastykkir eftir. Tað tekur tó ikki Jørgen Jørgensen á bóli. – Hóast hann er lættur at grilla, hann skal bara liggja á grillina í einar tíggju minuttir, so eru føroyingar ikki so glaðir fyri at grilla fisk. Tað síggja vit eisini í okkara sølutølum. Men talan er um góðan mat, og hann smakkar stak væl á grillini, sigur slaktarin. Gass ella kol Áðrenn Jørgen Jørgensen sleppur av­ stað, má eg spyrja hann um hansara støðu til klassiska trætumálið innan grill­umhvørvið. Er tað best at grilla við kol ella gass? – Tað eru tað deildar meiningar um, sigur slaktarin við einum brosi, men leggur afturat. – Eg haldi gass er betri, tí grillin er lættari at vaska aftaná. Viðvíkjandi smakkinum, so smakki eg ikki mun á, um maturin er grillaður við gass ella kol, sigur royndi slaktarin í Miklagarði. hallur@sosialurin.fo grill- Summarveður er veður