Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13. JUNI 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Hann Halgistaður Halgistaður mansins Tá dagurin at enda er og náttin komin nær, er tíðin komin at leggja beinini hægst og lata seg flyta úr hesin heimi eina løtu, úr tímiligu stúranini og svikaligu lokkan ríkdómsins, sum Jesus sigur, og lata sálarró fyla sinnið aftur. Tá er tað, at mannfólkaholan, hesin halgistaður mansins, veruliga kann koma til sín rætt Danjal av Rana Tað gerst alsamt vanligari, at menn hava eitt rúm til sín sjálvs. Spurn­ing­ urin er, um tú ert so heppin (og konan loyvir tær at nýta tað fyri teg sjálvan), hvat tú skalt fylla tað við. Tað fer sjálvandi at vera tengt at tínum áhuga og tíni persónmensku. Fót­bóltsborð, borðtennisborð ella pool­borð eru uppløgd boð til tann sosiala, kanska onkur fær sær eitt poker­borð ella rouletteborð. Ert tú heilt retro fært tú kanska fatur í eini gaml­ari pinballmaskinu. Aðrir ynskja ein krók at seta ein stól, har teir kunnu sita og njóta eina góða bók fyri seg sjálvan, uppaftur aðrir skulu hava alla tónleikasamlingina, allar vinylpláturnar, upp á veggin at hanga. Ilt er tó at koma uttan um, at ein mannfólkahola verður ikki ein veru­ liga mannfókahola uttan eitt gott sjónvarp og gott ljóð. Vit hava tí spurt sølufólkini í Elding, hvat hoyrir heima í eini veruligari mannfókaholu. – Í dag er tað bara eitt, sum er gott nokk innan sjónvarp – 4K ella UHD. Tað er nýggjasta tøknin innan sjónvarp og mun­urin á myndagóðskuni er so stór­ur, at sjálvt ólærd fólk síggja týðiliga mun, sigur Bjarni Jøkladal. – Munurin er, sum at onkur hevur tikið eitt lag av filmi av, sum lá oman á sjón­varpsskíggjanum, og nú sæst myndin, sum hon veruliga eigur at síggjast, sigur hann. Og rætt hevur hann. Fyrr kundi ein, um ein fór nóg nær, síggja smáu pikslarnar, sum myndin var samansett av. Tað er ógjør­ligt nú. Myndagóðskan er vorðin so góð, at tað næstan er iva­samt, um tú hevði fingið eina betri mynda­ góðsku, um tú so sá tað, tú hyggur at, við ber­um eygum. Bjarni Jøkladal ásannar, at enn eru sjónvarpsrásirnar ikki farnar at gagn­ nýta UHD til fulnar, men tað byrjar so spakuliga. – Netflix gevur longu møguleikan at hyggja at filmum og røðum í UHD og tá og Youtube eru byrjaðir, man restin fara at fylgja skjótt eftir, sigur hann. UHD-sjónvørpini, UHD stendur sjálv­andi fyri Ultra High Definition, kosta ei heldur so nógv, sum ein kundi fryktað. Sjálvandi, um ein ynskir ein av heilt stóru skíggjunum, so rindar man eisini har eftir, men tað er møguleiki at fáa 40” UHD sjónvarp fyri ein rími­ ligan penga. Men hvat nyttar ein heimsklassa myndagóðska, um ljóðið ikki stendur í mát? Svarið er Sono. – Sono er genialt. Hátalararnir hjá Sono eru sambundnir á einum tráð­ leysum netverki og í grundini er tað óavmarkað, hvusssu nógvar hátalarar, tú kanst knýta saman, greiðir Bjarni Jøkladal frá. Tað ber tí væl til at hava hátalarar í hvørjum rúmi í húsinum. Til ber eis­ ini, at spæla ymiskt av í ymsu hátal­ ar­unum, so at tann, ið stendur undir brús­uni kann lurta eftir yndistón­ leik­inum á Spotify, meðan mamman í køk­inum lurtar eftir útvarpinum og pápin í stovuni hyggur eftir fótbólti. Tað ber nemliga til at knýta sjónvarpið til Sono hátalararnar og við eini so­ nevnd­ari soundbar og einum sub­ woofara verður ljóðið heilt gott. – Kortini, um tú vilt hava tað allar­ besta, so kanst tú keypa tær Dali hátal­arar. Teir ber hinvegin eisini væl til at knýta til Sono-skipanina í restini av hús­inum, sigur Bjarni Jøkladal. Ljóð og sjónvarp. Og PS4. Sølu­ fólk­ini hjá Elding siga, at PS4 er væl og virðiliga tað mest seldi spæl­kon­ sollurin í Føroyum. Nakrar XBOX One verða seldar, men ikki í nær námind sama mun sum PS4. – Tað er eitt slag av sjálvstyrkjandi effekt. Tá allir vinmenninir hava PS4, so er stuttligari at hava tað sama, so man kann spæla hvør móti øðrum, sigur Reiðar Mortensen. Hann greiðir frá, at munurin mill­ um tey bæði stóru merkini er ikki tann nógvi, og at í allar flestu førum eru somu spøl tøk. – Microsoft er nú komið við eini dagføring til XBOX One, sum ger, at tú kanst brúka spølini frá tínum XBOX 360 á tí nýggja konsollinum. Um ikki Playstation kemur við eini líkn­andi dagføring, kann tað vera, at Microsoft klárar at taka ein part av marknað­ inum, tí eisini á alheims plan liggja teir nakað aftan fyri Playstation, sigur Reiðar Mortensen. So er upp til tín hvørjum øðr­um tú fyllir tín holuna við, hvar whisky­fløsk­ ur­nar skulu standa, hvussu sigarirnar skulu goymast og ikki minst, hvør skal hava atgongd til tín halgistað. danjal@sosialurin.fo