mánadagur 13. juni 2016síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13. JUNI 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hann
Summarið verður
blátt
Janus tosar um móta og
nevnir trý pløgg vit allir
mugu hava í summar
Danjal av Rana
Summarliturin í ár er blátt. Tað er
rættiliga eyðsæð, tá ein kemur inn í
Skálkur Man. Janus Poulsen sigur, at
ljósablái liturin er tann, ið hóskar best
til føroyska summarið.
– Tú sært onkuntíð, at onkur hevur
verið sunnan fyri og hevur keypt sær
eina ljósareyða ella grøna skjúrtu
og hvítar buksur. Men tá tey koma
heim, vera tey pløggini skjótt løgd á
hillina, tí man finnur út av, at hatta
hóskar ikki heilt í Føroyum, sigur Janus
Poulsen.
Hann greiðir frá, at tað í høvuðs
heitum eru bláu litirnir, ið hóska
best til ljósið í Føroyum, bæði um
summarið og veturin.
– Um summarið nýta vit lættaru,
ljósaru litirnar, meðan vit um veturin
leita okkum til teir myrkaru, tyngru
litirnir, yvir í lilla og bordeaux-litirnar,
sigur Janus Poulsen.
Hann byrjaði í læru hjá Hans
Joensen í 2000 og hevur tí sæð mótan
broytast fleiri ferðir hesi 16 árini. Nú,
sigur hann, er tað týðiligt, at rákið
gongur tann klassiska vegin aftur.
– Nú fara vit burtur frá hesum við
littum skjúrtuknappum og øðrum lit
ríkum detaljum aftur til meiri klassisk
snið og klassiskar litir. Skal tað vera
heilt festligt skalt tú hava eina skjúrtu
við blomsturprenti ella lomvigaeggum
ella líknandi, sigur Janus Poulsen.
Tað hevur tí lyndi til at gerast
einslitt og kanska myrkt, men loysnin
upp á tað er at nýta slips. Ella kanska
sloyfu, um tú vilt.
– Sloyfa og slips hava verið eitt
sindur uttanfyri seinastu tíðina, men
eru nú á veg inn aftur. Tey eru ein
góður máti at føra lit til pløggini og
hevur tú fleiri slips, kanst tú endur
nýggja somu settini fullkomiliga,
sigur hann. Tað sama er galdandi fyri
skjúrtuklútar, sum eisini eru farnir at
síggjast í mongum veitslum.
– Mannfólk eru farin at pynta seg
nógv meiri nú enn áður. Tað er vorðið
nógv vanligari við gallaveitslum og at
lata seg í klædning til ymisk høvi. Tí
síggja vit oftari, at menn ganga við
sloyfum og skjúrtuklútum. Og aftur,
tað gevur lit og lív til klædningin, sigur
hann.
Nær skal ein so nýta
slips og nær sloyfu?
– Tað er sum so til somu høvi. Kanst
tú nýta sloyfu, so kanst tú nýta slips,
og umvent. Tó er sloyfan nakað fest
ligari, so hon hóskar seg ikki til daprar
støður, so sum jarðarferð og líknandi.
Hon er eitt sindur meiri veitslukend,
sigur Janus Poulsen.
Tá prátið kemur inn á, hvussu
klædnaskápið skal síggja út, sigur
Janus Poulsen, at tað veldst um,
hvussu ofta, tú keypir klæði.
– Í høvuðsheitum kundu føroysk
ir menn gott verið raskari at endur
nýggja klædnaúrvali. Teir hava lyndi
til at ganga í somu klæðunum nakað
leingi og við tíðini fara tú út úr móta
myndini, sigur hann.
– Um tú keypir klæði ofta, so
hevur tú størri frælsi at keypa klæði,
sum kanska ikki eru so tíðarleys, tí
tú skiftir kortini skjótt út. Keypir tú
sjáldan klæði, er týdningarmiklari, at
tú keypir okkurt, sum varir. Keypir tú
ofta, kanst tú keypa tær einar grønar
chinobuksur, men um tað eru einastu
buksirnar, tú skalt keypa næsta hálva
árið, er betri at keypa einar kovboy
buksur, sigur hann.
Tað eru tó nøkur pløgg, sum vit
allir skulu eiga, sigur hann.
– Eina oxfordskjúrtu, sjálvandi
bláa. Tað má man hava, sigur hann.
Ein slík skjúrta kann brúkast saman
við tí mesta og er tí eitt sera hent
plagg at eiga, sigur Janus Poulsen,
og sigur tað sama um ein navybláan
blazara.
– Tær tørvar eisini ein myrkan
klædning. Ikki neyðturviliga svartur,
men kortini myrkur. So kanst tú, sum
nevnt áður, fríska hann upp við lit
ríkum slipsum, sloyfum ella skjúrtu
klútum, sigur hann.
– Einar ljósar chino-buksur. Tað
sum er so deiligt við teimum, er at
tær hóska seg bæði til fínt brúk og
gerandisbrúk, alt eftir, hvørjum øðrum
tú ert í.
Og so seinasta ráðið.
– Bið um hjálp. Spyr okkum. Vit eru
altíð tilreiðar at hjálpa og veita veg
leiðing, sigur Janus Poulsen.
Janus Poulsen
Skálkur Man