Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÓSAMSVARINI HÓPA SEG UPP SKATTAMÁLIÐ Barbara Holm Skattamálið hjá Eik hevur nú verið til viðgerðar í al­ menninginum síðani januar í ár, tá ið tað gjørdist greitt fyri Føroya fólki, at okkurt var áfatt í bankanum. Í jan­ uar trekti Jørn Astrup Han­ sen seg úr nevndini í Eik áðrenn ætlað, tí hann metti bankin royndi at tiltuska sær ein frádrátt, sum bank­ in ikki hevur rætt til. Skatta­ frádrátturin stavar frá ein­um tapi frá gamla Eik banka, og spurningurin er nú tvíbýttur. Fyrst av øllum snýr seg um at finna útav, um nýggi bankin hevur rætt til frádráttin ella ikki. Har­næst snýr seg um at finna fram til, um leiðslan og nevndarlimir í Eik og TF Holding royndu at villleiða skattamyndugleikarnar og soleiðis fáa hendur á hasar 90 milliónirnar í frádrátti. Ein frádráttur sum reelt merkir, at bankin sleppur und­an at rinda skatt í fleiri ár. Í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku segði Odd Bjell­ våg, sum sat við borðendan í september 2010, at nýggi bankin ikki eigur nakað í tapinum og tí ikki hevur rætt til tað. Og tað sama stend­ur svart uppá hvítt í rokniskapinum hjá sama Eik banka fyri 2010 og 2011. Men síðani Miðlahúsið og Kring­ varpið byrjaðu at varpa ljós á skattamálið aftur frá 14. apríl, hevur leiðslan í Eik úttalað seg um faktuell viðurskifti og í fleiri førum hevur tað elvt til eina almenna ósemju millum fleiri partar um, hvat er rætt og skeivt í málinum. Í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna hóskvøldið, fara vit at varpa meira ljós á tað, sum hevur elvt til al­ mennar ósemjur í hesum skatt­a­málinum. Skattamálið snýr seg um hetta Í januar í ár gjørdist greitt fyri Føroya fólki, at okkurt var áfatt í Eik, tá ið Jørn Ast­rup Hansen trekti seg úr nevndini í Eik, tí hann ikki kundi góðtaka, at leiðsl­an í Eik hevði roynt at trekkja eina hálva milliard frá í skatti – svarandi til ein skattafrádrátt á 90 milliónir. Síðani hevur Taks tikið málið til viðgerðar aftur, og nú bíða vit øll eftir, at Taks skal finna fram til, hvussu hetta málið vendir. Men Sosialurin hevur fing­ið innlit í skjøl, sum geva eina sera greiða ábending um, at Eik hevur roynt at lump­að Taks, og soleiðis til­tuskað sær 90 milliónir krón­ur í skattafrádrátti. Alt málið og tey nevndu skjølini, kunnu lesast í Vikuskiftis Sosialinum frá 14. apríl í ár. Drógu tapið frá Tá gamli Eik banki koll­sigldi viðførdi tað, at Fíggj­ar­ ligum Støðufesti varð álagt sambært lóg at bjarga bank­ anum, so at føroyska fólki ikki skuldi merkja stórvegis sviða av bankakreppuni. Fíggjarligt Støðufesti varð stovnað til endamálið – eitt felag, sum bankar í danska ríkinum og danski stats­ kassin rindaðu til, so at Fíggjarligt Støðufesti hevði pening til at bjarga bank­un­ um, sum fóru á heysin. Og tað gjørdi Fíggjarligt Støðufesti fyri kollsiglda Eik banka frá 1. – 14. oktober 2010. Eitt tap á áleið hálva milliard var tað, sum Fíggjarligt Støðu­festi sum garantur hefti fyri og tann rokningin er send hinum bankunum í bankapakka 1 og er partur av rættarmálinum móti leiðsl­ uni í gamla Eik banka. Tá TF Holdning síðani keyp­ir nýstovnaða Eik Banka Føroyar P/F frá Fíggj­ arligum Støðufesti á vári 2011, verð­ur eitt skjal handað teim­um, sum Fíggjarligt Støðu­festi saman við grann­ skoð­ar­um í Danmark og Før­oyu­m og í samstarvi við skattamyndugleikarnar í Danmark, hevur gjørt til kunningar til allar møguligar keyparar av nýggja bank­ anum. Har stendur púra greitt í tí skjalinum, at tap frá gamla Eik Banka ikki kunnu dragast frá í sjálvuppgávuni hjá nýggja bankanum, tí Fíggjarligt Støðufesti hefti sum garantur fyri tapinum – og ikki nýstovnaði bankin. Kortini valdi leiðslan í Eik at draga tapið frá í sjálv­ uppgávuni fyri 2010-11. Her er eisini eitt ósamsvar. Tí meðan Jørn Astrup Han­ sen, sum var stjóri í ný­ stovnaða Eik Banka, tá ið hetta skjalið varð gjørt, vísur á, at hann hevur sent hetta skjalið til nevndarformannin í Eik, Torben Nielsen, í fleiri umførum, hevur leiðsl­an í Eik víst á ,at tey ikki hava skjalið orsaka av trupul­ leikum við teldu­post­a­dress­ uni hjá nevndar­for­mann­ inum. Nevndarlimir ávaraðu fleiri ferðir áðrenn Hesin frádráttur svarandi til 90 milliónir verður sett­ ur í sjálvuppgávuna hjá Eik, uttan at nevndarlimir eru vitandi um tað. Tað er ikki fyrr enn í 2012, at nevnd­ar­ limir gerast varugur við tað, sum bankaleiðslan hevur gjørt. Sosialurin hevur fingið innlit í fundarfrásagnir hjá nevndini í Eik frá tí tíðar­ skeiðnum. Í fundar­frá­ sagnunum framgongur greitt, at ávísir nevndarlimir í fleiri førum ávara um, at tað ikki er lógligt at draga tapið frá koll­siglda bankanum frá í sjálv­uppgávuni hjá nýggja bank­anum tí, 1 – tað stóð í skjalinum, sum Fíggjarligt Støðufesti hand­aði øllum møguligum keyparum av Eik – eisini TF Holdning, at tað ikki er loyvt at draga tap frá gamla bankanum frá. 2 – Fíggjarligt Støðufesti hefti fyri tapið og ikki nýggi Eik Banki, og tað er jú ikki lóg­ligt at draga tap frá hjá sær sjálvum, sum onkur ann­ar hevur rindað fyri. Eftir fleiri ávaringar frá nevndarlimum vendi leiðsl­ an í Eik Banka sær til Taks – hetta tí, at tað kravdi nevnd­ in. Granskoðanin ávaraði eisini Tað vóru ikki bara nevnd­ arlimir í Eik, sum ávaraðu um støðuna. Eisini uttanhýsis grannskoðanin hjá Eik var greið í sínum máli. Longu í mars 2014 varð skrivliga boðað nevndini frá, at Spekt ikki metti tað lógligt at draga tapið frá hvørki sum frádrátt ella goodwill yvir 10 ár. Men ikki fyrr enn í januar 2016 fær Taks kunning frá Eik um hvat grannskoðanin sigur í málinum. Eisini her er ósamsvar í málinum. Súni Schwartz Jacobsen segði í beinleiðis sam­røðu við Kringvarpið her­fyri, at so skjótt grann­ skoðararnir gjørdu vart við sína hugsan, vendi Eik sær til Taks. Men sambært skjølunum hjá Sosialinum ávaraðu grannskoðararnir longu um støðuna fleiri ár áðrenn Taks fekk frá­boð­ an um støðuna hjá grann­ skoðarunum. Fortaldu ikki alt fyri Taks Sosialurin hevur fingið innlit í alt samskifti millum Eik og Taks í hesum tíðarskeiði. Tað fyrsta brævið frá Eik til Taks varð prentað í Vikuskiftis Sosialinum 14. apríl. Kjarnin er tann, at hóast nevndarlimir høvdu ført fram hesar báðar lykla­upp­ lýsingar: 1 – at Fíggjarligt Støðufesti hefti fyri tapið og ikki Eik Banki, og 2 – at tað varð álagt og kunnað um í samband við keyp av nýggja Eik Banka, at ikki er loyvt at draga tap frá kollsilgda bankanum frá sjálvuppgávuni hjá nýggja bankanum, So vórðu hesir lyklaupp­lýs­ ingar ikki nevndir við einum orði í brævinum til Taks. Heldur varð spurt um, hvørt Eik skuldi draga tapið frá í einum høggi, ella um tapið skuldi dragast frá yvir 10 ár. Eisini her er ósamsvar. Meðan Fíggjarligt Støðufesti handlar eftir, at tey hava átikið tapið, heldur leiðslan í Eik, at nýggi bankin varð stovnaður 30. september og ikki 14. Oktober, sum bæði Fíggjarligt Støðufesti, Jørn Astrup Hansen, Odd Bjellvåg og rokniskapurin hjá nýggja Eik siga. Tað hevur týdn­ing, tí tað er í hesum tíðar­skeið­ num, at tapið skal plaserast. Í sama viðfangi hevur Sosialurin fingið innlit í eitt skriv, sum umboðið hjá Fíggjarligum Støðufesti í nevndini í Eik tá – Jørn Ast­rup Hansen – sendi til nevnd­ar­formannin í Eik og fleiri ferðir førdi fram í hes­ um sambandi. At tað er av avgerandi týdn­ing, at Eik sendir allar viðkomandi upplýsingar til Taks í hesum máli, tí hetta er fyrstu ferð, at Taks skal fyrihalda seg til eitt mál av slíkum slag. Skattamálið hjá Eik er also ein serstøða, har tað hevur avgerandi týdning, at Eik viðfestir og upplýsir øll viðkomandi skjøl fyri Taks – tí annars hevur Taks ikki møguleika at taka støðu. Málið liggur enn hjá Taks, og sum skilst kunnu vit ikki vænta nakra niðurstøðu fyrr enn eftir summarfrítíðina. Les meira um ósamsvar í skattamálinum í Vikuskiftis Sosialinum komandi. barbara@sosialurin.fo Fyrst var tað rættleiðingin til miðlarnar, sum varð tikin aftur. Síðani var tað søgan um, at grannskoðararnir ikki gjørdu vart við sína støðu fyrr enn um árskiftið í fjør. Seinasta ósamsvarið í skattamálinum hjá Eik er spurningurin um nær grannskoðara fyritøkan Deloitte handaði Eik sína meting í málinum Skattamálið LES MEIRA Í VIKUSKIFTIS SOSIALINUM