týsdagur 14. juni 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroya Realkreditstovnur
Íleggingargrunnurin fyri Føroyar
Bústaðir (Húsalánsgrunnurin)
Búnaðargrunnurin
Ábyrgdarbýtið
Við so ymiskum feløgum og stovnum er sjálvandi neyðugt
at tryggja, hvør hevur ábyrgd av hvørjum í sambandi við
virksemi hjá partafeløgum og grunnum.
Í leiðslu verður munur gjørdur á, hvør tað er, sum er eigari av
einum felag og so hvør leiðslan er.
Har sum talan er um eina nevnd og eina leiðslu, eru tað
tey, sum vegna eigan hava ábyrgdina av tí, sum felagið ella
fyritøkan ger.
Hetta gevur hesum fyritøkum góðan møguleika at hava
fokus á handilsligan rakstur og virðisskapan, serliga í mun
til um fyritøkan var skipað sum eing partur av fyrisitingini
hjá landinum.
Stríð um ábyrgdina kann oftari taka seg upp í feløgum,
har landið eigur part í. Ofta verður væntað okkurt serligt
av hesum fyritøkum, sammett við, hvat verður væntað av
æðrum samanberligum fyritøkum.
Tí heldur embætisbólkurin, at að er greitt, hvørjar formligar
treytir eru galdandi, tá ið talan er um at útinna eigarskapin
hjá landinum.
Við øðrum orðum, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum.
Í uppskotinum stendur um ábyrgdarbýtið:
Landsstýrismaðurin:
• Skal tryggja, at nevndin er hóskandi mannað í mun til
felagsins virksemi og støðu.
• Hevur skyldu til at hava yvirskipað eftirlit við og at taka
støðu til gongdina í felagnum.
• Hevur skyldu til at taka neyðug stig, um gongdin í
felagnum bendir á tað, t.d. um tað eru ábendingar um, at
ognir landsins í felagnum eru hóttar.
• Skal útvega fíggjarliga heimild frá Løgtinginum, um talan
er um, at landið skal keypa og/ella selja partabrøv, ella
talan er um tiltøk, sum annars hava við sær útreiðslur
ella inntøkur fyri landskassan
• Skal útvega heimild frá Løgtinginum í sambandi við
tiltøk, sum eru uttan fyri endamálið við landsins
luttøku í felagnum, sum er ásett í stovningarlógini ella
fortreytunum í stovningarlógini.
• Skal tryggja - møguliga við fulltrú - landsins luttøku á
aðalfundinum.
Nevndin:
• Hevur yvirskipaðu ábyrgdina av avgerðum viðvíkjandi
rakstri og íløgum.
• Skal útinna strategiska leiðslu, t.e. at taka virknan lut í
gerð av yvirskipaðu strategi og málum felagsins, og taka
avgerðir í málum, sum ikki hoyra til dagliga raksturin.
• Hevur ábyrgdina av at útinna eftirlit í mun til dagligu
leiðsluna.
• Kann eftir eini áseting í viðtøkunum hava skyldu til at
stuðla yvirskipaða eftirliti og virkna eigaraskapsútinnan
landsstýrismansins, m.a. við at tryggja, at
landsstýrismaðurin fær viðkomandi upplýsingar.
• Kann í undantaksførum biðja nevndarformannin gera
serligar uppgávur fyri felagið, herundir í eitt stutt
tíðarskeið luttaka í dagligu leiðsluni. Í tí førinum
skal nevndin hava tikið avgerð um hetta, herundir
fyrivarnisreglur, sum skulu tryggja, at nevndin varðveitir
yvirskipaðu leiðsluna og eftirlitsuppgávuna. Avtalur um
formansins luttøku í dagliga rakstrinum og hvussu leingi
roknað verður við, at luttøkan varar, skal upplýsast í eini
fráboðan frá felagnum.
Stjórnin:
• Hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum av felagnum.
SKIL FÁAST Á
ALMENNA
EIGARA
POLITIKKINUM
POLITIKKUR
Árni Gregersen
Almennu Føroyar eiga part í
føroyskum vinnulívi.
Tað snýr seg um í parta
feløgum,
vinnurekandi
grunnum og stovnum av ym
iskum slag, sum eru partar
av virkseminum í Føroyum.
Í fleir førum er tað soleiðis,
at almennu Føroyar eiga 100
prosent av partabrøvunum í
partafeløgum. Í øðrum før-
um eiga almennu Føroyar
ein part og so eru tað stovnar
og aðrar fyritøkur hjá land
inum, sum reka vinnuligt
virksemi.
Hesar fyritøkur eru skild
ar frá landinum, men eru
skipaðar á líknandi hátt sum
partafeløg.
Fyri at fáa skil á, hvussu
hesar fyritøkur skulu rek
ast og eftir hvørjum leið
reglum tær skulu stýrast,
setti táverandi landsstýris
maðurin við vinnumálum,
Jóhan Dahl, á heysti 2014 ein
bólk at gera eitt uppskot til
eigarapolitikk landsins.
Tá ið nýggj samgonga tók
við í fjør heyst, heitti núver
andi landsstýrismaðurin við
vinnumálum, Poul Michel
sen, á bólkin um at halda
fram við arbeiðnum.
Eigarapolitikkurin
skal
eftir
arbeiðssetninginum
fevna um millum annað
hvussu landsins eigaraskap
ur eigur at verða útintur í
førum, tá ið virksemið hjá
landinum er skipað uttan fyri
vanligu landsumsitingina í
partafelagsformi ella líkn
andi vinnufelagsformi.
Embætisbólkurin
hev
ur gjørt eitt uppskot um,
hvussu hetta skal skipast.
Spælireglur – ella leiðreglur
– eru orðaðar, sum lýsa
samspælið millum lands
stýrismannin, sum umsitur
økið – og so leiðsluna í felag
num.
Eigarapolitikkurin
er
serliga ætlaður partafeløg
um, har landið hevur avger
andi ávirkan, t.e. partafeløg,
sum eftir vinnufelagalógini
eru »landspartafeløg«.
Eigarapolitkkurin fevnir
tó eisini um aðrar fyritøkur
hjá landinum, sum reka
vinnuligt virksemi, og sum
organisatoriskt og fíggjarliga
eru skildar frá landinum, og
sum eru skipaðar á líknandi
hátt sum partafeløg.
Eigur nógv feløg
Almennu Føroyar eiga 100
prosent av partapeninginum
í fleiri stórum feløgum í Før
oyum.
Tilsamans eru feløgini 10
í tali. Harafturat eigur land
ið part í seks øðrum parta-
feløgum.
650 starvsfólk eru í hes
um 100 prosent almennu
partafeløgunum.
Talan er um risastórar
fyritøkur sæð í føroyskum
samanhangi.
Føroya Tele er eitt av fe
løgunum, sum hevur 250 fólk
í starvi og hevur ein fíggjar
javna uppá meira enn 800
milljónir krónur.
Posta hevur 120 fólk í
starvi og hevur ein fíggjar
javna uppá 150 milljónir
krónur.
Atlantic Airways hevur
sløk 200 fólk í starvi og hev-
ur ein fíggjarjavna uppá
slaka hálva milljard.
Hini feløgini, sum ta al-
menna eigur 100 prosent
hava ikki so nógv fólk í
starvi.
Embætisbólkurin hevur
gjørt uppskot til leiðreglur,
men í ávísum førum er tað
soleiðis, at feløg har landið
er partaeigari, eru skrásett
á keypsskálum. Har er tað
soleiðis, at reglurnar fyri
skrásett feløg ganga framum
tað, sum embætisbólkurin
annars mælir til.
Nevnast kann til dømis
Bank Nordik. Bankin er skrá
settur á keypsskálanum og
tí eru eglurnar har galdandi,
hóast landið eigur stóran
part í fyritøkuni.
Umframt partagfeløgini,
so eru tríggir vinnurekandi
grunanr, har sum landið velir
nevndarlimir.
Grunnarnir
eru skipaðir undir vinnu
grunnalógini.
Ein embætisbólkur hevur nú gjørt uppskot til
reglugerð fyri eigarapolitikk landsins
Fíggingargrunnurin frá 1992
Føroyagrunnurin frá 1971
Framtaksgrunnur Føroya
Harafturat er fýra stovnar og grunnar, sum eru skildir
frá landsfyrisitingini uttan at teir eru fevndir av
vinnufelagslógini ella grunnalógini.
Talan er um grunnar, sum reka vinnuligt virksemi. Teir eru
settir á stovn við løgtingslóg, men ongin felags leistur er
gjørdur fyri, hvussu teir skulu stýrast ella skipast.
Føroya Tele er eitt av stóru partafeløgunum, sum tað almenna eigur 100 prosent. Atlantsflog er eisini eitt av stóru
almennu partafeløgunum. Eitt skifti áttu privatir íleggjarar ein triðing av felagnum, men seinni hevur tað almenna keypt
partabrøvini aftur. Almennu Føroyar eiga eftir tí, sum embætisbólkurin skrivar, 16 prosent av partabrøvunum í Smyril Line