týsdagur 14. juni 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68
10
Sosialurin
DROTNINGARVITJANIN
Altíð vælkomin
á Tvøroyri
Áki Bertholdsen
– Kongshúsið er altíð vælkomið á
Tvøroyri
Tað staðfesti Kristin Michelsen,
borgarstjóri á Tvøroyri, tá ið hann
beyð drotningini vælkomnari, nú
hon byrjaði Føroyaferð sína í ár á
Tvøroyri.
Hetta er 26. ferð síðani í 1874, at
Føroyar hava kongliga vitjan, og 15
ella 16 ferðir, hava tey eisini vitjað á
Tvøroyri, táið tey hava verið í Før
oyum.
Sjálv hevur Margretha Drotning
verið í Føroyum 14 ferðir, fyrst
sum krúnprinsessa og síðani sum
drotning.
Kristin Michelsen vísir á, at
sostatt hevur kongshúsið vitjað á
Tvøroyri við millumbilum í 150 ár,
og at tey hava altíð verið vælkomin.
Samstundis hevur Tvøroyrar
kommuna
adopterað
donsku
verjuskipini undir Føroyum, fyrst
Vædderen, og bú Triton og tey
hava trúliga vitjað á Tvøroyri, ikki
minst hava børnini glett seg til
føstulávintshaldið umborð á verju
skipinum, har virðislønin hevur
fingið ein túr við tyrluni.
Men hetta so er fyrstu ferð,
drotningin er einsamøll í Føroy
um, og hon ásannaði, at tað var
ein løgin kensla at at ganga eftir
landgonguni á Dannebrog, einsa-
møll, uttan at Heindrikkur, prinsur
var við.
– Men tað, sum hevur týdning,
er at tað ber til at koma, og tað njóti,
segði segði drotningin, einastu ferð,
hon lat fjølmiðlarnir fáa høvi at
seta henni tveir, tríggjar stuttar
spurningar um ferðina í Suðuroy.
Hon vónaði kortini, at tað fer
at liggja fyri hjá familjuni at koma
eina ferð, ella fleiri ferðir, í fram
tíðini.
Og Kristin Michelsen bað drotn
ingina endiliga heilsa Heindrikki,
prinsi, Fríðrikki, krúnprinsi, og
Joakim, prinsi, hjartaliga, og at
boða teimum frá, at tey eru altíð
vælkomin á Tvøroyri og at teirra
vinalag er høgt í metum.
Fyrstu ferð, kongur var í Føroy-
um, var hann bara í Havn og á
Tvøroyri, staðfesti borgarstjórin á
Tvøroyri.
– Tað vísir, hvønn politiskan og
búskaparligan týdning, Tvøroyri
hevði tá, segði borgarstjórin. Og
hann segði, at nettupp tann tíðin er
fyrimyndin hjá tvørafólki í roynd
unum at gera Tvøroyri aftur til ein
stórstað í Føroyum.
– Tað hevur gingið upp og niður,
men eitt miðvíst arbeiðið seinastu
tíðina hevur givið úrslit, soleiðis at
Tvøroyri er við at finna sína røttu
støðu í samfelagnum.
Kristin Michelsen sigur, at ein
stórur partur av útflutningi Føroya
verður skaptur á Tvøroyri, og tað
minnir um støðuna, tá ið Fríðrikur
kongur tann áttandi, var á Tvøroyri
fyri eini øld síðani.
– Kreppur hava rakt Tvøroyri
hart, men vit hava altíð havt evnini
at reisa okkum aftur, eisini tá ið tað
stóð svartast til.
Serliga dró Kristin Michelsen,
Delta-samtakið fram, sum aftur
slóðaði fyri, at Varðin Pelagic bygdi
sítt risavirki á Tvøroyri.
– Tað eru virki, sum nú standa í
blóma, og vónandi verður enn meiri
virksemi á Tvøroyri, næstu ferð,
drotningin kemur.
Tað var ein vøkur sjón at síggja
kongaskipið,
Dannebrog
verju
skipið, Triton, og vaktar- og bjarg
ingarskipið, Brimil, stevna inn eftir
Trongisvágsfirði, saman við ein
um flota av føroyskum skipum og
bátum.
– Dannebrog legði at við Ment
anarhúsið Salt, har mangir út
lendskir trolarar hava tikið salt á
veg á fiskileiðir undir Grønlandi og
Ný Fundlandi.
Kristin Michelsen vísti eisini
á, at tað var á Tvøroyri, at presta
sonurin, Christian Mejdahl, sum
seinni varð Fólkatingsins formaður,
vaks upp, og at tað er ein tíð, hann
minnist aftur á við gleði.
– Vit hava altíð bjóðað fremm
andafólki vælkomnum inn í okk-
ara felagsskap, og tað gera vit fram
vegis.
Men tað eru eisini nógv tvøra
fólk, sum eru flutt aðrastaðir at
búgva. Og Kristin Michelsen ásann
ar, at tað er sama avbjóðing, nógvir
aðrir útjaðarar hava og endamálið
hjá okkum er so at skapa hent
leikar, so at fólk trívar her.
Í hesum sambandi fær Salt verk-
ætlanin ein avgerðandi týdning,
men hon hevði ikki verðið bygd utt
an stuðul frá Maersk grunn-inum,
umframt frá donsku og føroysku
stjórnini.
Tey, sum vilja síggja nógv fleiri
myndir av drotningavitjanini,
kunnu fara inn á heimasíðuna
www.in.fo og klikka á "Myndasøvn",
sum er at finna í gráa bjálkanum
beint undir navninum.
Her kemur drotningin eftir landgonguni á Dannebrog og hon ásannar, at
tað var ein heldur løgin kensla at ganga einsamøll íland
Í Hvalba greiddi Róin Schrøter drotningini frá um Hellið í Lítlu Dímum,
sum var tilhaldsstað hjá hvalbingum tá ið teir vóru í Oynni
Í Hovi var tað Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum,
sum beyð drotningini vælkomnari í Skúladepilin í Suðuroy