Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68 Sosialurin DROTNINGARVITJANIN Minnir okkum um eitt dýrabart vinalag Áki Bertholdsen – At drotningin kemur til Føroya, styrkir tíðarleysu bondini ímillum Føroyar og Danmark, bæði londini og fólkini. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá ið hann bjóðaðu Margrethu, drotning, vælkomnari til Føroya, eftir at Dannebrog hevði lagt at á Drelnesi í gjáramorgunin. Vit mugu minnast til at virðismeta okkara vinalag, tí vit hava eina langa, felags søgu, bæði søguliga, kensluliga og tað tað er neyvan tann familjan í Føroyum, sum ikki hevur slekt í Danmark. – Men vit mugu eisini at ansa eftir, at okkara vinalag ikki stirð­ nar, men alla tíðina mennist og verð­ur hildið á lívi. - Tað eru nógvar hugsanir og nógv ynski, og tað krevur, at vit laga okkum eftir hvørjum øðrum, segði løgmaður. – Vitjan tygara minnir okkum enn einaferð um okkara dýrabara vinalag, sum heldur okkum saman í eini tíð, har heimurin annars stend­ur fyri stórum og umfatandi av­bjóðingum, segði Aksel V. Jo- hanne­sen. Tey, sum vilja síggja nógv fleiri myndir av drotningavitjanini, kunnu fara inn á heimasíðuna www.in.fo og klikka á "Myndasøvn", sum er at finna í gráa bjálkanum beint undir navninum. Í Hovi tóku børn við fløggum ímóti drotningini Í Hvalba var ein riðil av børnum við fløggum og tók ímóti drotningini uttanfyri Sambýlið Við sambýlið í Hvalba tók Anna Djurhuus, leiðari á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi ímóti drotningi, saman við Trúgva Gudmundarson, borgarstjóra Í Sandvík var Drotningin inn í gomlu bóndahúsunum í bygdini, sum eru elstu hús í Suðuroy, sum eru varðveitt í upprunastandi. Tey eru frá átjanhundrað og sekstiárunum, og har búðu fólk í eini 100 ár Á Tvøroyri sang barnakór fyri drotningini Kristin Michelsen, borgarstjóri, fylgir drotningini inn í Kongliga einahandilin, sum var fyrsta húsið á Tvøroyri