týsdagur 14. juni 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
DROTNINGARVITJANIN
Hennara hátign
í høvuðsstaðnum
Í gár vitjaði hennara hátign, Mar
greta, drotning, í Havn. Hetta er 25.
ferð, at kongalig vitjan er í Havnini.
Seks ymiskir kongar og drotningar
hava vitjað í Føroyum.
Fitt av fólki og onkrir skúla_
flokkar tóku ímóti henni á Bursa
tanga, tá Dannebrog legði at í gjára
morgunin. Skúlabørnini veittraðu
íðin við Merkinum og Havnar
Hornorkestur undir leiðslu av Ova
Olsen spældi Einki er sum summar
kvøld við strendur, meðan drotn-
ingin stóð og veittraði til fólkið av
Dannebrog.
Løgmaður,
borgarstjórin
og
ríkisumboðið bóðu henni væl-
komin til Havnar, áðrenn hon heils
aði upp á løgtingsformannin, bisp,
sorinskrivaran og aðrar embætis
menn.
Løgmaður helt eina stutta røðu
fyri drotningini, har hann treiv í
kendu orðini hjá Williami Heinesen,
um at Havnini er heimsin nalvi.
– Her verður stóri umheimurin
knýttir at tí næra og lokala, segði
Aksel V. Johannesen.
Leiðin gekk síðani út í Tinga
nes, har hon heilsaði upp á lands-
stýrisfólkini, áðrenn hon fór niðan
í løgtingið, har formansskapurin
tók ímóti og handaði drotningini
eina gávu.
Úr løgtinginum gekk leiðin om
an í Vágsbotn. Tað mundi tátta í
eini 1.000 fólk, sum vóru savnaði
til hátíðarhaldið á trappuni í
Vágsbotni. Kórið Xperiment sang
tveir sangir og Dánjal á Neystabø
og Búi Dam framførdu nakrar
sangir úr Ævintýraferðini fyri
mongu børnunum, sum vóru kom
in saman.
Drotningin og fylgi spákaðu
niðan í Reinsaríið, har Helgi Fossá
dal greiddi frá um kongaligu vitj-
anirnar í Havnini, sum er evni
á framsýningini, sum hongur í
Reinsarínum.
Seinnapartin vitjaði hon Öström
og Steinprent, og síðani lá leiðin út
á Boðanesheimið.
Í gjárkvøldið bjóðaði Aksel V.
Johannesen drotningini døgurða í
Norðurlandahúsinum, saman við
innbodnum gestum.